Nýggja hondbóltsfelagið á Argjum brynjar seg til nýtt kappingar, og felagið hevur sett roynda venjaran Sophus Dal Christiansen at venja besta manslið. ÍA, sum hondbóltsfelagið eitur, fluttu í vár úr 2. deild í 1. deild, og so er spurningurin, um leiðin gongur víðari upp í bestu deildina.
Sophus sigur, at enn er ov tíðliga at tosa um bestu deildina, tí spælararnir í hópinum eru ungir dreingir og nakrir eldri spælarar.
– Eg meti uppgávuna at venja ÍA eina minni uppgávu enn at venja lið í bestu deildini, og eg havi tikið av venjaratilboðnum, tí eftir tvey ára venjarasteðg, vil eg aftur vera knýttur eitt sindur at hondbóltinum, sigur Sophus.
Nýggja hondbóltsfelagið á Argum hevur fingið góða undirtøku millum ungdómin á Argjum, og í vár boðaði felagið frá, at 120 spælarar vóru longu komnir í felagið, og tá vóru gentur ikki byrjaðar at spæla hondbólt í felagnum. Í vár hátíðarhildu fólk dagin, tá ið mansliðið í 2. deild flutti upp í 1. deild, og nú fáa spælarar nýggja avbjóðing, tí ÍA skal spæla ímóti ungum spælarum, sum bæði kunnu spæla í bestu deildini og í 1. deild sama dag. Eg havi spurt venjaran Sophus Dal Christiansen, hvussu møguleikarnir eru at fáa nóg mikið av venjingartið, tá ið eingin høll er á Argjum?
– ÍA hevur fingið venjingartíð í Hoyvíkshøllini og høllini á Hálsi, men tímarnir eru ikki nógvir. Vit venja mikudag frá 17.30 til 19.00 í Hoyvík, har vit venja fyrsta hálva tíman í fimleikahøll og venja ein tíma í høllini. Fríggjadag venja vit klokkan 20.00 til 22.00 í høllini á Hálsi, men tá venja unglingar eisini. Síðani hava vit høllina í nýggja skúlanum á Argjum til at taka. Høllin hevur fulla breidd, men ikki fulla longd, men umstøðurnar eru góðar at venja ymsar hondbóltsvenjingar, sigur Sophus.
Einki er at dylgja, at tað er lætt hjá nýggjum liðið at koma í bestu hondbóltsdeildina, tí eingin niðurflyting er úr bestu deildini, og tað er bara ÍA, sum kann flyta upp, tí hini liðini í 1. deild hava lið í bestu deildina. Sjálvur haldi eg, at ÍA skal ikki í fyrstu syftu fara eftir at koma í bestu deildina, tí hevur felagið ikki nóg gott bakland bæðí ítróttaliga og fíggjarliga, so kann átakið á Argjum miseydnast. Eg vildi sagt, at ikki fyrr enn ein høll kemur á Argjum, kann ÌA byrja at tosa um at spæla í bestu deildini. Men, hvat heldur Sophus um hetta?
– Eg haldi, at vit í ÍA skulu taka tað róliga og byggja upp. Vit hava nógvar ungar spælarar, sum hava roynt seg í Neistanum, Kyndli og H71, men nú vilja spæla á Argjum, men summir av dreingjunum spælar eisni fótbólt. Síðani eru eisini nakrir eldri spælarar, sum hava spælt í øðrum felagnum. Eg haldi ikki, at vit longu nú skulu tosa um at flyta upp í bestu deildina, men heldur síggja, hvussu fer at gangast okkum í 1.deild í vetur, sigur Sophus at enda. (Vagnur)
