
Óli Debes vinnur 400 metrar svimjikapping á ólavsøku í 1961. Svimjikapping var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku tá í tíðini. Heilt nógvir áskoðarar vildu síggja kappingarnar. Her síggja vit mergjaðar armar, sum veruliga vilja nakað. (Myndaeigari: Harald Debes)
Hevur tú antennuna frá og eyguni opin, fært altíð okkurt at skriva um. Og av tilvild koma søgurnar mangan og serliga eldru søgurnar og myndirnar. Nú er nakað síðani, eg skrivaði grein um tey tíggju systkini Debes við Tinghúsvegin í Havn. Í barndómsheiminum Tinghúsvegur 35 búgva brøðurnir Hammer og Harald Debes. Tá Harald vildi vísa mær verkstaðið hjá sær, vísti hann mær eina mynd av beiggjanum Óla Debes, sum vit øll kendu serliga frá uttandurasvimjihylinum. Óli er farin, og beiggin Harald eigur húsini hjá Óla. Í stovuni standa nøkur steyp, sum Óli vann í svimjikappingum, og millum annað eitt trýtornað vakurt steyp av gamla slagnum. Hetta mátti eg kanna nærri og havi tosað við beiggjan Hammer Debes um steypið. Og Hammer sigur soleiðis um beiggja sín. Læs resten








