Brævið var væntandi, tí eg visti um personar, sum fingu bræv frá Almennaverkinum nakrar mánaðir fyri, at teir fyltu 67 ár og høvdu rætt til fólkapensjón. Á lívsleiðini eru nógv vegamót. Tú fert í skúla, gevst í realsskúlanum á hálvari leið og fer í grótbrótið at arbeiða í eitt ár, áðrenn tú fert í læru sum bilsmiður. Eftir lærutíðina í fýra ár og sveinur í trý ár og hevur gingið á kvøldskúla, gongur leiðin út á Frælsið, har tú byrjar á læraraskúla. Fimm ár seinni fært tú prógvið og fær starv í Eysturskúlanum, har tú arbeiðir í ein mansaldur. Hetta vóru alt spennandi og áhugaverd vegamót á lívsleiðini. Nú stendur tú við nýtt vegamót við brævinum frá Almennaverkinum í hondini. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Tey liva á samfelagsins skuggasíðu við sárum í sálardýpinum
Forvitni er ein av drívmegunum í menniskjanum, annars vóru vit ikki komin upp á mánan, ella hvíti maðurin komin til Australia, Amerika og Afrika. Eg hevði ikki verið í Danmark í 25 ár, og tá ið vit fóru inn í miðbýin í Keypmannahavn í 2008 vóru trý øki, sum eg vildi síggja. Tað ljóðar løgið, men í huganum var at síggja narkomanarnar, síggja hvussu serliga heimleysir grønlendingar herberga sær Keypmannahavn og síggja, hvussu alfonsurin selir skøkjurnar á gøtuhornum á alljósum degi. Tað var mítt forvitni, sum segði, at hetta vildi eg síggja við egnum eygum. Læs resten
Kyndilskvinnur fara at vinna grundspælið, sigur Birgir Hansen

Birgir heldur, at Kyndil vinnur grundspælið. Um vikuskiftið vann Kyndil 29-18 á Stjørnuni og VB vann 23-21 á StíF. (Mynd Álvur)
Altíð áhugavert og spennandi at síggja hondbóltsblaðið, sum liggur inni í Sosialinum beint fyri kappingarbyrjan. Áhugavert at síggja manningarlistarnar, ja, og hvat vit kunnu vænta komandi vetur. Birgir Hansen sær nógvar dystir bæði mansdystir og kvinnudystir. Hann venur manslandsliðið og vandi neistakvinnur á sinni. Eg havi spurt Birgir, hvørja mynd hann hevur gjørt sær um grundspælið, sum byrjaði um vikuskiftið. Birgir sigur soleiðis. – Kyndilskvinnurnar vinna grundspælið, og mansliðini H71, Neistin, Kyndil og VÍF koma at kappast um tey tvey finaluplássini. Og Birgir sigur víðari. Læs resten
Úr myndasavninum – Nøkur heilt góð minni um Egil Joensen
Í 2002 gav P/F Auto út forvitnisligu bókini Auto – altíð til tænastu, sum Magnus Gunnarsson skrivaði og legði til rættis. Í 2002 fylti P/F Auto hálvthundrað ár. Sjálvur eri eg uppvaksin saman við Auto, og tá eg hyggi í bókina, kenni eg flestu persónar og nógvu bilarnar, sum vit ungu sýndu áhuga. Havi lisið bókina, men av og plagi eg tó at blaða í bókini, og har er altíð okkurt áhugavert at minnast aftur á. Í morgun steðgaði eg eina løtu við mynd á síðu 76 í bókini. Myndin er av Egili Joensen, sum júst fyri fýratí ár doyði av sjúku bert 38 ára gamal. Eg kendi væl Egil, tí eg plagdi onkuntíð ríða á rossi hjá honum. Læs resten
Seinasta heilsan frá einum eyðmýktum Gongurólvi

Farvæl og takk fyri nógv góð minni og nógvar góðar løtur. Vit síggjast. Heilsan 6-mannafarið Gongurólvur.
Eg var borin í heim í Runavík í 2011, men skjótt gekk leiðin í Álaker, har eg hitti nógv fitt og góð fólk. Mær dámdi væl, tá ungu fólkini komu við mær í Nólsoyarfjørð, og serliga væl, tá eg bleiv vaskaður, kíndur og bonaður, tí nú gekk leiðin kring oyggjarnar at rógva kapp. Gjørdist bebbaræddur, tá tey settu meg á løttu viðheftisvognin, har summir bilførarar koyrdu so skjótt, at eg fekk sjóverk. Men hetta fór alt í gloymskunnar hav, tá vit nærkaðust dráttinum, og tey settu seg við árarnar, róðu út á málið og løgdu seg við startin. Tá var eg ikki bangin longur, men eg sá á nógvum rógvarum, at teir vóru spentir og summir bangnir. Læs resten
Úr myndasavninum – Myndin tikin av Tinghúsvegnum og vestureftir
Myndin omanfyri er áhugaver fyri okkum, sum minnast økið við Jóannesar Paturssonargøtu júst um hetta mundið. Serliga eitt hús stendur upp við “Kaggan”, sum mátti lúta, tá Tórsgøta var kvett av, og Varðagøta og Dalavegur vóru bundnir saman frá Køkubúðini og niðan í Dalavegin við Kaggan. Minnist, at Ólavur Lambaa við familju búðu eitt skifti í húsunum. Minnist eisini, at tveir dreingir um aldur við meg búðu í húsunum, har Kaggin seinni kom at halda til. Dreingirnir vóru uppvaksnir hjá ommuni og abbanum, og serliga andlitið á ommuni síggi eg fyri mær, men minnist ikki navnið. Annar drongur haldi eg æt Hans Heri. Húsið niðast uttast til høgru er áhugavert, tí har helt kenda dansihølið Tórshøll til. Tað vóru Zacharias hjá Bøkjaranum og Sofus Mortensen, sum vóru timburmeistarar, sum bygdu húsini í 1917, har teir høvdu timurhandil og verkstað. Húsini vóru seld øðrum í 1928. (Vagnur)
Skeivt at flyta skúlanæmingar úr miðbýnum út á Fløtir
Herfyri kom eg at tosa við eldri lærara, sum arbeiðir í Sankta Frants skúla. Vit stóðu báðir og hugdu oman á Tórshavnar kommunuskúka, sum í løtuni verður umbygdur til lestraríbúðir. Tá eg segði læraranum, at eg helt, at tað er heilt burturvið at flyta allar næmingarnar úr býnum og út á Fløtir, so yppaði lærarin øksl og gjørdist eitt sindur illur og segði: – Býráðspolitikarnir í Havn gera dáragerð at flyta børnini úr býnum, tí Sankta Frans skúli, Tórshavnar kommunuskúli og barnaskúlin niðri við Grasagarð standa á veðurbesta staðnum í Havn og heldur fram: Læs resten
Team Klaksvík 10 ár – Klaksvíkar kommuna skal geva felagnum fleiri venjingartímar
Mánadagin 12. september fylti hondbóltsfelagið Team Klaksvík tíggju ár. Hondbóltssorgarleikur fyri okkum hondbóltsáhuga, tá Stjørnan í ár 2000 kastaði handklæðið í ringin og gavst við dreingja- og manshondbólinum í býnum. Seks ár seinni brettu Fríðin Ziskason, Kristian Andreasen, Niclas Niclasen, Meinhardt Joensen og onnur upp um armar og stovnaðu Team Klaksvík. Byrjanin var eitt manslið, men við tíðini er lagst aftrat við ungdómi, og sum eg skilji á Helenu Kallsberg nýggju forkvinnuni í felagnum, so er stór framgongd. – Eg havi ongantíð spælt hondbólt sjálv, men taki hond í, har børn míni spæla. – Stóri trupulleikin hjá Team Klaksvík eru venjingartímar, og eg haldi, at tað líkist ongum, at menn spæla innandurafótbólt í bestu venjingartíð, sum tey ungu sjálvandi skulu hava, sigur Helena Kallsberg og heldur fram. Læs resten
Rumenska felagið CSM Ploiesti fór í vár mest sum á húsagang

Sjáldsom mynd av rumenska liðnum. Bara seks útispælarar og tveir málverjar á ferðini í Føroyum. (Mynd heimasíðan hjá CSM Ploiesti)
Áskoðarar, sum leygarkvøldið komu í høllina í Havn at hyggja at altjóða dystinum millum neistakvinnur og rumenska liðið CSM Ploiesti, stúrsaði við, tá tey hugdu yvir á skiftingarbeinkin hjá rumenum. Har sótu bara ein eyka málverji, venjari og tveir hjálparmenn á beinkinum. Sjónin er eindømi í føroyskari altjóða hondbóltssøgu, tí heilt nógv útlendsk lið bæði landslið og felagslið hava spælt í Føroyum. Tey, sum ikki vistu betur, kundu kanska ímyndað sær, at rumenska liðið undirmetti neistakvinnur so nógv, at tey á henda hátt spardu ferðaseðlar í vissuni um at spæla seg víðari í IHF kappingini. Men orsøkin er ein heilt onnur, og tað havi eg tosað um við Nicoletu Radu Hansen. Hon kom um aldarskiftið til Føroya at spæla hondbólt við VÍF og spældi í fleiri ár við Neistanum. Nicoleta sigur soleiðis: Læs resten
Skeivt at lata børn ganga í skúla í merktum ítróttabúnum
Øll vilja vit knýta okkum til ymsar felagsskapir, tað vera seg um tað eru kristiligir felagsskapir, bindiklubbar, ítróttafeløg ella aðrir felagsskapir. Vit vilja hoyra til onkrastaðni, og so hevur altíð verið. Eg kann gott fylgja tankanum og endamálinum, tá vit í sjónvarpi síggja skúlabørn úti í heimi ganga í eins skúlabúna. Soleiðis var eisini í donskum og enskum kostskúlum nú fyri nógvum árum síðani.
Eitt eru felagsskapir, annað er at ganga í ítróttabúnum í skúla, har felagsmerki eru á bringuni ella á rygginum. Børn skulu ikki hava frámerki í skúlanum, tí hetta kann føra til óhepnar støður og happing.
Í nógv ár arbeiddi eg í fólkaskúlanum saman við kvinnu úr Klaksvík, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Henni lærdi eg nógv av. Hon heitti millum annað á foreldur um ikki lata børnini koma í skúla í ítróttabúnum, har B36, HB, Kyndil, H71, Neistin ella Messi stóð við stórum stavum á bringuni ella á rygginum. Børnini kundi fara í Gundadal í slíkum búnum ella spæla í búnunum í grannalagnum men ikki í skúlanum. Læs resten





