Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd úr Gundadali frá 1940

Haldi heilt vist, at konan uttast til vinstru er Rigmor Christiansen. Myndin er frá 1940. Hondbóltsmálið kemur undan vinstru megin. (Myndin er úr myndagoymsluni hjá Birgit Hestoy, sálu.)

Um dagarnar fekk eg forvitnisliga mynd av Gundadali frá Jon Hestoy. Myndin er av hondbóltsspælarum í Gundadali í 1940, sum mamman Birgit Hestoy, sála, átti. Fyri tveimum árum skrivaði eg grein um Birgit, sum í 1938 byrjaði at spæla hondbólt á Sevmýru, og Birgit spældi eisini ímóti Neistanum í Havn. Myndin er serlig, tí hon er tikin frá ”vinkli”, sum eg ikki havi sæð áður. Nógv áhugavert er at síggja á myndini millum annað trý hús uppi á Varða. Sunnastu húsini átti William Heinesen rithøvundur, og eg havi tosað við Heina son William um myndina. Hann sigur soleiðis: Læs resten →

Hans Mortensen var ímyndin hjá okkum ungu í 60-árunum (e)

Hans var bara átjan ár, tá ið hann gjørdist formaður Neistans. (Mynd Vagnur)

Hesa grein skrivaði eg fyri fimm árum síðani um neistastríðsmannin og viðspælaran Hans Mortensen Herfyri fylti SMS 40 ár, og greinin í 2012 byrjaði soleiðis: Grannin SMS fyllir 2. november 35 ár, og í hesum sambandi hátíðarheldur fyritøkan føðingardagin á ymsan hátt. Í SMS-blaðnum, sum kemur í hvørt hús, hevur Jógvan Arge forvitnisliga samrøðu við íverksetaran Hans Mortensen um hansara lívsverk á Trapputrøðni. Neistin og eg sjálvur hava so nógv at takka Hansi fyri, og 17. november 2010 skrivaði eg á heimasíðu Neistans niðanfyri grein um Hans Mortensen, sum millum annað tók stig at byggja Neistahúsið í 1963. Hans var tá ungur og íðin formaður, hann slóðaði fyri nýggjum neistahúsi, hann spældi nógv ár á besta liðnum, hann spældi á landsliðnum, og hann var seinni landsliðsvenjari. Læs resten →

Úr myndasavninum – Danskir dómarar dømdu minniligu steypafinaluna í 1994

Neistin steypavinnari í 1994. St.f.v: Karl Oddmar Rasmussen, Kári Mortensen, spælandi venjari, Tróndur Bogason, Birgir Kass, Freddie Poulsen, Jóhan Stenberg, Annfinnur Debess og Vagnur Michelsen, skifti út. Húkandi f.v: Uni Wardum, Páll Nólsoy, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Rúni Nolsøe.

Danin Lars Nedegaard vandi VÍF í 1994, og hann og onnur vildi hava, at danskir dómarar skuldu døma steypafinaluna millum Neistan og VÍF. Um hetta mundið var nógv prát millum manna um dømingina í føroyskum hondbólti. Lars helt ikki, at føroysku dómararnir vóru nóg góðir at døma ein so týdningarmiklan dyst. Neistamenn vunnu minniliga finaludystin. Dysturin endaði fyrst 21-21, men eftir umdyst og við fýra neistamonnunum á vølli, vann Neistin finaluna 25-24. Uni Wardum skeyt avgerandi málið í seinastu sekundunum. Og Hilmar Jan frá Sosialinum segði millum annað soleiðis um dystin við yvirskiftini “Dreymafinalan”. Læs resten →

Bakkafrost átti at bygt teimum nýggjar tunlar norður um Fjall

Tunlarnir norður um Fjall eru frá 1967 og hálvhundrað ára gamlir. Teir eru ótíðarhóskandi, vandamiklir og lúka ikki trygdarkrøvini, sum tildømis eru í Noregi. (Mynd Vagnur)

Hoyrdi í Kringvarpinum, at tað kostar 315 milliónir krónur at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Tá so vit hoyra, at Bakkafrost í 2016 hevði 1,165 millard í rakstrarúrslitið og 335,5 milliónir krónur fyrsta ársfjórðin í 2017, so átti Bakkafrost at bygt teimum har norðuri nýggjar tunlar. Bakkafrost hevur jú alivinnu í Hvannasundi. Bakkafrost kundi sett 50 milliónir av um árið í seks ár til nýggju tunlarnar, sum eina tøkk til fólkini har norðuri og okkum onnur. Hetta høvdu tey havt uppiborið. Læs resten →

Úr myndasavninum – Endiliga fann eg myndina av neistamonnum frá 1978

Neistamenn FM-vinnari 1978. St.f.v: Hjalmar Petersen, Sigmund Reinert, sáli, Hanus Joensen, spælandi venjari, Poli Justinussen, Mortan Mørk og Vagnur Michelsen. Húkandi f.v: Óla Jákup Kristoffersen, Echardt Persson, Jógvan Martin Mørk, Bjarni Samuelsen, Rani Wardum og Justines Justinussen.

Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir, síðani felagið var stovnað í 1931. Í 1978 vunnu neistamenn FM – heitið fyri fyrstu ferð síðani 1955, tað vil siga eftir 23 ár. FM-heitið í 1978 varð vunnið í næstseinasta dysti í kappingini ímóti VÍF í einum ógvuliga hart spældum dysti, og so skuldi ganga heili 22 ár til næsta meistaraheitið var vunnið. Leingi hava eg leitað eftir myndini, og nú er hon loksins funnin. Neistamenn vunnu meistaraheitið í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.  Læs resten →

Søgan um 10-mannafarið Studentin, sum Símun Hammer úr Vági smíðaði (e)

Studenturin stóð mangan úti í Tinganesi um summarið. Einasta mynd av bátinum higartil. (Mynd Rolf Guttesen)

Herfyri sat eg og blaðaði í nøkrum gomlum ítróttatíðindum, sum var felagsblað hjá ÍSF. Blaðið var frá 1954. Kom fram á greinastubba og har stendur: Studenta- og læraraskúlanæmingar hava savnað pening og fingið Símun Hammer at bygt 10-mannafar, sum fekk navnið Studenturin. Ólavur Hátún var ein av teimum, sum slóðaði fyri bátinum, og hann havi eg prátað við. Læs resten →

Úr myndasavninum – Frálík róðrarmynd frá 1962 av manningini umborð á Ørvi

8-mannafarið Ørvur 1962: Aftast f.v. Hanus Clementsen, Reinar Dam, Rógvi Holm og Sjúrður Mikkelsen. Fremst f.v: Sverri Køtlum, Andrias Klein, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen og Bjarti Ludvig.

Í ár fyllir Havnar Róðrarfelag 85 ár, og í hesum sambandi havi eg lagt ymsar eldri myndir og skriva nøkur orð til myndirnar á Facebook bólkin Havnar Róðrarfelag og á Hvannrok.fo. Myndin omanfyri er av manningini umborð á Ørvi frá 1962, tað við siga 55 ára gomul mynd. Myndin er serliga fyri meg, tí tað var júst henda manning, sum fekk meg at brenna fyri kappróðri. Eg róði ikiki sjálvur, men stýrdi sum ungur Sílinum og Ørvi trettan/fjúrtan ára gamal, áðrenn eg kastaði meg yvir hondbóltin. Byrjaði at skrivað um kappróður í 1980-árunum, og tað ger man enn. Mær dámar væl at taka hond í við ymiskum í Álakeri, og niðri við sjóvarmálan havi eg altíð trivist væl. Systkinabarn mítt Vilhjálmur róptur Lill stýrdi Ørvi í 1962 og er á myndini omanfyri. Góðu myndina fann eg herfyri í neystinum.  Læs resten →

Úr myndasavninum – Altíð áhugavert at finna útav, nær ymsu eldru myndirnar eru tiknar

Myndin er uttan iva tikin seinnapartin í 1940-árunum.

Áhugaverd mynd, má sigast, men so er spurningurin, nær myndin er tikin. Haldi meg síggja Tummas Rubeksen, sála, á myndini, sum uttan iva er tikin ólavsøkuaftan, eftir at reiðfólkini hava verið til ólavsøkuskrúðgongu. Sigi hetta, tí vanligt var á mínum ungdómsárum, at kappríðing var ólavsøkudag úti á Velbastaðvegnum í Havnardali, og tá savnaðust reiðfólkini fyrst á Vaglinum fyri síðani at halda leiðina út í Havnardal. Tey riðu kapp á Velbaðstaðvegnum frá 1926 til 1972, tá farið var niðan í Marknagil. Fyri 1926 riðu tey kapp á Sundsvegnum.  Læs resten →

Málið um fiskiveiðunýskipanina er ógvuliga einfalt – eingin vil missa

Myndina tók Norðlýsið, tá uppisjóvarskipini mótmæltu Havn. (Mynd Norðlýsið)

Haldi, at fólk eru vorðin troytt dag og dagliga at hoyra í fjølmiðlunum um fiskiveiðunýskipanina. Málið líkist heilt nógv kjakinum seinastu nógvu árini um tey trý sjúkrahúsini. Eitt eru sjúklingarnir, annað eru nógvu tryggju arbeiðsplássini, sum tey í Suðuroy og Norðoyggjum ikki vilja missa. Hetta er væl skiljandi. Soleiðis er eisini við málinum um fiskiveiðunýskipanina, har plássini, sum serliga hava stóru skipini og virkini, ikki vilja missa. arbeiðspláss. Og hetta er eisini væl skiljandi. Øll vápn verða brúkt í kjakinum, har ymsar hóttanir um steingja virkir og selja skipini vera brúkt. Vit í Havn sita hendur í favn og fylja við á síðunlinjuni, tí fiskivinnan í høvuðsstaðnum er minkað niður lítið og einki. Hissini langafaraskip og uppisjóvarskip, heilt fáir útróðrarbátar og einki flakavirki. Læs resten →

Hjálmar Hátún fer púra skeivur um reglugerðina um trygd á sjónum

Drekin reyði í 2016. Rógvararnir umborð rógva altíð í vesti, og tað gera allar hinar manningarnar í felagnum eisini. Teir slóða fyri trygdini og teimum ungu. Og tað skuldi Ormurin sjálvandi eisini gjørt. (Mynd Vagnur)

Skakandi at lesa tað rógvarin Hjálmar Hátún førir fram á in.fo um trygd á sjónum. Nú havi eg síðani 2003 skrivað nógvar greinar um trygdina umborð á kappróðrarbátum. Tá Hjálmar sigur, at tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, so hevur Hjálmar ikki gjørt sítt heimaarbeiði. Tað er ikki onkur, men Fiskiveiðueftirlitið í samstarvi við Róðrarsambandið, sum hevur snikkað til lógina um trygd umborð á kappróðrarbátum. Og lógin er samtykt í løgtinginum. Tað kemur ikki óvart á meg, at tað er júst er Róðrarfelagið Knørrur sum endar í rættinum við málinum, tí persónar og eisini nevndarlimur í felagnum hava mótarbeitt reglugerðini frá fyrsta degi. At fara í rættin við málinum er ring “reklama” fyri Róðrarfelagið Knørr, tí vil felagið hava broytt reglugerðina, so skal hetta ikki gerast í rættinum men á aðalfundi hjá Róðrarsambandinum. Læs resten →