Tað kemur heilt sjáldan fyri, at Róðrarsambandið flytir ein FM-róður til sunnudag, men FM-róðrarnir í Fuglafirði eru fluttir til í morgin sunnudag 7. juli klokkan 15.00, tí ov nógvur vindur er í Fuglafirði í dag. Eg havi spurt fyrrverandi formannin í Róðrarsambandidnum Hannis Joensen, um hann veit um fleiri róðrar, sum eru fluttir eitt samdøgur í hansara tið í RSF.
Hannis var sjálvur í Vági í 1992, tá ið FM-róðrar vóru fluttir til sunnudag, og hann sigur mær frá ymiskum, sum eg ikki visti áður. Millum annað tað, at fyri 1979 var á summu stevnum róð leygardag og á summum stevnum sunnudag. Og Hannis heldur fram: – Eg minnist væl róðurin í Vági í 1992, tí eg umboðaði Róðrarsambandið á stevnuni. Tað var kolandi stormur í Vági, tá vit komu suður, og eg minnist, at vit fyrst flutti róðurin ein tíma og so ein tíma aftrat. Læs resten









