
Rithøvundurin og listamaðurin William Heinesen varð føddur 15. januar í 1900 og andaðist 12. mars 1991. Á hundrað ára føðingardegnum 15. januar í 2000 varð vøkur standmynd avdúkað á vælegnaðum staði sunnanfyri Plantasjuna. (Myndir Vagnur)
Um dagarnar gerast túrarnir nógvir í Plantasjuni, tí hundurin dámar ikki og tolir ikki at ganga á saltdálkaðum gongubreytum og vegum. Tá er øðrvísi í Plantasjuni. Hevði myndatólið við mær í morgun, og fyrsti maðurin, eg møtti, var norðmaður við myndatóli við langari linsu. Ørindini í Plantasjuni vóru at taka myndir av ymsum fuglum. Ti, sum hann sigur, fuglar, sum ikki hoyra til í Føroyum, koma eisini framvið. Torført er at finna útav, um dunnurnar, dúgvurnar og annars smáfuglarnir fáa nógmikið at eta í kalda veðrinum. Í morgun vóru dunnurnar svangar, men eg sá, at onkur hevði longu givið dúgvunum millum trøini. Læs resten








