Tá eg ár um ár síggi í fjølmiðlunum, at nú er Johnny Tauman aftur komin til Føroya at halda dómaraskeið, so hugsi eg hvørja ferð: Seinastu tretivu árini eru vit ikki komin eitt fet víðari á dómaraøkinum. Og tað kann ikki vera rætt, at summi hondbóltsfeløg útvega útlendskar venjarar og spælarar fyri hundraðtalstúsund krónur, meðan tey ikki megna at útvega eitt A-dómarapar. Orsøkin til óskilið er ógvuliga einfald. HSF hevur ongantíð sett feløgunum krøv at lata teirra íkast til hondbóltsdømininga. Avleiðingarnar eru hesar: Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Í Stjørnuni bróta tey upp úr nýggjum við nýggjari nevnd
Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd, og Kristoffur Ragnarsson, sum var formaður frá 2002 og í øðrum millumbilum, er givin í nevndini. Eg hevði nógv gott samstarv við Kristoffur, sum tey í Stjørnuni hava nógv at takka, tí Kristoffur var formaður øll gullárini, tá besta kvinnuliðið vann seks meistaraheiti og var í tíggju steypafinalum, har sjey finalur vóru vunnar. Kristoffur segði mær fyrr í ár, at hann ynskti, at yngri kreftir tóku yvir Stjørnuna, og nú fekk hann sítt ynski uppfylt. Nýggj sjeymannanevnd við Jastrid Gullaksen sum forkvinnu leggja nú til brots, og heilt góðar vónir eru at fáa ment Stjørnuna enn meira. Eg havi hitt forkvinnuna, og hon sigur: Læs resten
VB kvinnur koma at hava ein “smalan” spælarahóp í vetur
Altíð spennandi at finna útav, hvussu kvinnuliðini í hondbólti eru mannað, nú tað stundar til kappingarbyrjan. Mínir tankar leita altíð fyrst til VB og Stíf, tí tað stendur mangan á at fáa mannað liðini, tí spælaratilfeingið er í minna lagi. Haldi ikki, at kvinnuhondbólturin í bestu deildunum er nóg væl fyri, tí liðini hava trupulleika at varðveita spælarahópin frá árinum fyri. Tey seks kvinnuliðini eru ógvuliga viðbrekin, tí liðini brúka nógvar heilt ungar spælarar, royna at útvega sær góðar útlendingar, men so hava nógvar gentur/kvinnur stóran útlongsul. Summar fara uttanlands á eftirskúla , og summar fara út í verðina at fjakka. Eg havi ringt til Vágs at spyrja, hvussu gongst at mannað VB liðið í vetur? Læs resten
Áhugavert at fylgja við, hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar
Havi altíð havt stóran áhuga, hvussu fjølmiðlar borðreiða sítt tilfar. Hvussu bløð eru sett upp, og hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar. Og her er himmalvíður munur á fólki. Eisini dámar mær væl at síggja, hvussu uppsetingin er í bókum og bløðum, sum koma á marknaðin. Málburður, og hvussu samspæl er millum tekst og myndir, hevur mín áhuga. Í politikki duga summi betur enn onnur at brúka fjølmiðlarnar, og so eru tað politikarar, sum brúka fjølmiðlarnar so mikið nógv, at fólk gerast troytt av viðkomandi. Læs resten
Mladen Mjerimacka og Jugoslav Djumic skulu spæla við VÍF
Tað verður eitt øðrvísi manslið úr Vestmanna, sum spælir í landskappingini í vetur. Heilir fimm góðir útispælarar eru ikki longur á liðnum, og so standa føroyameistararnir við ongum málverja, eftir at Niklas Simonsen er farin til Danmarkar at spæla við Skjern. Talan er um útspælararnar Heina Hanusarsson, Sámal Joensen, Agnar Joensen, Áka Egilsnes og Nicklas Selvig, sum ikki spæla í vetur. Hetta sigur formaðurin Áki Olsen. Læs resten
Úr myndasavninum – Húsini hjá Jacobi Lützen fylla í ár 110 ár
Hyggur tú at gomlum myndum í Havn, so var hugflogið ikki stórt hjá býarpolitikarum, tá talan var um at varðveita gamla bygningar. Hesi vøkru húsini vóru slættað við jørðina og ljótir betongbygningar bygdir á staðnum. Tó so, nakrir vakrir bygningar standa enn í miðbýnum, og ein av teimum eru handilshúsini hjá Jacobi Lützen, sum hann læt byggja í 1906. Søgan um stóru Lützen familjuna í Føroyum er áhugaverd. Læs resten
Frálíkt, at KÍ eftir seytjan ára steypaturk vinnur Løgmanssteypið
Nú haldi eg hvørki við KÍ ella Víkingi, men sum eldri ítróttaskrivari dámdi okkum altíð, at broytingar vóru í ymsu kappingunum. Keðiligt og lítið áhugavert, um somu lið ella rættari sagt somu støð kring landið sótu á trónuni. Og soleiðis er eisini í kappingini um Løgmanssteypið. Nú skrivi eg mest sum einki um fótbólti, tí fótbólturin er so væl umboðaður í fjølmiðlunum. Ikki síggi eg nógvan fótbólt, men fylgi tó væl við. Millum fólk í Havn søgdu næstan øll, eg tosaði við um finaluna, at tey vónaðu, at KÍ vann steypafinaluna. Orsøkin er uttan iva, at nú hildu fólk, at Víkíngur hevur vunnið fimm finalur seinastu árini og ynskja broytingar. Læs resten
Nógv loyndarfult var altíð um Natostøðina í Mjørkadali

Forward Scatter site støðin klár at taka í nýtslu í 1962. Hon steðgaði at virka í 1992 og burturbeind í 1995. (Mynd bókin)
Eg havi júst lisið bókina “Forsvaret i Mjørkadal – sum jeg husker det”, som Georg Sylvest Pedersen skrivaði í 2007. Vit ungu í 1960-árunum eru uppvaksin við Natostøðini, sum vit kallaðu virksemið í Mjørkadali. Minnist arbeiðsbarakkirnar, sum eftir lokið arbeiðið í 1962/1963 vórðu seldar føroyingum. Millum annað keypti B36 eina av barakkunum. Eftir at hava lisið bókina, sum telur um hundrað síður, fekst nógv at vita, sum eg ikki visti áður. Áhugaverdur lesnaður. Læs resten
Tá føroyingar drukku Aqua Velva, Brillantine, Barbersprit o.a.
Tá eg ein dagin sat á savninum hjá Birgari og eygleiddi fløskuna omanfyri á eini hill, var eg í huganum leiddur aftur í 60-árini. Tá eg spurdi Birgar, um hann hevði roynt hesi sløgini á ungum árum, játtaði hann. Løtan skuldi gerast áhugaverd fyri meg, tí Birgar hevur sjálvur roynt slíkt, og hann veit nógv meira enn eg at siga frá um hesa tíðina. – Tað var “systemið” í okkara samfelag, sum førdi til, at slíkt var drukkið í Føroyum, sigur Birgar og heldur fram. Læs resten
Ikki visti eg, at Magdalena Thiim fødd Næs var til
Mikudagin hitti eg eina 65 ára gamla konu, sum er javngomul við meg, og sum eg slett ikki visti var til. Konan eitur Magdalena Thiim fødd Næs, og er dóttir Noomi Juul og Erhardt Næs. Magdalena gekk í Nonnuskúlanum, tá eg gekk har fýra fyrstu skúlaárini, men ikki minnist eg henda næming. Kenni eg ikki Magdalenu, so kenni eg væl foreldrini Erhardt og Noomi. Erhardt er 89 ára gamal og býr í sambýli í Hvalba. Læs resten








