Róðrarfelagið Knørrur fær nýtt 10-mannafar og nýtt 5-mannafar

Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri standa í friðaða Evensens pakkhúsi á Müllers brúgv. (Mynd Vagnur)

Í summar hevði manningin umborð á Orminum langa tveir bátar at velja ímillum, og báðir møguleikarnir vóru brúktir. Annað 10-mannafarið smíðaði Sámal Hansen felagnum í 2008, men á várí í 2016 var báturin skiftir um við Norðing, áður tann Eysturoyingur, sum Sámal Hansen smíðaði í 1998. Í 2016 hendi tað, at Ormurin vann tveir teir seinastu FM-róðrarnar og gjørdist nummar tvey í FM-kappingini. Eystoyingur vann FM-heitið við 44 stigum, Ormurin 38 stig og Havnarbáturin 37.

Róðrarfelagið Knørrur eigur 5-mannaførini Jallin og Pil. (Mynd Hvannrok)

Manningin umborð á Orminum langa herjaði á venjingina í vár í sama báti, men teir fingu tað ikki rættiliga at rigga. Klaksvíkingur var torførur at basa hjá hinum bátunum, men so fyri fjarðastevnu, sum er fimti FM-róðurin, settu teir umborð á Orminum langa “gamla” Eysturoying/Norðing í neystið og drógu Ormin langa frá 2008 úr neystinum. Og tá bar til.

Báturin vann tryggjan róður á fjarðastevnu og vann eisini á vestanstevnu. Ormurin langi var eisini favorittur at vinna á ólavsøku, men Klaksvingur vildu nakað annað og vann. Í FM-kapppingini fekk Klaksvíngur 46, Ormurin 42 og Drekin reyði 38.

Nú fer so Sámal Hansen at smíða Róðrarfelagnum Knørri nýtt 10-mannafar. Báturin kostar 97.500 krónur at smíða, og tá hann er klárur at flota,  kostar hann millum 130 – og 140.000 krónur. Eg spurdi næstformannin í felagnum, hvør skal rógva við Orminum langa róðrarárið 2018, men hetta kunni hann einki siga um enn.

Felagið fær eisini nýtt 5-mannafar, og tað skal Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíða. Felagið eigur 5-mannaførini Pil og Jallin, men tað er ein bátur ov lítið, nú so nógvar manningar skulu rógva við 5-mannafari. Tað hendir nakað í bláa felagnum á Müllers brúgv. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply