Pylsuvognarnir hildu lív í okkum um kvøldarnar

jkjkj

Vit síggja eisini á myndini kioskina hjá Astu. Kioskin hjá Poul Lamhauge er eisini har. (Mynd Havnin -fólk og yrki)

Áhugavert at síggja myndina omanfyri frá einaferð í 1960-árunum. Tá almenni dansurin endaði á midnátt, fóru nógv ungfólk oman á Vaglið at keypa sær pylsur. Tvær stóktar, tvey breyð, eplamos, ketchup og sinnop. Eisini mitt í viku plagdu vit at keypa okkum pylsur á Vaglinum. Tá vóru eingi pizzastøð, og tú kundi ikki keypa sterkan løg nakrastaðni. Tú skuldi eisini vera tjúgu ár, áðrenn kundi bílaggjast sterkt uttanlands. Á myndini síggja vit pylsuvognin hjá Jonu Jacobsen og tann hjá Emly Johannessen. Nick Hansen keypti í 1964 pylsuvognin frá Bent Olsen. Hesin pylsuvognur stóð sunnanfyri gamla kommunuskúla og var seinni fluttur oman á Kongabrúnna. Nick flutti seinni pylsuvognin eystan fyri kioskina á kaiini, sum henda kiosk enn verður rópt. Fyrst í 1960-árunum læt Mia Dam upp Fish&Chips búð á Vaglinum. Á myndini síggja vit eisini kioskina hjá Astu og kioskina hjá Poul Lamhauge. Útboðið á Vaglinum er ikki tað sama sum á okkara ungum døgum. Nógv góð minni frá hesi tíðini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Neistakvinnur í brúdleypi hjá Óluvu í 1984

Neistakvinnur í 1984. St.f.v. Guðrun, Helena, Hjørdis, Asta, Guðrun, Ingilín, Marjun T, Sigrun, Malan, Turið, Marjun H og Sonja. Fremst f. v. Brúðurin Óluva, Rita og Marjun C.

Óluva Djurhuus f. Joensen av Eiði stóð í málinum hjá besta kvinnnliði hjá Neistanum í nógv ár. Umframt at vera besti málverjin í landinum, lýsti altíð gleði av andliti hennara, hvar hon var. Hon hevði ótrúliga góða ávirkan á útspælararnar, tí hon gekk sjálv upp í málmansspælið við lív og sál, at hetta kundi ikki annað enn stimbra útispælararnar, sum stríddust á vøllinum. Í 1984 giftist hon kollfirðinginum Gretti Djurhuus, og stórt brúdleyp við 400 fólkum var í Eydnuni á Oyrabakka. Nógv neistafólk vórðu boðin í brúdleyp. Fyrst gekk leiðin í Eiðis kirkju, og síðani fóru vit øll í bussi í Eydnuna. Myndin omanfyri er av Óluvu og neistakvinnum, sum hon spældi saman við, og sum vóru komnar at hátíðarhalda brúdleypsdagin saman við málverjanum. (Vagnur)

 

Øll skilaleys sigling á Havnarvág má steðgast beinanvegin

Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum men er tikið niður. Hvør skal: Sigli skjótt til vilja á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Hetta skeltið hekk einaferð á Molanum, men er tikið niður. Hvør skal siga: Siglið so skjótt tit vilja á Havnarvág. Kundi hugsað mær at fingið at vita, hví skeltið er tikið niður. (Mynd Vagnur)

Fríggjakvøldið um átta tíðina sat eg í bilinum á “Ískaiini” og eygleiddi tveir vatnskutarar, sum spældu sær á Havnarvág. Í løtum sigldu skutararnir millum 70-100 km/t um tíman. Løtu seinni møtti eg landspolitikara, har vit umrøddu hesa skilaleysu sigling á Havnarvág. Hann tók millum annað nakað soleiðis til. – Tórshavnar kommuna átti beinanvegin steðgað teimum skjóttgangandi bátunum, sum sigla við ungfólki á ólavsøku, Voxbotn og øðrum tiltøkum, segði viðkomandi. Í Føroyum skulu vannlukkur fyrst henda, áðrenn nakað verður gjørt. Eitt samdøgur eftir hendingina á “Ískaini”, lesi eg leygarkvøldið á in.fo, at vatnskutari hevur rent á land í Leirvík. Læs resten

Nakrar bersagdar eftirmetingar um róðrarárið 2016

Tað, sum hendi í Hvalvík, var ein skamblettur fyri føroyskan kappróður.

Tað, sum hendi í Hvalvík, var ein skamblettur fyri føroyskan kappróður.

Ein fyrrapart eina viku fyri ólavsøku møtti eg ungum manni í Álakeri, sum arbeiddi har á leiðini. Ungi maðurin róði við Havnarbátinum. Tá eg spurdi hann, hvussu hann higartil var nøgdur við róðrarárið, øtaðist eg og stúrsaði við. Hann segði nakað soleiðis: – Tá dømingin er so vánalig, og startdómarar duga so illa at starta bátarnar, so fari eg ongantíð aftur brúka so nógva tíð til venjingar og FM-róðrar. Vit kýta okkum hvønn dag í viku, so uppliva vit so út av lagi vánaligari viðferð av einstøkum startdómararum, segði ungi maðurin. Eg stóð púra býttur og hugdi í eyguni á unga manninum, sum var keddur og ørkymlaður. Læs resten

Úr myndasavninum – Vit plagdu at renna undan aldunum

Sum smádreingir plagdu vit at renna undan aldunum í Vágbotni.

Sum smádreingir plagdu vit at renna undan aldunum í Vágbotni. (Mynd Havnarmyndir -fyrr og nú)

Í mínum ungu døgum minnist eg í tveimum førum, at Molin í Havn varð longdur og umvældur, og at betonkisturnar á botni hildu ikki í ódnarveðrinum á lágættunum. Síggi fyri mær stóru aldurnar, sum skolaðu upp um Molan og hildu leiðini inn í Vágsbotn. Frá landnámstíð var Havnin hvørki kyrrupláss ella góð skipahavn, og gamlar myndir sýna eisini skipini liggja fyri akkerið á redini, har smábátar førdu fólk og farm í land og umborð. Gjørdist veðrið ov vánaligt, rýmdu skipini inn á Skálafjørðin. Læs resten

Ljóta fyribilsbarakkin hevur nú staðið í samfull 54 ár

Ljóta svarta dapra barakkin skuldi verið beint burtur fyri nógvum árum síðani. (Mynd Vagnur)

Ljóta svarta dapra barakkin skuldi verið beind burtur fyri nógvum árum síðani. (Mynd Vagnur)

1 februar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Sanatoriið var niðurlagt, og sjúklingarnir fluttir oman í nýggju tuberkladeildina í J.C. Svabosgøtu. Átta sjúklingar vóru innlagdir fyrsta dagin. Barakkin var ongantíð ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, tí 19. juni 1962 var grundarsteinur undir Landssjúkrahúsið lagdur, og tá Landssjúkrahúsið var liðugt bygd, skuldu tuberklasjúklingarnir flytast í nýggja sjúkrahúsið. Tá skuldi henda ljóta dapra, svarta barakkin takast niður, men nú eru 54 ár liðini síðan 1962, og barakkin stendur har enn. Læs resten

Høllin á Argjahamri skal vera liðug 1. februar 2017

Endaveggurin á fimleikahøllin veðrur tikin niður, og skal hon leingjast til fullan hondbóltsvøll. (Mynd Vagnur)

Endaveggurin á fimleikahøllini skal takast niður, og skal leingjast til fullan hondbóltsvøll. (Mynd Vagnur)

Tey eru spent á Argjum og annars í hondbóltsfelagnum ÍA, tí nú er økið við skúlan um at vera liðugt sprongt og slættað. Síðan skal núverandi fimleikahøll leingjast til fullan hondbóltsvøll, og einir tvey hundrað áskoðarar kunnu sita í høllini. Tað er TK Verk, sum ger arbeiðið. Á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk, og fleiri koma aftrat. Tí hevur hondbóltsfelagið ÍA allar møguleikar at mennast sum hondbóltsfelag, og nýggja høllin er liðug longu 1. februar 2017. Læs resten

Útbygda havnarlagið í Havn er bara næstbesta loysnin

kjkj

Økið við Skansan fær tíbetur frið, og sjóvarmálin Yvir við Strond fær eisini frið.

Tá eg um dagarnar sá myndina av útbygda havnarlagnum í Havn, so haldi eg, at hetta er besta loysnin í løtuni men í framtíðarhøpi bara næstbesta loysnin. Vit verja tíbetur Skansan og sjóvarmálan Yvir við Strond, men nýggja havnarlagið gerst ongantið nakað prýði fyri Havnina og tess innsigling. Bingjur eru órudd og alt annað enn vakurt. Í kjakinum um havnarlagið eru nógvu ferðamannaskipini nevnd, men tey eru ikki teknað á myndina. Læs resten

Svein Rógvi Nielsen er heilt serligur í føroyskum kappróðri

Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar rør í búna hjá Klaksvíkingi. (Mynd Vagnur)

Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar á toftubekki stýriborð rør í búna hjá Klaksvíkingi. Svein Rógvi við stórum smíli ávegis út undir Argjaland ólavsøkuaftan. (Mynd Vagnur)

Nú veit eg ikki, um nakar annar enn eg hevur lagt til merkis nakað umborð á Orminum á ólavsøku, sum er heilt serligt í føroyskari rógving. Hyggur tú at myndini omanfyri, sum eg tók ólavsøkuaftan, so hevur Svein Rógvi tikið árina umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hyggur tú fyrst at myndini omanfyri og síðani á myndini niðanfyri, so rør Hjálmar á toftubekki stýriborð í búnanum hjá Klaksvíkingi, sum er reyður og hvítur, meðan hinir umborð í Orminum rógva í vanliga bláa litinum. So er spurningurin, hvat vit kunnu leggja í alt hetta. Eg havi mína tankar um árina hjá Svein Rógva og búnan hjá Hjálmi, sum er heilt óvanligt í føroyskum ítrótti. Læs resten

Úr myndasavninum – Debes brøðurnir róðu í 1950-árunum við nýggja Havnarbátinum

kjkjkjk

Nýggi Havnarbáturin í 1950. Aftast f.v: Johannes Arge, Klæmint Jacobsen, Óli Debes, Símun Hellisdal, Harald Debes og Niels Jacobsen. Fremst f.v: Finnur Hansen, Hammer Debes, Erhardt Næs og Helgi Justinussen. Hassi á Krákusteini vantar á myndini. (Myndeigari: Debes brøðurnir)

Tá eg var inni í gólvinum hjá Haraldi og Hammer Debes søgdu teir mær, at Harald, Hammer og Óli í 1950-árunum róðu kapp við nýggja Havnarbátinum. Við nýggja Havnarbátinum, hugsaði eg, og so at leita í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge. Jú, mín sann. Árini 1950, 1951, 1952 og 1953 róður tveir Havnarbátar á ólavsøku og stevnum kring landið. Nýggi Havnarbáturin og gamli Havnarbáturin. Og her var eisini áhugaverd róðrarsøga at fara eftir. Læs resten