Fólk fylgja væl við, hvussu gongst Kára Reynheim í NSÍ

NSÍ spælararnir kunnu vera nøgdir við avrikið higartil í kappingini. (Mynd NSÍ)

Í vár var eg ikki sørt spentur, hvussu fór at gangast Kára Reynheim sum venjari í Runavík, tí Kári segði einaferð alment í fjølmiðlunum, at feløg høvdu ikki brúk fyri honum sum venjara. Og tað má eg siga. Kári fekk torføra venjarauppgávu í NSÍ, tí NSÍ byrjaði mest sum úr nýggjum við ungum ágrýtnum spælarum pluss einir tveir eldri spælarar. Hinir royndu spælararnir vóru farnir í onnur feløg millum annað í B68. Stórt herðaklapp frá mær til Kára Reynheim, sum hevur fingið nógv burturúr ungu manningini í Runavík. Einaferð í summar sá heldur myrkt út, tí NSÍ lá nær niðurflytingarlinjuni, men nú er sloppið.

Kári kann vera nøgdir við avrikið higartil. (Mynd NSÍ)

Eg kenni væl Kára Reynheim, sum eg vandi sum hondbóltsspælara og var smíðlærari hjá honum eitt skifti í fólkaskúlanum. Kári er ein einari og bersøgin, og hann er ein av føroysku hetjunum frá Landskrona 12. september 1990, tá ið Føroyar vunnu á Eysturríki. Kári, sum spældi 27 landsdystir, spældi á landsliðnum frá 1988 til 1995. Hann er uppvaksin í HB, men spældi eitt skifti í B36, har hann var ein stjørna, tí fólk dáma so væl Kára sum persón. Av stórum uppgávum vandi Kári eitt skifti B71.

Eg havi tosað við nógv fólk í Havn, sum fylgja væl við, hvussu gongst Kára sum venjari í NSÍ, tí fólk eru góð við Kára, tí hann stendur fyri nøkrum, sum tú fellur fyri í ítróttinum. Kári var altið í góðari venjing, stríddist allar minuttir á vøllinum, og so heldur hann seg ikki aftur, tá nakað álvarsligt skal sigast. Vit vistu, at Kári fór undir torføra uppgávu í NSÍ, men í Runavík eru fólk nøgd við avrikið hjá NSÍ, sum nú hevur 30 stig og hevur millum annað vunnið á EB/Streymi, Víkingi og HB.

NSÍ liðið er mannað við heilt ungum ágrýtnum spælarum, og eg hoyri nøvn sum Helga Petersen og Sjúrð Jacobsen, sum eru gamlir í garði í NSÍ. Liðið byrjaði nakað trilvandi í kappingini, tapti fyrsta dystin ímóti ÍF 2-1, vunnu 2-0 á TB og fingu javnleik 0-0 ímóti FC Suðuroy, men so tapiti liðið fýra næstu dystirnar. Men í seinastuni hevur gingið væl, og liðið vann á HB í gjárkvøldið. Eitt skifti var vandi á ferð, tí NSÌ var nær niðurflytingarlinjuni, men nú er vandin av, tí NSÍ hevur 30 stig. Frálíkt avrik av Kára Reynheim og NSÍ spælarunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *