
Kvørkveggja kann gerast heilt tamur fuglur, sum ikki gongur sum nógvir aðrir fuglar. Hon hoppar, tá ið hon leitar sær eftir føði. Steggin er svartur og hevur gult nev. Bøgan er dimmmorreyð. (Mynd Vagnur)
Fyrrapart plagi eg at spáka fram við Havnará og eftir ymsu gøtunum í Plantasjuni. Nógv fólk vitja Plantasjuna hvønn dag, hetta síggi eg úr køksvindeyganum. Onkuntíð havi eg minna myndatólið í lummanum, og tímur tú at hyggja nóg væl, so er altíð okkurt at taka mynd av. Hesa tíðina eru sílini í ánni, sum tú kennir aftur, har eru krákir, fiskimásar, dunnur og smáfuglar. Mánadagin fylgdi ein kvørkveggja mær eina løtu ovast í Plantasjuni. Steðgaði eg, steðgjaði hon, men so var hon við eitt burtur. Tað eydnaðist mær at fáa eina mynd av vøkru bøguni. Kvørkveggjan hevur hildið til í Føroyum síðani 1930 árunum. Læs resten








