Seinasta heilsan til havnarmyndirnar Eivind í Gongini og Kára Mouritsen

Eivindur málaði málningin av Pau í 2004. Gott minni at hava um Eivind, (Mynd Vagnur)

Herfyri andaðust tvær kendar havnarmyndir Eivindur í Gongini og Kári Mouritsen 73 og 74 ára gamlir. Við hesum fáu orðum fari eg at minnast báðar kreativu menninar í tveimum samanhangum. Frá Sjónleikarhúsinum og tiltakinum Aftur í 60-árini, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár frá 1988 til 2007.

Í arbeiðsrúminum heima hongur lítil málningur, sum eg í 2004 keypti frá Eivindi í Gongini á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Málningurin er av indiska dreinginum Pau, sum hvønn morgun á súkklu kom við morgunbreyði til Eivind og tey.

Kendi heilt væl Eivind, sum vit fyrst kendu frá handlinum í Gongini, men so eisini frá Sjónleikarhúsinum.

Eivindur var frálíkur dansari, og serliga dugdi hann væl at dansa Rock and Roll, sum krevur skjótleika og fimi. Í tiltakinum Aftur í 60-árini skipaðu vit eisini fyri mótasýning og skemti á pallinum. Og tá var boð eftir Eivindi at dansa Rock and Roll til 60-ára tónleik. Eivindur var altíð í góðum lag, skemtingarsamur og fittur at práta við.

Áðrenn hann flutti til India, búði hann í Konradsbrekku, har hann eisini hjúklaði um sín vakra urtagarð. Minnist serliga eina hending, tá vit báðir prátaðu leingi í Konradsbrekku, einaferð hann var heima í summarfrí. Eg spurdi hann, hví hann var farin longu leiðina til India at búseta seg.

Ungfólk í Ljósjuni í 1960-árunum. Frá vinstru: Finnbjørg Joensen, Eivindur í Gongini, Tove Jensen, Páll Kürberg og Bjarni Rubek Nielsen. (Mynd: Losjan 100 ár)

Hann segði mær, at hann var farin at leita eftir friðinum í sálini, og nú hevði hann funnið friðin í India. Eivindur var sonur Harald og Oluffu Jensen, sum fingu trý børn. Eivindur skal hava sagt, at tá hann fór av hesi fold, skuldi hann brennast á ánni Ganges. Um tað verður soleiðis, veit eg ikki við vissu.

Kára Mouritsen minnist eg fyrst sum skóti, og tá hann og systirin Elin sum ung sungu kenda  jólasangin Tað er jólaaftan í útvarpinum. Kári var sonur Margrethu rópt Gigga og Carl Karbech Mouritsen. Hesi kom eg at kenna væl, tá eg í 1967 fór í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen. Mangan gekk leiðin oman í kaffivognin hjá Giggu og Carl, sum altíð vóru fyrikomandi og blíð við okkum lærlingar. Gigga og Carl fingu tólv børn.

Faroe Boys í “Aftur í 60-árini”, sum Neistin skipaði fyri: Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Jógvan Dahl, Robert McBirnie, Kári Mouritsen, Bjarni Skaalum og Milson Zachariassen. (Mynd Vagnur)

Teir í Faroe Boys vóru stjørnur hjá okkum ungu, tá vit sum sekstan seytjan ára gomul byrjaðu at ganga í dansi í Sjónleikarhúsinum. Faroe Boys spældu mikukvøld, og har var stúgvandi fult av fólki hvørt kvøld. Kári spældi bass og sang aðru stemmu.

Tá vit í Neistanum í 1988 sjósettu stóra tiltakið Aftur í 60-árini, eydnaðist okkum at savna teir í Faroe Boys, og teir spældiu fleiri ferðir tey tjúgu árini, Neistin skipaði fyri tiltakinum. Vit minnast eisini Kára frá Harkaliðnum. Seinastu árini koyrdi Kári taxabil í Auto, og í hesum sambandinum kom man av og á tosa við Kára, sum eg ikki kendi so væl. Minnini eru góð um báðar havnarmyndirnar, sum vóru evnaríkir á ymsum økjum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply