
Mùsin sýntist rólig og gjørdi einki um seg, tá eg fangaði hana. Vóni, at hon klárar seg uttandura millum grótið í garðinum. (Mynd Vagnur)
Tá eg skrivi, klippi myndir og leggi á heimasíðu, uppihaldi eg mær í frálíkum rúmi í kjallaranum, har tannlæknastova áður helt til. Nú ganga vanliga ikki mýs og vála millum okkum heima, men leygardagin upplivdi eg nakað áhugavert.
Meðan eg siti við telduborðið, síggi eg fitta mús við beinini undir borðinum. Skjótur var eg eftir myndatólinum og fekk mynd av ungu músini. Hon sýntist spøk og gjørdi lítið um seg, tá eg fangaði hana í einum króki. Nú drepi eg hvørki mýs, vespur ella fluur, koma tey á gátt hjá okkum. Tey fáa øll altíð ein møguleika aftrat og vera slept út í tún.
Nú eg hevði fittu lítlu músina í lógvanum, var spurningurin, hvat eg skuldi gera við hana. Kanska vísa abbabørnunum, og tí fann eg ílat at koyra músina í. Hon fekk kakumola, og tú blotnaði um hjartað, tá hon sat so fitt og hugdi upp á teg. Læs resten








