Tey, sum í landsstýrinum varða av Strandferðsluni, mugu hava misskilt okkurt. Tey halda, at skipini, sum sigla millum oyggjarnar, eru ævinlig gonguverk. Men so er ikki. Tey vita, at skip skulu á sleipistøðu til ársligt eftirlit, og tey vita, at okkurt knappliga kann ganga fyri umborð. Men støðan endurtekur seg ár um ár, tí einki eykaskip er til at taka. Og hvør merkir allar fyrst sviðan av øllum rumblinum, jú, fólkini á útoyggj. Í 2014 fingu skúvoyingar nýggjan/gamlan Sildbera, sum tey eru fegin um. Báturin er nógv sjógóðari enn gamli Sildberin, sum varð bygdur á Tvøroyri í 1979. Nýggi Sildberin siglur eisini skjótari og tekur fleiri ferðafólk. Men skúvoyingar sleppa ikki at hava bátin í friði, tá Teistin ella Ternan fáa afturvendandi brekini. Heilt ófatuligt og ábyrgdarleyst, at Strandferðslan ikki hevur eykaskip at seta inn. Politiskt má orsøkin vera, at talan er ikki um so nógvar veljarar. Og ikki vantar peningur, tí milliónirnar fossa í landskassin, tí skattainntøkurnar eru vaksnar nógv seinnu árini, og nú fær landskassin jú eisini eyka inntøku frá uppisjóvarvinnuni. Fólkini í Tinganesi, sum varða av Strandferðluni, mugu hava misskilt okkurt, (Vagnur)
Kategoriarkiv: Óbólkað
Nakrir tankar um møguligar broytingar í føroyskum kappróðri

Vit mugu syrgja fyri, at ítróttaliga virði fer fram í róðrunum. Mugu ikki vera bangin at broyta aldurmarkið. Vit eru í Miðvági. (Mynd Hvannrók)
Síðani aldaskiftið eru tvær vakrar sólskinssøgur hendar í føroyskum kappróðri. Barnaróðurin sá dagsins ljós, og bátar fóru at rógva ódnartøk. Men dapra hendingin var, tá teinarnir 2000 og 1500 metrar vóru strikaðar. Her misti føroyskur kappróður heilt nógv, og nakað av ”sjarmuni” fór. Orsøkin skuldi vera Kringvarpið, sum setti krøv, men orsøkin var ikki Sortudíki, men kring landið, har fólk ikki megnaðu at avgreiða róðrarnar til tíðina. Læs resten
Ódnartøkini í Runavík góvu ávísar áhugaverdar ábendingar
Væl fyriskipað ódnartøk vóru rógvin flaggdagin í Runavík, og har er altíð gott skil, skal eg heilsa og siga. Frálík róðrarlíkindi, nógvir bátar, nógvir áskoðarar og góð róðrarlíkindi, tó regnaði eitt sindur. Teinurin er 140 metrar, sum ikki kann sammetast við at rógva 1000 metrar í FM-róðrunum. Nógvar manningar rógva ikki ódnartók, men hóast hetta fáa vit ábendingar. Læs resten
Gloymdar myndir frá framsýning av modellskipum í Klaksvík
Í august mánað í 2009 vitjaði eg forvitnisliga framsýning í Klaksvík. Framsýningin av modelskipum, sum listamaðurin Hans Jacob Fuglø hevði smíðað, var í hølunum hjá EIK banka, sum vóru væl eygnað til endamálið, tí ljóst var inni, og hølini stór. Har vóru sluppir, motorbátar, trolarar, línubátar og skonnartir. Framsýning var latin upp nakrar dagar áðrenn, vit komu til Klaksvíkar, og tá var hópin av fólki komið saman, tá ið framsýningin lat upp, og sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein høvdu skipað fyri vegna Føroya Sjómannadag. Eg hevði myndatólið við til Klaksvíkar, og tað var áhugevert at síggja framsýningina og fleiri myndir eru niðanfyri av modellskipum. Læs resten
Úr myndasavninum – Vaktarskipið Niels Ebbesen skeyt í 1961 eftir skotska trolaranum Red Crusader
Summi barna- og ungdómsminni sita fastari enn onnur, og eitt av teimum, sum eg minnist serliga væl, var, tá ið danska “fregattin” Niels Ebbesen í 1961 skeyt eftir skotska trolaranum Red Crusader. Hendingin, sum fór fram norðan fyri Vágoynna, var serlig. Niels Ebbesen tók trolaran Red Crusader, sum fiskaði innanfyri føroyska seks fjóðringa fiskimarkið, sum var fiskimarkið í 1961. Manning frá verjuskipinum varð sett umborð á Red Crusader, men tá ið kósin skuldi setast ímóti Havnini, vórðu donsku vaktarmenninir stongdir inni í rúmi, og Red Crusader setti kós ímóti Skotlandi. Læs resten
Úr myndasavninum – Havi nógv góð minni um Jón Hansen
Longu sum smádrongur í 1950-árunum kom eg at kenna navnið Jón Hansen, tí Jón átti brúnu lastbilarnar, sum koyrdu í Havnargøtum. Á hurðunum stóð skrivað Jón Hansen telefon 1850. Eg kom at hitta og kenna henda merkismann í trimum ymsum tíðarskeiðum. Fyrst sum smádrongur í Smæruni, har pápi mín arbeiddi, síðani sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, tí Jón Hansen hevði fleiri Bedford-lastbilar, og seinastu árini í familjuni, tí Jón var systkinabarn vermammu mína, Miu Trónd, og vinmaður Hanus Jensen, verpápa mín. Myndina omanfyri tók eg av Jóni uppi á trøðni hjá honum summarið 1974 – sama árið, sum Jón doyði. Og myndin hevur sína søgu. Læs resten
Fann eisini nøvnini á manning umborð á sluppini King Arthur

King Arthur í Íslandi á sumri í 1924. Aftast f.v. standandi: Eliesar úr Múla, Hans Pauli Hansen (hjá Sigmalenu), Norðdepli, Hans Hansen (stóri Hanus), Eiði, Hanus Eysturtún, Tórshavn, Jóan Karl Absalonsen, Viðareiði, Zaharias á Stykkinum, Stykkinum, Sigurd Henriksen, Árnafirði, Ólavur í Todnesbuð, Norðdepli, Emil Johannnesen, Hvannasund, Jóan Hendrik Olsen, (hjá Sigmalenu) Norðdepli og Jakki Mikal Sørensen. (uppi við Garð), Viðareiði. Fremst sitandi f.v. Hans Edvard Joensen, Eiði, Jens Kristian Justesen (Kristian hjá Magnusi), Norðdepli, Hans Jákup Joensen (á Trætustykkinum), Eiði, Edmund Hansen, Ánirnar, Sámal Jákup Johannesen Ánirnar, Christian Christiansen (í Hvannasundi), Tórshavn, Símun Frederiksen), Múli og Hans Mikal Hansen (hjá Karli), Viðareiði. (Mynd Joensen prestur)
Í sambandi við grein um m/k Grundick kom eg eisini fram á nøvnini á manning, sum var við sluppini m/k King Arthur í Íslandi í 1924. Debes Christiansen skrivar undir nøvnunum, at Joensen prestur var fleiri summar í Nordfirði í Íslandi, har hann helt møtir fyri manningum á føroyskum skipum, sum komu inn at landa fiskin til skip, sum síðani sigldi fiskin til Føroyar til virkingar. Sum áður sagt, keyptu Havnar Jógvan og synirnir Chrstian og Sámal sluppina King Arthur í 1903. Eg havi tað soleiðis, at mynd missir virði, um myndatekstur ikki fylgir myndini. Í hesum førinum nøvnini á fiskimonnunum á myndini. Sjálvt um tú ikki kennir allar menninar, so er áhuguvert at síggja menninar, og kanska kennir tú okkurt eftirnavn. Umborð eru í tveimum førum faðir og sonur, og so eru tríggir brøður eisini umborð á King Arthur. Hjá mær er altíð serligt at síggja mynd av abba mínum Christiani í Hvannasund, tí hann doyði, áðrenn eg varð føddur. Spell ikki at hava hitt hann. Myndina omanfyri havi eg sæð áður, men nú eru so nøvnini eisini komin á pláss. (Vagnur)
Kappingarskráin í bestu mansdeild er alt ov illa løgd

VÌF hevur enn teoretiskan møguleika at koma í FM-finalurnar, men so mugu fyrst allir restandi dystir vinnast.
Hetta er bara ov vilt, sum fer fram í bestu mansdeild í løtuni. Ongantíð áður í føroyskari hondbóltssøgu er manskappingin so illa løgd sum í vetur. Mansliðini eru sjey í tali og spæla dupulta kapping. Tað vil siga tveir dystir hvør ímóti øðrum fyri jól og tveir dystir eftir jól. Men hvat ger HSF? Í tíðaskeiðnum frá 22. mars til 31. mars spæla VÍF og Kyndil tríggjar dystir hvør ímóti øðrum, og H71 og Neistin spæla báðar dystirnar í seinnu hálvu í somu viku. Tey, sum leggja kappingina, mugu hava misskilt uppgávuna. Og virðingin fyri stigatalvuni er heldur ikki nóg góð. Læs resten
Ítróttahøllin á Hamrinum er nossligasta høllin í Suðurstreymoy
Leygarmorgunin var eg fyrstu ferð í nýggju høllini á Hamrinum. Gjørdist bæði ovfarin og glaður at síggja hesa vøkru og góðu høll. Hugnalig ljós høll við góðum útsýni yvir Havnina, og sum uttan iva er nossligasta høllin í Suðurstreymoy. Tó er at siga, at talan er um eina venjingarhøll við ikki so nógvum áskoðaraplássum.
Læs resten
Nógv góð ungdómsminni í Doktar Jakobsensgøtu

Myndin tikin einaferð í 1930-árunum. Nærmast høgrumegin Skálabúðin og síðani húsini hjá Bena Wardum.
Við sorgblídni at síggja gomlu myndina av Doktar Jakobsensgøtu. Bilarnir siga frá, at myndin er tikin einaferð í 1930-árunum. Serliga venda eyguni ímóti húsunum næst til høgru omaneftir. Hetta eru húsini hjá Bena og Katrinu Wardum, sum tey bæði yvirtóku í 1956, eftir at hava búð við Landavegin hinumegin ánna við Vesturkirkjuna. Bena og Katrina áttu tveir dreingir, elst Virgar, sum um tjúgu ára aldur flutti til Íslands, og yngri sonurin Bergur Wardum, sum andaðist herfyri. Familjan var nærmasti granni hjá okkum við Landavegin, til tey fluttu heim í Dr. Jacobsensgøtu. Vit ungu komu mangan í heimið hjá Bena og Katrinu. Og minnini eru góð. Læs resten





