Birgir Hansen, venjari, fekk blóðtøpp í annan tjúkkan

Birgir hevur fingið førleikan aftur, og lagið er gott. (Mynd Vagnur)

25. januar í ár gavt Birgir Hansen at venja neistakvinnur, og bara fáar dagar seinni 4. februar endaði hann á deild 8 á Landssjúkrahúsinum við blóðtøppi í øðrum tjúkkanum.

– Eg føldi meg ikki heilt væl fyri jól í fjør og ætlaði at gevast sum venjari, men eg byrjaði tó aftur eftir jólafrítíðina. Men mánaða seinni datt eg um uttan fyri hjá mammu og endaði á deild 8 við blóðtøppi. Nú havi eg fingið førleikan aftur, sigur Birgir.

Í morgun kom eg fram á eina mynd í myndagoymsluni av Birgiri Hansen, sum 25. januar í ár bráddliga gavst sum venjari hjá neistakvinnum.

Tá ið eg sá myndina, hugsaði eg, at eg hevði slett ikki sæð Birgir, síðani hann fór frá sum venjari hjá neistakvinnum. – Eg ringdi til Birgir, og eg hevði yvirskriftina til grein í høvdinum, sum ljóðaði nakað soleiðis “Hvat bleiv av Birgiri Hansen venjara? Og eg bleiv ikki sørt skakkur, tá ið Birgir segði mær í telefonini, hvat hann hevur verið ígjøgnum síðani 4. februar í ár.

– Eg ætlaði ikki at halda fram at venja neistakvinnur eftir seinasta kappingarár, men kvinnurbólkurin vildi hava meg at halda fram og boðaði frá, at spælarahópurin var hin sami, og eg tók av. Men tí verri gjørdist soleiðis, at hjálparvenjarin Sigrun Mikkelsen kundi ikki traðka til fyrr enn eftir jól, tí stóð eg einsamallur sum venjari í fyrru hálvu.

– Fyrst í desember mánað í fjør føldi eg meg ikki nóg væl, orkan var ikki rættiliga har, og eg ætlaði tí at gevast sum venjari í jólasteðginum. Men steðgurin gav mær nakað av orku, og eg helt fram at venja kvinnurnar saman við Sigrun. Men fyrst í januar mánað var orkan og hugurin framvegis ikki rættiliga til staðar, millum annað tí, at ymsir trupulleikar vóru í hópinum, og at vit so taptu hálvfinaluna í steypakappingini. Tá tók eg avgerðina at gevast, sum kundi tykjast løgið hjá spælarum og øðrum. Eg var blivin troyttur og ilskaðist mangan um smáting undir venjing og í dystum, tí var best at gevast júst tá.

– Nakrar dagar seinni tann 4. februar hendi so tað, at eg small um á trappuni hjá mammu og endaði á deild 8 á Landssjúkrahúsinum. Og tað má eg siga. Eg fekk fyrsta floks umsorgan og viðgerð frá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum. Blóðtøppurin, sum var í øðrum tjúkkanum, fór víðari í lunguni, har hann upploystist ella knústist.

– Eg var á sjúkrahúsinum í fjúrtan dagar, har eg fór í gjøgnum ymsar kanningar, og eg var sjúkrameldaður frá arbeiði í tveir mánaðir og skuldi møta til ymsar kanningar á sjúkrahúsinum. Eg var aftur til kanning í mai mánað og nú í august mánað. Førleikin er komin aftur, og til seinastu viðtalu á Landssjúkrahúsinum 30. august søgdu tey meg vera frískan, og at eg kundi halda uppat at taka blóðtynnandi heiluvágin, sum eg hevði tikið hesa tíðina.

– Eg havi tað gott, men eg skal ansa mær, tí tað tekur tíð at fáa immunverjuna í kroppinum í lagi aftur. Stutt eftir eg kom heim, fekk eg krím í tríggjar, fýra vikur, og hetta setti  meg aftur í uppvenjingini.

Á sjúkrahúsinum kundu tey ikki vísa á, at eg møguliga varð blivin strongdur í hondbóltinum ella í arbeiðinum, men eingin ivi eru um, at nøkur sjúkratekin vóru at hóma í fjør heyst, sum eg ikki tá megnaði at gjøgnumskoða nóg væl, sigur Birgir.

Birgir Hansen er góður venjari og hevur stóran áhuga í hondbólti. Kári Nielsen og hann vandu á sinni H71, og teir byrjaðu eisini hondbóltslinjuna í Hoyvík, har skúlanæmingar kundu velja hondbólt sum vallærugrein. Men hevur Birgir slept øllum hondbólti?

– Dia Midjord, Kári Nielsen og eg hava gjørt upplegg til Hondbóltssambandið, sum kann menna ungar hondbóltsspælarar kring landið. Eg hjálpti U 16 og U18 landsliðunum í hondbólti, sum í summar fóru til Partille cup í Svøríki, men eg fari ikki at venja lið burturav, sigur Birgir at enda.

Tað er hart arbeiði at vera venjari í bestu deildunum, og vit kenni dømi bæði í Føroyum og uttanlands, hart fólk gevast sum venjari, tí strongdin gerst ov stór. Ein venjari segði mær, at stævnast var ikki sjálv venjingin, men dystirnir. Er dystur sunnudag, so er dysturin í tonkunum  allar vikuna. Lættari er sjálvandi, tá ið gongst væl, enn tá ið gongst minni væl. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *