VB kvinnur koma at hava ein “smalan” spælarahóp í vetur

Danijela Mistric spælir við VB kappingina komandi (Mynd Bjartur Vest)

Danijela Mistric heldur fram at spæla við VB og eisini málverjin Sanja Jevic. (Mynd Bjartur Vest)

Altíð spennandi at finna útav, hvussu kvinnuliðini í hondbólti eru mannað, nú tað stundar til kappingarbyrjan. Mínir tankar leita altíð fyrst til VB og Stíf, tí tað stendur mangan á at fáa mannað liðini, tí spælaratilfeingið er í minna lagi. Haldi ikki, at kvinnuhondbólturin í bestu deildunum er nóg væl fyri, tí liðini hava trupulleika at varðveita spælarahópin frá árinum fyri. Tey seks kvinnuliðini eru ógvuliga viðbrekin, tí liðini brúka nógvar heilt ungar spælarar, royna at útvega sær góðar útlendingar, men so hava nógvar gentur/kvinnur stóran útlongsul. Summar fara uttanlands á eftirskúla , og summar fara út í verðina at fjakka. Eg havi ringt til Vágs at spyrja, hvussu gongst at mannað VB liðið í vetur?

Systrarnar Guðrið og Bára Mortensen á venjingarlegu í Íslandi.

Systrarnar Guðrið og Bára Mortensen á venjingarlegu í Íslandi.

Besta dømi, hvussu viðbekin okkara kvinnulið eru, er VÍF liðið frá seinasta kappingarár, sum fánaði burtur í einki seinastu dystirnar. Tað stóð at lesa í yvirskriftini í hondbóltsblaðnum, sum kom út fyri kappingina, at VÌF kvinnur ætlaðu sær at vinna meistaraheitið. Men tað gongst ikki altíð, sum prestur prædikar, tí fyrst bleiv ein toppspælari við barn, síðan ein spælari seinni eisini við barn, og tveir spælarar blivur skaddir. Endin gjørdist, at VÍF fánaði burtur í einki seinastu dystirnar.

Maria Weyhe og Magna Tórðardóttir skulu spæla við VB

Tá eg í fjør hugdi í hondbóltsblaðið, sá eg, at einans ellivu spælarar vóru í spælarahópinum hjá VB. Men skjótt frættist, at ein spælari var vorðin við barn, og nú vóru bara tíggju spælarar eftir, har tveir eru málverjar. Ein alt ov lítil spælarahópur at spæla heilan vetur, hugsaði eg. Havi spurt Báru Mortensen, sum spælir við VB, hvussu gongst at fáa mannað VB liðið til landskappingina, og hon sigur soleiðis.

Alla æru vert, at tey megna at halda lív í hondbóltinum í Vági, tí felagið hevur ikki somu umtøður, sum liðini norðanfjørðs.

Alla æru vert, at tey megna at halda lív í hondbóltinum í Vági, tí felagið hevur ikki somu umtøður, sum liðini norðanfjørðs.

– Vit koma aftur í vetur at spæla við smalum spælarahópi, har vit serliga hava fáar spælarar skifta við í bakketuni. Helga E. Kjærbo er við barn, og vit vóna, at Helga og Rannvá Johannessen,sum hevur átt barn, koma at spæla við liðnum eftir nýggjár. Ùtlendingarnir málverjin Sanja Jevic og útispælarin Danijela Mistic halda fram, og sjálv eri eg komin aftur úr Danmark. Vit hava tvær heilt ungar gentur, sum eru í hópinum, men tær koma uttan iva ikki at spæla so nógv. VB liðið hevur ongan eyka málverja, skal sigast.

Maria Halsdóttir Weyhe er á ítróttaskúla í Vági og skal spæla við VB.

Maria Halsdóttir Weyhe er á ítróttaskúla í Vági og skal spæla við VB.

–  Guðrið Mortensen og Rúna Jacobsen spæla eisini, og so eru gleðiligu tíðindini, at tveir ungir góðir spælarar eru komnir á ítróttaskúla í Vági. Talan er um Mariu Halsdóttir Weyhe, sum spældi við H71, og so Magnu Tórðardóttir, sum spældi við Kyndli. Báðar hava spælt á ungdómslandsliðum, og nú skulu tær spæla við VB, sigur Bára.

Seinasta kappingarár gekk ikki nóg væl hjá VB, tí liðið vann bara fimm av tjúgu dystum og fekk tíggju stig. Eg spyrji at enda Báru, um tey í spælarhópinum hava sett sær nakað mál fyri komandi kappingarár?

– Um vikuskiftið hava vit havt eitt slag av venjingarlegu í Vági, og har tosaðu vit um at fáa VB liðið at koma millum trý ella fýra tey bestu liðini fram til jóla. Tá so liðið er meira samanspælt og verður betur mannað eftir nýggjar, so vóna vit at koma longri upp í stigatalvuni. Vit ætla eisini at satsa upp á steypakappingina. Venjari hjá VB er Michael Ericsson, sum seinasta kappingarár vandi Stjørnuna, sigur Bára at enda.

Skemtaði at enda eitt sindur við Báru í prátinum, at nú er spælarahópurin so lítil hjá VB, at tær mugu syrgja fyri, at eingin kvinna gerst við barn í kappingarárinum, tí hetta tolir VB-liðið ikki. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *