Bládúgvan reiðrast mest sum bara í Føroyum

Svarta rondin um hálsin á Turkadúgvuni sæst væl. (Mynd Vagnur)

Hevur tú breyðmolar og kastar teir á gøtuna fram við ánni í Plantasjuni, gongur lítið bil, so eru dúgvurnar hjá tær. Bládúgvan og Turkadúgvan. Serliga bládúgvan er ótrúliga vakur litfagur fuglur. Liturin er vakur grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini korkareyð og eyguni gulbrún. Bládúgvan er støðufuglur í Føroyum. Bládúgvan dámar best at liva nær sjógvi. Læs resten →

Úr myndasavninum – Sjáldsom mynd av ensku gravunum

Myndin av ensku gravunum er áhugaverd, men ikki minnist meg at hava sæð hesar lágu garðar um gravirnar. Eingi hús eru komin norðan fyri Velbastaðvegin og niðan á Heyggin Mikla. (Mynd: Børge Henriksen, sáli)

16. oktober 2012 skrivaði eg grein um kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Helt, at tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu nógv fólk vóru grivin síðani 1935, tá fyrsta grøvin var grivin. Gamli kirkjugarðurin á Svínaryggi var vorðin ov lítil í 30-árunum. Vit ungu í 1950-árunum, sum lærdu okkum at svimja í tveimum hyljum í Sandá, gingu mangan framvið kirkjugarðin, har vinarligi Poli í Mattlág tá var gravari. Vit hildu tað vera ótrúliga løgið at gera nýggjan kirkjugarð í 1935 so langt frá miðbýnum og Havnar Kirkju. Nú viðkað tey enn einaferð kirkjugarðin hesaferð oman ímóti Sandá. Eini 6100 fólk og hundrað urnir eru grivin í kirkjugarðin.  Læs resten →

Íslendski báturin Gunna Valgeirs ávegis til Grønlands á “hvala-safari”

Uttan iva var okkurt galið við motorinum, tí komu teir inn í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Gekk mær í morgun túr á Vestarubryggju, og har lá lítli ferðamannabáturin Gunna Valgeirs av Ísafirði. Tá eg sá nakað av vatni og olju renna á sjógv, segði eg dana, sum stóð við lúnningina umborð, at teir kundu rokna við stórari bót, lótu teir olju á sjógv. Tað var ikki dieselolja men svørt smyrjiolja blanda við vatni, sum rann á sjógv. Danin yppaði øksl, tá hann sá oljuna á sjónum. Hann skundaði sær niður í maskinrúmið, har teir uttan iva arbeiddu upp á motorin. Annars segði danin mær, at Gunna Valgeirs sum tekur fjøruti ferðafólk, var ávegis til Grønlands, har báturin skal brúkast til “hvala-safari”, sum hann málbar seg. Nakrar metrar longri  úti á “Ískaini” stóðu útlendingar og fiskaðu ella rættari sagt stóðu á seiðabergi. Menn fiskaðu eisini á bryggjuni við Bacalao, og tá Bacalao var virkið, var nógvur seiður á Vesturvág. Sjóvarfallið gjørdi av, nær seiðurin kom inn um Molan. Eg siggi mangan, at útlendingar fáa seið og eisini onkran smáfisk, men í morgun høvdu teir higartil einki fingið. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tvær søguligar myndir av tveimum neistaliðum frá 1964

Neistadreingir í Noregi í 1964. Frá vinstru aftast: Finn Bjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Niels Símun Johannessen, Tønnis Wardum, Elinborg Trond Johansen, ferðaleiðari, Sólrun Mikkelsen, ferðaleiðari, Mai Breckmann og Helena Mortensen, Húkandi í miðjuni frá vinstru: Bjarni Samuelsen og Sverri Wang. Fremst frá vinstru: Tummas Joensen, Echardt Persson, Eyðfinn Lamhauge og Kristian á Neystabø.

Myndirnar omanfyri er søguligar í neistahøpi, tí hetta er fyrstu ungdómsliðini, sum fóru uttanlands at spæla hondbólt. Fyri 1963 vóru eingi dreingja-ella gentulið, og hyggur tú í hagtølini frá hesi tíð, var bara kapping fyri menn í 1. deild og 2. deild og kvinnur í 1. deild og 2. deild. Fyrsta landskapping fyri dreingir og gentur var spæld í 1963, har spælarar vóru frá tólv til sekstan ára gamlir. Tá var spælt á grúsvølli uttandura um summarið. Læs resten →

Úr myndasavninum – Vit fara í Sjónleikarhúsið fyri 50 árum síðani.

Myndin er frá poppkonsert í Sjónleikarhúsinum í 1967. Nógv kend andlit, og nógv eru tíverri eisini farin.

Í 1967 var stórhending í Sjónleikarhúsinum, tí tá varð skipað fyri størsta “poppshowi” nakrantíð. Í november mánað hetta árið var Sjónleikarhúsið stúgvandi fult við ungum fólki. Á pallinum skuldu kappast bólkarnir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly boys, Snippies og Thunderbirds. Ein sokallað føroyameistarakapping. Kappingin fór fram á tann hátt, at áhoyrarar, sum høvdu keypt sær leikskrá, sluppu at atkvøða, hvør tónleikabólkur var best, men veikleikin var, at allir áhoyrararnir høvdu ikki keypt sær leikskrá. Hetta fanst millum annað Sosialurin at. Læs resten →

Í fagrasta summarveðri í Hvannasundi var sett punktum fyri kappróðrarárið 2017

6-mannaførini við monnum. Nærmast Sundabáturin, síðani Páll Fangi, Lómur, Hósvíkingur og Gongurólvur. (Mynd Hvannrók)

Tað frøir mítt róðrarhjarta, at ódnartøk eisini vera fyriskipað í Hvannasundi. Í sambandi við at Norðdepil í fjør fylti 150 ár, ynsktu tey at fáa ódnartøkini norður, og róðrarnir eydnaðust so mikið væl, at tey bjóðaðu seg eisini fram í ár. At fara Norður um Fjall við so nógvum bátum á vognum gjøgnum tveir trongar ótíðarhóskandi tunlar frá 1967, krevir sítt. Hetta eyndaðist eisini væl, tí løgreglufólk stóð við tunnilsmunnarnar og leiddu ferðsluna gjøgnum í smáum “konvoium”. Føroyskur kappróður má ikki miðsavnast, og heldur ikki ódnartøkini. Í fagrasta summarveðri vóru ódnartøkini í Hvannasundi væl fyriskipað og avgreidd, og sum eisini setti punktum fyri róðrarárið 2017. Marnhild Sørensen er forkvinna í Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag, og Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur, og tær havi eg tosað við. Læs resten →

Úr myndasavninum – Frálík róðrarmynd í Runavík í 1960-árunum

Tey skoða kappróðrarbátar á sandinum í Runavík. Stórur áhugi var altíð at síggja bátarnar. 

Føroysk róðrarsøga er áhugaverd, og nógv lesitilfar og myndir eru at finna ymsastaðni. Á heimasíðuni Drekin.fo brúktu menn í 2003 vikur at skriva inn øll hagtøl aftur til 1973, men nú kanst tú í Kringvarpinum síggja hagtøl aftur til 1960. Á Stavnur.fo eru eisini nógv gomul hagtøl at síggja. Úr hagtølunum kanst tú lesa mangt millum annað, at róð var fyrstu ferð á skálafjarðarstevnu í 1961 og á varmakeldu í 1963. Vildi mett, at myndin omanfyri er frá miðskeiðis í 1960-árunum. Tríggir gulir bátar eru har Eysturoyingur, Sølmundur og Tjaldur. Vit síggja eisini bátarnar úr Vestamanna, og hvítt drekastevnu kemur undan longst burtur. Tá var vanligt, at bátarnar stóðu til framsýningar báðar stevnudagarnar, og nógv fólk gingu millum bátarnar at síggja vøkru kappróðrarbátarnar. Men aftur til hagtølini. Læs resten →

Tey ungu hava ikki eins góðar dansimøguleikar og vit høvdu

Faroe Boys spældi í Sjónleikarhúsinum mikukvøld. Frá vinstru Tummas, Robert, Bjarni, Milson, Trygvi og Atli. 

Tá ið eg dagliga gangi fram við Sjónleikarhúsinum í Havn, hugsi eg mangan, hvussu góðar dansimøguleikar vit høvdu, tá ið vit vóru ung í 60-árunum. Tríggjar ferðir um vikuna vóru møguleikar at fara í dans. Mikukvøld og Sunnukvøld í Sjónleikarhúsinum og leygarkvøld í klubbanum og eitt skifti í Losjuni. Vildu tú hava gott pláss at dansa, fórt tú í dans klokkan hálvgum tiggju, og dansurin endaði á miðnátt. Í Sjónleikarhúsinum spældi Faroe Boys mikukvøld og Goggan sunnukvøld. Í klubbanum spældu ymsir tónleikarbólkar Simme og tey, Tey av Kamarinum og onnur. Men hvar blivu dansuviðurskiftini av hjá teimum ungu? Læs resten →

Ódnartøkini í Runavík vóru sum altíð væl avgreidd – og blíðskapurin var góður

Jallurin, sum er fremst, vann tveir av dreingjaróðrunum. Nærmast Báran, síðani Jallurin, Sílið, Drekin og Ørnin. (Mynd Hvannrók)

Tá eg leygarmorgunin í Álakeri sá rógvarar gera klárt at fara til Runavíkar at rógva ódnartøk, reikaðu tankarnir eina løtu, hvussu nógv føroyskur kappróður er broyttur, síðan eg fyrstu ferð fyri 55 árum síðani kom oman í gamla neystið Álaker. Og her hugsi eg eisini um flutningin av bátum. í 1962 var einki Argja Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørrur, og koyrast kundi ikki til Vestmannar ella Kollafjarðar, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 6. juni 1966. Tað vil siga, at tú slapst bara sjóvegis á jóansøku, vestanstevnu, eystanstevnu og norðoyastevnu. Havnar Róðrarfelag átti tá bara tríggjar bátar Havnarbátin, Ørv og Sílið. Læs resten →

Úr myndasavninum – 60 ára gomul mynd av tónleikabólkinum “Skiffle baljan”

Bólkurin Shiffle baljan” avmyndað í 1957. Frá vinstru: Magnus Pauli Magnussen, sáli, Kaj Åge Troest, Tórur Debes Joensen, Páll Johansen,, Finn Jacobsen og Kári Mouritsen. (Mynd Havnin – fólk og yrki. )

Unglingarnir á myndini eru skótar úr Skótaliði Sigmunds Brestissonur, sum í 1957 vóru á jambouree í Onglandi á 100 ára degi Baden Powells og 50 ára degnum hjá skótarøðsluni. Í Onglandi komu hesir ungu í sambandi við Skiffletónleikin, sum hevði sín uppruna frá trælunum í Amerika Trælirnir høvdu ikki talufrælsi, men brúktu tónleikin við heimagjørdu ljóðførum at siga frá. Í 1950-árunum vann hesin tónleikur fram, og nógvir tónleikabólkar, sum seinni gjørdust verðinskendir bólkar, byrjaða sum shifflebólkar. The Beatles er ein av bólkunum, sum hevði sín uppruna úr bólkinum The Quarrymen. Skiffleboard/washboard merkir vaksibretti, og tað vóru hesi húsahaldsljóðførini, sum komu at seta sín dám á tónleikin, sum var grein av jazz og bluestónleiki. Hesi heimagjørdu amboðini vóru at hoyra í tónleikinum, og serliga ljóðið frá vaskibrettinum eru kent frá nógvum kendum løgum. Hyggja vit nærri at myndini, so stendur Ceylon Tea á kassanum, og eg minnist væl hesar kassar frá Smæruni, har pápi mín arbeiddi. Tá keyptu tú te í leysari vekt. Eisini sígga vit vaskibrettið, tunnuna og blikkdósirnar. Tónleikararnir frá vinstru eru Magnus Pauli Magnussen, sáli, Kaj Åge Troest, Tórur Debes Joensen, Páll Johansen “á Lag, Finn Jacobsen, sáli og Kári Mouritsen. Á myndini eru teir millum fimtan og seytjan ára gamlir. Heimaftir úr Onglandi skipaði skótaliði fyri einum “Gang Show” í Sjónleikarahúsinum. Skifflebólkurin á myndini varð stovnaður til hesa framførslu. Minnist væl sum skóti, at til ymiskt undirhald og veitslur, vóru hesi heimagjørdu ljóðførini at síggja. (Vagnur)