Tað pínur mínar hjartastreingir, tá hondbóltsfeløgini nú gráta um ov fáar venjingartímar. Fýra hondbóltsfeløg eru í høvuðsstaðnum: ÌA av Argjum, H71 í Hoyvík, Kyndil og Neistin. Tríggjar eru hallirnar: Høllin á Hálsi, Hoyvíkshøllin og Gundadalshøllin. Umleið 18.000 fólk búgva í Suðurstreymoy, tað vil siga 6000 fólk pr. høll. Sammeta vit við onnur støð í Føroyum, so er Havnin so dyggiliga afturútsigld. Men alt kundi verið øðrvísi, um høllin við Landavegin varð bygd. Men øvundsjúka, mótvilji í Mentamálaráðnum, mótvilji í umsitingini kommununi og nøkur snævurskygd neistafólk gjørdu, at hallarbólkurin varð slitin upp. Vit høvdu øll kort á hondini eisini fíggjarliga. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Føroyingar hava altíð ferðast víða úti í heimi
Minnist, tá eg, sum smágenta, sat á køksborðinum og sang við harðari rødd “eg eigi eina mostur í Amerika, eg eigi eina mostur í Amerika………………..”. Men tað átti eg ikki, tí hon doyði, áðrenn eg varð fødd. Eg bleiv kallað upp eftir hesari mostur, sum æt Christiane. Familjan helt tó, at Christiane ljóðaði ov gamalt, og at stór synd var at lata barnið eita so. Tosað varð aftur og fram og endin var, at eg varð doypt Chirstin og rópt Kirstin, men “Ch” var eftir Christiane. (Greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate skrivað)
Læs resten
Ein atkvøða vantar á tingi, so er hjúnarbandslógin broytt
Á síðu ellivu í Sosialinum, sum kom um vikuskftið, eru nógv áhugaverd nøvn at síggja. Á vinstru síðu sekstan nøvn, sum í spurnarkanning hava sagt ja at broyta hjúnarbandslógina. Høgrumegin tíggju nøvn, sum siga nei, og niðri undir seks nøvn, sum ikki vilja svara. Hetta sigur okkum, at nú vantar bara ein atkvøða, so kann hjúnarbandslógin samtykkjast á tingi einaferð med alla. Tá eg síggi slíkt, rennur mær til hugs, hví øll í Tjóðveldi, øll í Framsókn og nøkur javnaðarfólk siga ja, meðan tildømis allur Fólkaflokkurin sigur nei. Orðið etikkur sýnist sum afturvendandi orð í hjúnarbandsmálinum. Men hvat er í veruleikanum etikkur. Læs resten
Sildberin hevur nú í eitt ár siglt um Skúvoyarfjørð
Tá eg í morgun leitaði mær oman á Vestaru bryggju, lá ferðamannaskipið Sildberin við bryggju. Eg kom í prát við skiparan Jóan Petur Kjartansson Hentze, og tað var ein væl nøgdur Jóan Petur, eg tosaði við. Uttan at blunka, segði hann mær, at tey eru sera væl nøgd við nýggja Sildberan, nú hann í eitt ár hevur siglt um Skúvoyarfjørð. Hóast heldur vánaligt summar hevur báturin hetta árið siglt umleið 6000 ferðafólk, og hetta er meira enn 50% vøkstur í mun til gamla Sildberan. Og Jóan Petur heldur fram: Læs resten
Gongurólvur, sum fór í hvirlu, verður neyvan gjørdur aftur
Tað var tann tíð, tá allir kappróðrarbátar vóru koyrdir í lastbilum ella stórum vørubilum á stevnu. Men lætt var ikki altíð at fáa bilar, tí útvegaðu feløg sær hesar vognarnar. Trupulleikin er bara, at vognarnir eru lættir, og bátarnir á vognunum taka nógvan vind á seg. Er nógvur vindur og kanska hvirlur, eru bátarnir útsettir, tí hvirlan fær lætt tak í bátin. Og tað júst tað, sum hendi, tá Gongurólvur á veg til Havnar var komin til Oyrareingir í Kollafirði, tá hvirla tók Gongurólv út av vegnum. Gongurólvur er illa farin og verður neyvan gjørdur aftur. Bjarti Mohr koyrdi henda dagin Sílið og mátti seta upp á Kjalnesi. Og hann sigur: Læs resten
B36 vann fyrsta FM-heitið í 1946 í finaludysti ímóti VB

B36 føroyameistari 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óla Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)
Sunnudagin vann B36 føroyameistaraheitið, sjálvt um trý umfør eru eftir at spæla. Øll eru samd um, at B36 vann uppiborið meistaraheitið 2015. Ellivu meistaraheitið eru vunnin, síðani felagið varð stovnað í 1936. Tað skuldu ganga tíggju ár, áðrenn B36 vann fyrsta meistaraheitið, og tá eg síggi menninar á myndini, kennist eg við flestu teirra, sjálvt um myndin er frá 1946, og eg føddur í 1949. Eg havi til stuttleika blaðað í B36 bókini “Rennið dreingir”. Áhugavert at lesa, tá B36 vann fyrsta FM-heitið í 1946. Læs resten
Javnaðarflokkurin hevði heilt vist mist 2000 atkvøður

Spell, at nýggja samgongan fekk ringa byrjan. Alt kundi verið øðrvísi, um telvað var rætt. (Mynd Vagnur)
Var val í dag, sum tikið verður til, hevði Javnaðarflokkurin mist 2000 atkvøður. Fyrst tær 1000 atkvøðurnar, sum Sonja fekk, og so aðrar ónøgdar atkvøður frá serliga unga ættarliðnum. At Javnaðarflokkurin vann valið, hevði sínar orsøkir. Flokkurin hevur formann, sum einki politiskt lík hevur í skjáttuni, og sum sýnist at vera rætti løgmaðurin. Og so fekk flokkurin Sonju Jógvansdóttir á listan. Harnæst fekk flokkurin ónøgdar atkvøður frá Sambandsflokkinum. Valið vísti, at fólkið vildi hava broytingar serliga í fiskivinnuni, ójavnanum og órættvísi í samfelagnum og eisini í samband við hjúnarbandslógina. Men stokkut var løtan. Læs resten
Bátatænastan fingið sleipibil við vogni til smábátarnar
Nógv broytist í Havn eisini í Álakeri. Stóð ein dagin og eygleddi nýggja sleipibilin hjá Bátatænastuni, sum við serligum vogni fær bátarnar úr sjónum og flytir teir til umvælingar á økinum har á leiðini. Tórshavnar Havn hevur gjørt frálíkan bátadrátt, so Brandstøðin eisini kann flota teirra skjóttgangandi bát, um okkurt er áfatt á sjónum. Sjálvan vognin keypti Bátatænastan úr Týsklandi, og sleiparin er gamal sleipari hjá Strandferðluni, sum er riggaður til endamálið. Kranan á sleipibilinum hevur Bátatænastan keypt frá lastbilfyritøku. Tórshavnar Havn krevur nú, at bátarnir skulu trykkspulast á ávísum stað í Álakeri, og har er pláss bara fyri tveimum bátum. Tí bjóðar Bátatænastan bátaeigarunum eisini at vaska teimum bátin, áðren hann endaliga verður settur á pláss. Tað kostar 1600 krónur at fáa bát upp á land og á sjógv aftur, men skal Bátatænastuni eisini vaska bátin, kostar alt samalagt 2200 krónur við mvg. Áður tók kranabilar bátarnar úr sjónum. (Vagnur)
Samgongan eigur at broyta hjúnabandslógina beinanvegin
Gjørdi nýggja samgongan rætt, so eigur hjúnabandslógin at vera broytt beinanvegin. Tí so sleppa vit í framtíðini undan kravgongum og óneyðugum kjaki um tey samkyndu. Tíðin er við teimum samkyndu, og tá øll norðunlondini og eisini Obama í USA hevur gingið teimum samkyndu á møti, so verður hetta eisini gjørt í Føroyum fyrr ella seinni. Ì míni verð er hetta bara ein avgreiðsluspurningur, tí meirlutin av føroyingum vilja jú hava broytt hjúnabandslógina. Nógv rumbul stóðs á sinni um grein 266 b, nú tosar eingin um hetta. Soleiðis gerst eisini við hjúnabandslógin. Annars var hjúnabandslógin misnýtt í valstríðnum.
Eg hoyrdi fleiri ferð fólk siga í valstríðnum, at nú var hjúnabandslógin í vandi. Hetta er púra burturvið, tí eitt hjúnaband er eitt samband millum tvey fólk, sum samfelagið annars onga ávirkan hevur á. Tey ungu fara antin á kommunukontór, kirkju ella onkra aðrastaðni at gera avtalu og lova hvør øðrum, at tey ganga sama í hjúnaband og halda saman bæði í viðgongd og mótgongd. At so 40% av teimum skiljast seinni á lívsleiðini, er heilt annað mál.
Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík varð stovnað í 1957
Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um hondbóltsfelagið Tjaldur í blað, kom eg at hugsa um nakrar eldri hondbóltsmyndir úr Runavík, sum eg fyri nøkrum árum síðani sá á Facebook. Á myndini spældu menn hondbólt niðri við sjóvarmálan í Runavík. Niðri á Sandinum, sum tey róptu økið. Eg veit og minnist, at Niklas Folbo spældi hondbólt við Tjaldri, og havi eg ringt til Niklas, og hann sigur: Læs resten







