Teir arbeiða av lívsins kreftum í høllini í Hálsi til tess at fáa høllini klára at taka í nýtslu mánadagin 10. september. Í morgun var eg í høllini, og tá løgdu teir seinastu hond at leggja á linoliumsgólvið, sum er av sama slagi sum gamla gólvið. Síðani er bara eftir at strika upp hondbóltsvøllin. Tá ið tað er gjørt, skal gólvið viðgerðast á serligan hátt, sum er ógvuliga týdningarmikið fyri framtíðina hjá gólvinum. Nú eru gólvið og skiftingarrúmini umvæld, næsta stigið er at skifta út takið og at umvæla áskoðaraplássini.
Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu beint fyri ársskiftið í 1970, og hetta var ótrúliga stórt frambrot í høvuðsstaðnum. Høllin æt tá Tórshavnar samkomu- og ítróttahøll, tí høllin skuldi hýsa øðrum virksemi enn bara ítrótti. HB, B36, Kyndil, Neistin og Havnar Badmintonfelag høvdu rættindini til nýggju høllina, men tá ið Havnar Badmintonfelag fekk egnu høll, sum varð bygd omaná gamla svimjihylinum fyrst í 80-árunum, fór Havnar Badmintonfelag úr høllini á Hálsi. Høllin á Hálsi hevur vérður stongd í august mánað. Tað kostar 2,5 milliónir at umvæla gólvið
Tá ið hugsað verður um alt virksemið í høllini við sama gólvið í 42 ár, so hevur gólvið hildið ótrúliga væl. Umframt ítrótt, hevur høllin hýst bilframsýningum, keypsstevnum, konstertum, dansum, samkomum og øðrum tiltøkum. Høllin á Hálsi var í 1970 longu ov lítil, tí høllin kundi sletta ikki nøkta tørvin á venjingartímum. Tí var Gundadalshøllin bygd í 1984, og fyrsta septembur í 2001 byrjaðu tey at byggja Hoyvíkshøllina. Tríggjar hallir til hondbólt eru í Havn, men Havnin eigur at hava fimm hallir, skal tørvurin á venjingartímum nøktast í høvuðsstaðnum. (Vagnur)
–
