
3555 fólk lósu greinina um Svein Rógva frá klokkan fýra á degi til á Miðnátt. Hetta er næst mesta lisna greinin á heimasíðuni. (Mynd Vagnur)
Í vikuni upplivdi eg nakað í míni fjølmiðluverð, sum eg ongantíð áður havi upplivað. Eg skrivaði eina grein um rógvaran og hondbóltsvenjaran Svein Rógva, men áðrenn eg hevði vent mær, høvdu tríggir teir størstu portalarnir í Føroyum uttan loyvi frá mær antin tikið alla greinina ella part av greinini og lagt tilfarið á teirra portalar. Hetta er als ikki góður fjølmiðlasiður og hoyrir ongastaðni heima. Mín niðurstøða er, at nú er kappingin vorðin so stór millum portalarnar, at øll vápn verða nýtt. Læs resten








