Í Stjørnuni bróta tey upp úr nýggjum við nýggjari nevnd

Jarstid Gullaksen er nú forkvinna í Stjøruni.

Jastrid Gullaksen er nú forkvinna í Stjøruni.

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd, og Kristoffur Ragnarsson, sum var formaður frá 2002 og í øðrum millumbilum, er givin í nevndini. Eg hevði nógv gott samstarv við Kristoffur, sum tey í Stjørnuni hava nógv at takka, tí Kristoffur var formaður øll gullárini, tá besta kvinnuliðið vann seks meistaraheiti og var í tíggju steypafinalum, har sjey finalur vóru vunnar. Kristoffur segði mær fyrr í ár, at hann ynskti, at yngri kreftir tóku yvir Stjørnuna, og nú fekk hann sítt ynski uppfylt. Nýggj sjeymannanevnd við Jastrid Gullaksen sum forkvinnu leggja nú til brots, og heilt góðar vónir eru at fáa ment Stjørnuna enn meira. Eg havi hitt forkvinnuna, og hon sigur:

Nýggja nevndin í Stjørnuni: F.v: Símun Gullaksen, Hanna Brandal, Una Váðklett, Anna Kristina Samson, Jastrid Gullaksen og Oliver Joensen. (Mynd Stjørnan)

Nýggja nevndin í Stjørnuni: F.v: Símun Gullaksen, Hanna Brandal, Una Váðklett, Anna Kristina Samson, Jastrid Gullaksen og Oliver Joensen. (Mynd Stjørnan)

– Vit eru fýra kvinnur í nevndini, sum allar hava spælt á besta liðnum hjá Stjørnuni. Síðani eru eisini maður mín Símun, pápi mín Oliver og Jákup Mikkelsen. Vit koma ikki at hava nakran útlending á besta kvinnuliðnum, tí vit eru nýggj, og eingin avtala var gjørd við nakran spælara. Um kanska onkur spælari kemur seinni, fáa vit at síggja. Á besta liðnum eru nógvir góðir ungir spælarar pluss nakrir nakað eldri spælarar við royndum. Annars leggja vit frá byrjan dent á at fáa fleiri ungfólk at spæla hondbólt í Stjørnuni.

Klaksvíkin hevur av allar bestu hallarumstøðum til hondbólt. (Mynd Vagnur)

Klaksvíkin hevur av allar bestu hallarumstøðum til hondbólt. (Mynd Vagnur)

– Støðan er góð í gentum seytjan ár og hava vit melda tvey lið til kappingina. Síðani hava vit eitt lið í gentum fjúrtan ár, meðan vit mangla ein árgang í gentum tólv ár, men koma tó við einum liði, men her skulu vit gera eitt arbeiða til tess at útvega fleiri spælarar. Tað sá heldur ikki gott út við gentum 10 ár, tí har vóru bara tríggjar gentur til fyrstu venjing, men áðrenn vit vistu av, vóru fimtan gentur at síggja í høllini, og hetta er at fegnast um. Vit koma við tveimum U8 liðum, og so eru vit farin inn í barnagarð eftir gentum U6 ár.

– Tú spyrt, hvør skal venja øll hesi liðini, og hetta er stóri trupulleikin hjá okkum. Nógvir eldri spælarar og foreldur vilja hjálpa, men tey halda seg ikki nóg væl til, tí tey hava einki venjaraskeið at halla vangan á. Tí hava vit gjørt avtalu við danskan venjara at venja tey ungu, og koma okkara egnu fólk eisini at hjálpa í ymsum árgangunum. Vit eru øll nýggj í nevndini, og nú fara við góðum treysti til verka.

Eldru "kempurnar" í Stjørnuni eru nú farnar í nevnina í Stjørnuni. (Mynd Norðlýsið)

Eldru “kempurnar” í Stjørnuni eru nú farnar í nevnina í Stjørnuni. (Mynd Norðlýsið)

– Eg vil í hesum sambandi takka Kristoffuri Ragnarsson fyri tað dygdararbeiði, hann hevur gjørt í so nógv ár, sigur Jarstid at enda.

Tað vóru annars keðilig boð at hoyra úr Klaksvík í ár 2000, tá Stjørnan gavst við dreingja – og manshondbóltinum. Tað var tann tíð, tá Stjørnan hevði gott manslið í bestu deildini og eisini nógv góð ungdómslið. Í 2006 bórust so tíðindi, at Team Klaksvík var stovnað. Sjálvur haldi eg, at tey áttu at lagt bæði feløgini saman, tí tá hevði samlaði felagsskapurin verið sterkari í allar mátar. Men kanska fari eg skeivur. Spennandi í komandi tíðum at fylgja virkseminum í Stjørnuni. Hondbólturin í Klaksvík hevur djúpar røtur heilt aftur í 1930-árini. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *