Kári Nielsen skal venja A-manslandsliðið í hondbólti

Kári hevur framt dygdararbeiði sum venjari í H71.

Í døgunum 26. til 29. oktober skal A-manslandsliðið til Luxembourg at spæla tveir landsdystir, og møguliga kemur Belgia eisini til Luxembourg at spæla ímóti føroyingum. Eftir at A-landsliðsvenjarin Dia Midjord gjørdist stjóri í Kringvarpi Føroya, mátti hann siga landsliðsstarvið frá sær, og HSF hevur heitt á hjálparvenjaran Kára Nielsen um at taka sær av ferðini til Luxembourg.

Kári Nielsen hevur stóran áhuga í ungdómshondbólti í Føroyum, og hann er maðurin aftan fyri stóru menningini av ungum mansspælarum í H71, sum hevur vunnið tvey meistaraheiti við honum sum venjara.

Nú hevur hann tikið uppgávuna á seg at venja A-manslandsliðið, og sum eg skilji, er avtalan fyrst um ferðina til Luxembourg, tí Kári venur eisini U21 manslandsliðið. Hvussu fer Kári at taka út landsliðið við so stuttu skotbrái? Læs resten

Vit fingu eina ábending í Hoyvíkshøllini leygardagin seinnapart

Stjørnan og Neistin hava manningar til oddasessirnar.  (Mynd Álvur)

Tað er altíð spennandi at finna út av, hvussu hondbóltsliðini eru mannað, og hvussu tey standa seg fyrstu dystirnar. Men spurningur er, um báðir steypadystirnir í Hoyvíkshøllini leygardagin seinnapart góvu ábending um nakað sum helst. Jú, dystirnir góvu sjálvandi ávísa ábending. Neistakvinnur eru væl fyri og fara óivað at spæla í FM-finalunum. Stjørnukvinnur vóru nakað trilvandi, har fleiri spælarar sýnast tungir á fótum og ikki eru í nóg góðari venjing. Mansliðið hjá H71 er væl fyri, men fær torført við núverandi manning at spæla seg í FM-finalurnar, og neistamenn fáa tað trupult. Men hetta eru alt gitingar, tí liðini standa og falla við fáum “stjørnum”. Læs resten

Ítróttahallirnar í Klaksvík hava stórar fíggjarligar trupulleikar

Hallirnar í Klaksvík hava ótrúligan stóran týdning fyri ungdómstrivnaðin í býnum. (Mynd Vagnur)

Eg hoyrdi um dagarnar innslag í útvarpinum borgarstjóran í Klaksvík siga, at KÍ høllin og Badmintonhøllin í Klaksvík hava stórar fíggjarligar trupulleikar, og at tey arbeiða saman við Norðoyar Sparikassa at finna eina loysn. Sum eg skilti á samrøðuni við borgarstjóran, er fíggjarknúturin ikki lættur at loysa. Talan eru um 2-siffrað millióna upphædd. Komi at hugsa um prátið millum manna, har summi halda, at ítróttahallir og fótbóltsvallir eru kommunalar uppgávir, meðan onnur halda, at sjálvandi skulu ítróttafeløgini gjalda at brúka vallir og hallir. Longu í 2009 fekk eg at vita í Badmintonhøllini í Klaksvík, at tey megnaðu slett ikki at svara hvørjum sítt, og at tey bara lótu standa til. Ítróttafeløgini kring landíð hava ymsar umstøður, tá ið talan er um at gjalda hallarleigu. Læs resten

Fólk fylgja væl við, hvussu gongst Kára Reynheim í NSÍ

NSÍ spælararnir kunnu vera nøgdir við avrikið higartil í kappingini. (Mynd NSÍ)

Í vár var eg ikki sørt spentur, hvussu fór at gangast Kára Reynheim sum venjari í Runavík, tí Kári segði einaferð alment í fjølmiðlunum, at feløg høvdu ikki brúk fyri honum sum venjara. Og tað má eg siga. Kári fekk torføra venjarauppgávu í NSÍ, tí NSÍ byrjaði mest sum úr nýggjum við ungum ágrýtnum spælarum pluss einir tveir eldri spælarar. Hinir royndu spælararnir vóru farnir í onnur feløg millum annað í B68. Stórt herðaklapp frá mær til Kára Reynheim, sum hevur fingið nógv burturúr ungu manningini í Runavík. Einaferð í summar sá heldur myrkt út, tí NSÍ lá nær niðurflytingarlinjuni, men nú er sloppið. Læs resten

Hondbóltsfeløg kunnu ikki leggja saman uttan ymsar HSF treytir

Her spælir Tjaldur í hvítum búnum ímóti VÍF. Hvussu við nýggja búnanum?

Á midnátt í gjárkvøldið var seinasta freist hjá feløgum at gera viðmerkingar til uppleggið til landskappingina í vetur, sum er løgd. Og í tøkum tíma boðaði VÍF og Tjaldur frá, at liðini í bestu og næst bestu kvinnudeildum leggja saman í fyrsta umfari kappingina komandi. Men at leggja lið saman er lættari sagt enn gjørt, tí ymsar treytir skulu fylgjast í HSF høpi, áðrenn samanleggingin gerst veruleiki. Eg havi spurt í Hondbóltssambandinum, hvussu mannagongdirnar eru, tá ið lið vilja leggja saman.   Læs resten

Hondbóltsfeløg taka ikki dómaratrupulleikan í nóg stóran álvara

Tað líkist ongum, at feløgini ikki hugsa meira um at útvega fleiri dómarar.

Um dagarnar hevur HSF og hondbóltsdómarafelagið skipað fyri stórum átakið til tess at betra um dómaratrupulleikan, tí vit hava fleiri ferðir staðfest, at ov fáir dómarar eru til at taka, skulu vit hava líkinda hondbóltskapping í Føroyum. Hondbóltsdómarafelagið, sum ger dygdararbeiði,  hevur sent út niðanfyri skriv, sum staðfestur, at hondbóltsfeløgini kring landið taka ikki dømingina í nóg stóran álvara. Hetta er ótrúliga spell, tí kappingin seinast var darvað av, at dystir máttu flytast til allar dagar í vikuni, tí ov fá A-dómarapør vóru at døma dystirnar. Hetta førdi til færri áskoðarar, færri inntøkur til feløgini og minni áhuga frá fjølmiðlunum. Lesið skrivið frá hondbóltsdómarafelagnum niðanfyri. (Vagnur) Læs resten

Kvinnulandsliðið úttikið til landsdystirnar í Finnlandi

Vinstrahenti spælarin Durita Christophersen er á landsliðnum og skal møguliga spæla við Stjørnuni..

Landsliðsvenjarin Claus Rasmussen hevur nú tikið út teir fjúrtan spælararnar, sum skulu spæla tveir landsdystir í Finnlandi í døgunum 28. september til 1. oktober. Spælararnir eru hesir: Úr VB Gurid Mortensen og Helga Kjærbo, Úr Kyndli Anja Heinadóttir og Turið Arge, úr Stjørnuni Lovisa Lassen og Durita Chirstophersen, úr Neistanum Jacklin Durhuus, Birita Wardum, Marjun Danberg, Bára Hansen og Maria Svabo Samuelsen, úr VÍF Liljan Durhuus, úr FIF í Danmark Halla Midjord og úr Team Amager Erla Eliasen. Landsliðsvenjing hevur verið um vikuskiftið, har venjingarstøðan hjá spælarum eisini er kannað. Landsliðið venur tvær ferðir saman aftrat, áðrenn farið verður til Finnlands. Áhugavert at hoyra, at Durita Christophersen kanska kemur aftur í føroyskan hondbólt. Hon er í starvsvenjing í Havn, fer aftur til Danmarkar 28. oktober, og tá er alt meira óvist hjá Duritu. (Vagnur)

Nýggja gólvið í høllini á Hálsi er klárt at brúka mánadagin

Í morgun vantaði bara at strika upp hondbóltsvøllin á gólvið. (Mynd Vagnur)

Teir arbeiða av lívsins kreftum í høllini í Hálsi til tess at fáa høllini klára at taka í nýtslu mánadagin 10. september. Í morgun var eg í høllini, og tá løgdu teir seinastu hond at leggja á linoliumsgólvið, sum er av sama slagi sum gamla gólvið. Síðani er bara eftir at strika upp hondbóltsvøllin. Tá ið tað er gjørt, skal gólvið viðgerðast á serligan hátt, sum er ógvuliga týdningarmikið fyri framtíðina hjá gólvinum. Nú eru gólvið og skiftingarrúmini umvæld, næsta stigið er at skifta út takið og at umvæla áskoðaraplássini. Læs resten

Nógv fólk vilja síggja polska seglbátin Rzeszowiak

Polski seglbáturin við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Í gjárkvøldið spákaði eg mær út undir Bakka at hyggja at polska seglbátinum, sum kom á Havnina í gjár. Nógvir bilar og nógv fólk, og eingin ivi er um, at føroyingurin kring landið hevur fylgt bjargingini av polska seglbátinum, sum var í havsneyð á Føroya Banka. Í morgun hevði eg myndatólið við mær, og framvegis komu fólk at hyggja at seglbátinum. Meistarliga bjargingin eydnaðist væl, og tú sært umborð á seglbátinum, hví ein av manningini doyði, og tveir aðrir meislaðust, tí onnur masturin er brotnað niður yvir menninar og kroyst teir. Seglbáturin er annars sjógott far. Læs resten

Sophus Dal Christiansen skal venja ÍA av Argjum

Nýggja hondbóltsfelagið á Argjum brynjar seg til nýtt kappingar, og felagið hevur sett roynda venjaran Sophus Dal Christiansen at venja besta manslið. ÍA, sum hondbóltsfelagið eitur, fluttu í vár úr 2. deild í 1. deild, og so er spurningurin, um leiðin gongur víðari upp í bestu deildina.

Sophus sigur, at enn er ov tíðliga at tosa um bestu deildina, tí spælararnir í hópinum eru ungir dreingir og nakrir eldri spælarar.

– Eg meti uppgávuna at venja ÍA eina minni uppgávu enn at venja lið í bestu deildini, og eg havi tikið av venjaratilboðnum, tí eftir tvey ára venjarasteðg, vil eg aftur vera knýttur eitt sindur at hondbóltinum, sigur Sophus. Læs resten