Ítróttahallirnar í Klaksvík hava stórar fíggjarligar trupulleikar

Hallirnar í Klaksvík hava ótrúligan stóran týdning fyri ungdómstrivnaðin í býnum. (Mynd Vagnur)

Eg hoyrdi um dagarnar innslag í útvarpinum borgarstjóran í Klaksvík siga, at KÍ høllin og Badmintonhøllin í Klaksvík hava stórar fíggjarligar trupulleikar, og at tey arbeiða saman við Norðoyar Sparikassa at finna eina loysn. Sum eg skilti á samrøðuni við borgarstjóran, er fíggjarknúturin ikki lættur at loysa. Talan eru um 2-siffrað millióna upphædd. Komi at hugsa um prátið millum manna, har summi halda, at ítróttahallir og fótbóltsvallir eru kommunalar uppgávir, meðan onnur halda, at sjálvandi skulu ítróttafeløgini gjalda at brúka vallir og hallir. Longu í 2009 fekk eg at vita í Badmintonhøllini í Klaksvík, at tey megnaðu slett ikki at svara hvørjum sítt, og at tey bara lótu standa til. Ítróttafeløgini kring landíð hava ymsar umstøður, tá ið talan er um at gjalda hallarleigu.

Í Havn er tað soleiðis, at fótbóltsfeløgini spæla ókeypis á fótbóltsvallunum í Havn og á Argjum, og tað eru fótbóltsfeløgini, sum fáa allar lýsingainntøkurnar um vallirnar. Tá kemur til innanduraítróttin gjalda tildømis hondbóltsfeløgini 75 krónur um tíman at venja og spæla dystir í høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini. Hallirnar eigur Tórshavnar kommuna. Kyndil, Fleyr og Neistin eiga Gundadalshøllina, og feløgini gjalda 130 krónur um tíman allar dagar í viku. Men feløgini fáa eisini hallarstuðul til ung frá Tórshavnar kommunu, og feløgini fáa stuðul alt eftir, hvussu nógva hallarleigu samanlagt feløgini gjalda. Fleyr venur t.d. bara í Gundadalshøllini, og taka vit hallarstuðulin frá TK við í roknistykkið, so gjaldir Fleyr einar 80 krónur um tíman í Gundadalshøllini.

Tá ið eg hoyri frá summum feløgum kring landið, at tey gjalda millum 200 og 400 krónur fyri tíman í hallarleigu, má sigast, at feløgini arbeiða undir ymsum fíggjarligum viðurskiftum. Tað er einki dulsmál, at Tórshavnar kommuna er væl fyri fíggjarliga, og tá ið fótbóltsfeløgini sleppa at spæla ókeypis á fótbóltsvallunum, so skal innanduraítrótturin sjálvandi eisni hava somu sømdir, tí fótbóltsvallirnir kosta sanniliga nógv í raksti. Sjálvur havi eg verið nevndarlimur í Gundadalshøllini síðani 1991. Høllin er góðum standi og skyldar einki. Feløgini í Gundadalshøllini hava tann fyrimun, at tey sjálvi gera av, hvat høllin skal brúkast til. Tað kunnu feløg, sum venja í hallum hjá kommunum ikki, tí kommunan leigir eisini hallirnar út til ymisk tiltøk sum dans, konsertir og ymsar framsýningar.

Venda vit aftur til hallartrupulleikarnar í Klaksvík, so skal Klaksvíkar kommuna sjálvandi taka um endan, tí talan er um virksemið hjá ungdóminum og harvið trivnaðin í býnum. Kommunurnar eiga at gjalda fyri karmarnar, meðan feløgini taka sær av ítróttavirkseminum. Hetta er góður býtislykil. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *