
Klaksvíkingur á Skála: St.f.v: Ebbe Petersen, John Reid Jacobsen, Sonni Eliasen, Magnus Norðberg, Per Venned, Jákup Hansen, Janus Dam Jacobsen, Svein Rógvi Nielsen, Jón Syderbø og aftast frá vinstru: Annfinn Sivertsen og Hjálmar Hátún. (Mynd Eirikur á Kletti)
Eg eri ikki sørt errin av ungu myndafólkunum, sum vilja taka myndir fyri heimasíðuna. Uttan myndir nyttar einki at skriva um kappróður, og eg geri hetta bara til stuttleika. Tá ið eg skrivaði á www.drekin.fo frá 2003 til 2008, var Chistopher Lützen knýttur at heimasíðuni, at hann var á hvørjari stevnu, hvørjari hugnaløtu og ársveitslu. Tá var hugaligt at skriva um kappróður, tí myndir vóru altíð góðar og nógvar. Nú eri eg einsamallur, og hetta kann bara gerast við hjálp frá ungum rógvarum í Álakeri, sum geva mær hjálpandi hond. Eg gevu teimum taskuna við myndatólinum og sigi teimum á leið, hvørjar myndir eg ynski, og hvussu tey á leið taka myndirnar. Men hesi rógva eisini sjálvi, og mugu tí lata myndatólið til onkran annan. Myndatólið kemur altíð aftur, og eg eri ovfarin hvørja ferð av úrtøkuni, tí myndirnar eru frálíkar. Tey ungu duga bara tað tekniska. Niðanfyri eru tvær myndir av Havfrúnni úr Vestmanna, men tað er tí, at ein kvinna er burtur úr aðrari myndini. Sjálvandi skal henda kvinnan eisini við. (Vagnur) Læs resten








