Kvinnulandsliðið úttikið til landsdystirnar í Finnlandi

Vinstrahenti spælarin Durita Christophersen er á landsliðnum og skal møguliga spæla við Stjørnuni..

Landsliðsvenjarin Claus Rasmussen hevur nú tikið út teir fjúrtan spælararnar, sum skulu spæla tveir landsdystir í Finnlandi í døgunum 28. september til 1. oktober. Spælararnir eru hesir: Úr VB Gurid Mortensen og Helga Kjærbo, Úr Kyndli Anja Heinadóttir og Turið Arge, úr Stjørnuni Lovisa Lassen og Durita Chirstophersen, úr Neistanum Jacklin Durhuus, Birita Wardum, Marjun Danberg, Bára Hansen og Maria Svabo Samuelsen, úr VÍF Liljan Durhuus, úr FIF í Danmark Halla Midjord og úr Team Amager Erla Eliasen. Landsliðsvenjing hevur verið um vikuskiftið, har venjingarstøðan hjá spælarum eisini er kannað. Landsliðið venur tvær ferðir saman aftrat, áðrenn farið verður til Finnlands. Áhugavert at hoyra, at Durita Christophersen kanska kemur aftur í føroyskan hondbólt. Hon er í starvsvenjing í Havn, fer aftur til Danmarkar 28. oktober, og tá er alt meira óvist hjá Duritu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *