Áhugavert at fylgja við, hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar

Ikki dámar mær, tá politikarar leggja eftir Kringvarpinum. (Mynd Vagnur)

Ikki dámar mær, tá politikarar leggja eftir Kringvarpinum. (Mynd Vagnur)

Havi altíð havt stóran áhuga, hvussu fjølmiðlar borðreiða sítt tilfar. Hvussu bløð eru sett upp, og hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar. Og her er himmalvíður munur á fólki. Eisini dámar mær væl at síggja, hvussu uppsetingin er í bókum og bløðum, sum koma á marknaðin. Málburður, og hvussu samspæl er millum tekst og myndir, hevur mín áhuga. Í politikki duga summi betur enn onnur at brúka fjølmiðlarnar, og so eru tað politikarar, sum brúka fjølmiðlarnar so mikið nógv, at fólk gerast troytt av viðkomandi.

Stórur munur er á, hvussu politikarar duga at brúka fjølmiðlarnar. (Mynd Vagnur)

Stórur munur er á, hvussu politikarar duga at brúka fjølmiðlarnar. (Mynd Vagnur)

Fara vit til býarpolitikarar kring landi, so síggja vit mest borgarstjóran í Havn, síðani borgarstjóran í Runavík og borgarstjóran í Klaksvík. Borgarstjórin í Havn hevur tann fyrimun, at hann hevur persón í starvi, sum skrivar allar greinarnar og tekur allar myndirnar, tá hann vitjar stovnar og er til ymisk tiltøk í býnum. Kemur onkur atfinning frá poltikara ella fólki í býnum, so er longu morgunin eftir svar í fjølmiðlunum. Borgarstjórin dugur væl at “lofta” slíkum beinanvegin. Hetta kann bara gerast, tí hann hevur fólk at skriva greinar ella rættari sagt aftursvarini.

Miðlahúsið skuldi fyri nógvum árum síðani broytt navnið á blaðnum. (Mynd Vagnur)

Miðlahúsið, sum ger frálíkt arbeiði, skuldi fyri nógvum árum síðani broytt navnið á blaðnum. (Mynd Vagnur)

Vit síggja dagliga, hvørjir landspolitikarar duga best at brúka fjølmiðlarnar. Teir somu politikarar koma við skrivligum fyrispurningum í tinginum, sum síðani verða lisnir upp í Kringvarpinum og fara út á portalarnar. Hetta er alt taktikkur til tess at sleppa fram at fjølmiðlunum og siga borgarunum frá, at eg eri til. Summar býarpolitikarar og løgtingsfólk síggja vit lítið og einki til í fjølmiðlunum.

Dimmalætting hevur tann veikleika, at blaðið kemur út einaferð um vikuna.

Dimmalætting hevur tann veikleika, at blaðið kemur út einaferð um vikuna.

Tú kundi spurt, um vit hava nóg góðar uttanveltaðar fjølmiðlar. Eg haldi ikki, tí serliga mistu vit góðan fjølmiðil, tá Ùtvarp Føroya og Sjónvarp Føroyar vóru løgd saman. Stór kapping var millum hesar stovnar til tess at borðreiða við nýggjum tíðindum og søgum, men nú er henda kapping tíverri burtur. Í míni verð er Sosialurin ikki nóg uttanveltaður, tí bara navnið á blaðnum minnir okkum á, tá Javnaðarflokkurin átti blaðið. Haldi eisini, at nógvir av leiðarunum á síðun tvey í blaðnum boða frá hesum. Annars ger Miðlahúsið frálíkt journalistiskt arbeiði bæði tá talan er um Rás2 og bløðini.

Dimmalætting er uttanveltað blað, men blaðið kemur bara á gøtuna einaferð um vikuna og kann tí ikki veruliga vera við í kappingini um dagligu søgurnar og tíðindini. Bløðini og portalarnir liva av lýsingum, og tey mugu ansa sær, at tey ikki traðka sínar trúgvu lýsarar á tærnar. Haldi meg síggja dømi um slíkt.

Ikki dámar mær, tá politikarar fara beinleiðis eftir persónum í Kringvarpinum, sum eg haldi gera frálíkt journalistiskt arbeiði. Skíra starvsfólk Sortudíki vera limir ella halda við ávísum flokkum. Hetta er nýtt í føroyska fjølmiðlaheiminum. Sjálvandi kann nógv gerast øðrvísi eisini í Sortudýki, men tað er umráðandi fyri eitt samfelag sum okkara, at vit hava góðan stovn í Sortudíki, sum hevur nógvar skyldur, sum teir privatu fjølmiðlarnir ikki hava. Tó vil eg siga, at okkurt av politisku innsløgunum, sum Kringvarpið á sinni borðreiddi við um fyrrverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum og annað innslag við vóru betur ógjørd.

Plagi av og á at lesa viðmerkingar til greinar á portalum, og har haldi eg yvirleggjarin er dekan ov lágur ella beinleiðis vánaligur. Summir persónar duga sær ikki hógv og at kjakast, tí tey fara eftir persóninum heldur enn at halda seg til málið ella evnið. Havi mest sum ongantíð sjálvur havt trupulleikar av míni skriving, tað veri seg greinum ella lesarabrøvum, sum eg skrivaði nógv fyri nú nógvum árum síðani. Skrivi altíð navn undir alt, eg skrivi. Sjálvandi eru allir lesarar ikki samdir við mær, og eg royni at halda góðan fjølmiðlasið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *