Frá ungum árum havi eg altíð hoyrt, at í Sandavági eru flest sóldagar í Føroyum. Koyrdi úr Havn vestur í Vágar leygardagin seinnapart, og mín sann, tað var skíggja líka til eg sá Sandavág, og har skein sólin. Nógv ferðsla var á vegnum, og hetta boðaði frá lívi í Vágum. Við Leitisvatn var kappríðing júst liðug, og í Sørvági hoyrdist countrytónleikur, har nógv fólk gingu í cowboyhatti. Mær var sagt, at 2000 fólk vóru til festivalin fríggjakvøldið, og tey væntaða eins nógv fólk leygarkvøldið.
Í Gásadali hendi eisini nakað, tí har vóru nógvir bilar og nógv ferðafólk bæði til gongu og í bili. Fleiri nýggj hús eru komin í Gásadali, og tey gera nýggjan útstykkingarveg til fleiri sethús. Tá ið eg sá teir 70 húsvognarnar í Sørvági, hugsaði eg, at nú mugu onnur støð í Føroyum lata Sørvág hava countryfestivalin, tí tørvur er ikki á fleiri slíkum festivalum um summarið. Koma fleiri countryfestivalar, standa øll eftir við ongum.
Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg í útvarprinum bygdaráðsformann Sørvagi siga, at flogbólturin setti Sørvág á føroyakortið. Hetta árið vunnu bæði menninir og kvinnur í bestu deildini FM-heitið. Countryfestivalurin setur sannilga eisini Sørvág á føroyakortið. Sørvágur riggar væl til henda festivalin, og sum eg skilti á lagnum, letur øll oyggin starvsfólk til stóra tiltakið.
Tíverri er eingin kappróður í Sørvági í løtuni, men tey skipa framvegis fyri FM-róðri í Sørvági, og vestanstevnan er í ár í Sørvági og harvið eisini FM-róðrar. Áhugavert at síggja, hvussu langt flogvøllurin er nærkaður Sørvág, ella rættari sagt, nú flogvøllurin er longdur, er vøllurin komin oman í bygdina. Jú, tað angaði við lívsgleðin allastaðni í Vágum leygardagin seinnapart. (Vagnur)





