Úr myndasavninum – Tá neistakvinnur í 1979 spældu fyrstu Europa cup dystirnar

Neistinkvinnur og venjarin Jjørleif Kürberg hyggja í Sosialin, hvat skrivað er um dystirnar.  Vit síggja frá vinstru Helenu Mortensen, Ritu Berg, Ingun Larsen, Hjørleif Kürberg og Ruth Róin. Kvinnan við bakinum til er Torgerð Klein.

Í 1978 og 1979 fóru stórhendingar fram í Neistanum, tí tá skuldu neistakvinnur fyri fyrstu ferð spæla Europa cup dystir fyri meistaralið. Tá var kappingin øðrvísi enn nú, tí tú kundi longu í fyrsta umfari møta eitt av sterkastu liðum í Europa. Fyrsta umfarið skuldi spælast seint um heystið í 1978, men neistakvinnur trektu frítt í fyrsta umfari. Spælarar bíðaðu spentir, hvat lið Neistin skuldi spæla í øðrum umfari, sum skuldi spælast í januar mánað í 1979. Neistin trekti polska meistaraliðið K.S. Ruck úr býnum Krakow, sum játtaði at spæla báðar dystirnar í Føroyum.

Til høgru koma polsku spælararnir á vøllin 20. januar 1979. Vit høvdu ikki áður sæð so kropssterkar og bulmiklar kvinnur spæla í Føroyum.

Henning Eysturoy var formaður og Eðin Slættanes var kassameistari í Neistanum um hetta mundið, og tað eydaðist teimum at fáa polska liðið at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Hetta var bíligari fyri báðar partar. Tað gekk so mikið væl at fáa stórar stuðlar til dystirnar, at hetta var nóg mikið til allar útreiðslurnar. Heilt nógvir áskoðarar sóu báðar dystirnar, og atgongupeningurin fór beinleiðis í neistakassan.

Óluva Joensen stóð sum ein brandur í neistamálinum báðar dystirnar.

Hondbóltshendingin í januar mánað var heilt serlig, tí ongantíð áður høvdu vit sæð so sterkar og bulmiklar kvinnur spæla hondbólt í Føroyum. Tú sást á lørum og gumpi á polsku spælarunum, at teir høvdu í nógv ár vant tunga vektvenjing. Hetta søgdu teir okkum esini.

Eisini var áhugavert, at tað var bara ein polskur spælari, sum dugdi nakað av enskum, og hissini onnur nakað av týskum. Flestu kvinnurnar tosaðu bara polskt, og onkur dugdi nakað av russiskum.

Neistamanningin, sum spældi báðar Europa cup dystirnar í 1979. Aftast frá vinstu Jørleif Kürberg, venjari, Vár Michelsen, Ruth Róin, Òluva Joensen, Marita Arge, Rannvá Hanusardóttir, og Ingun Larssen. Fremst frá vinstru: Sonja Jørgensen, Tórgerð Klein, Malan Mohr, Helena Mortensen, Rita Berg og Ruth Sundstein.

Polsku spælararnir vóru bornir á lógvum í Føroyum, og eftir eina stórfingna veitslu, sum var hildin hjá Vár Michelsen og teimum, goymdu spælari seg í bili, tí hon vildi ikki heim aftur til Pólands. Við á ferðini vóru eisini kommunistiskir vaktarmenn, sum gingu og sneytaðu runt og eygleiddu polsku spælararnar.

Til vinstru sæst polskur leiðari og síðani einasta polska kvinnan, sum dugdi nakað enskum. Uttasta kvinnan til høgru er eisini polsk.

Polska liðið vann báðar dystirnar á neistakvinnum. Vit sóu tó frálíkan hondbólt, og vit sóu eisini munin á kropsstyrkini, tí polsku spælararnir vóru jú yrkisspælarar, sum vandu hvønn dag tíðliga á degi, og ikki sum okkara spælarar um kvøldið eftir skúla – ella arbeiðstíð

Polska ferðalagið fór við flogfari úr Pólandi fyrst til Skotlands og so víðari til Føroya. Spælararnir høvdu ongantíð hoyrt um Føroyar – henda lítla ”prikkin” í Norðuratlandshavi, sum onkur málbar seg so.

Henning Eysturoy, sáli, sum vit síggja til høgru, var um hetta mundið formaður í Neistanum. Nevndin gjørdi vala arbeiði til tess at fáa alt at rigga.

Tað fyrsta, tey sóu úr flúgvaranum av Føroyum, var brim, og tá skuldi ein spælari havt sagt, at har kundi man ikki spæla hondbólt. Meg minnist, at polsku spælararnir dámdi væl at dansa føroyskan dans. Hetta áriið spældi polska liðið seg heilt fram til finaluna í Europa cup kappingini, men tapti samanlagt fyri Sparta Kyiv 26-27. Áhugavert at minnast aftur á, og so skulu vit eisini minnast til, at føroyingar í 1979 vóru ikki vanir at síggja útlendskan hondbólt í sjónvarpi. Áhugavert at minnast aftur á. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply