Myndin omanfyri er frá á ólavsøku 1951. Áhugaverd mynd. Fimleikararnir fremstir eru frá vinstru Jákup Andreas Arge og Magnus Jacobsen. Minnist ikki rættiliga hesar báðar sum fimleikarar, men í øðrum samanhangi, tí eg var bara tvey ára gamal í 1951. Men fimleikabúnan minnist eg heilt væl, tí vit ungu vóru til hvørja fimleikaframsýing í fimleikahøllini í Tórshavnar kommunuskúla. Tá var fimleikabúnin hin sami sum á myndini. Løgreglumaðurin eitur Mourits Rubeksen (1915-1989), sum var løgreglumaður í Havn frá 1949 til 1980. Havnar Hornorkestur er altíð til dystin fús, og trý andlit kennist eg við. Høgrumegin Jákup Andreas gongur Ludvig Breckmann síðani Árni ella beiggin Johan Isholm og Frants Restorff. Altíð áhugaverd at síggja klædnamótan á eldri myndum. Konan høgrumegin løgreglumannin í góðum sunnudagsfrakka, sum tá í tíðini kostaði nógvan pening. So nakrir menn í longum frakka, sum menn eisini gingu í í teimum “glade” 80-árunum. Hesir frakkar eru ikki nógvir at síggja í 2016, men teir koma nokk aftur. Gamli kommunuskúlin stendur so vakar har. skúin, sum var vígdur sunnudagin 4. august 1895. Tað var kongurin Christian IX, sum legði grundarsteinin 18. desember 1893. Til høgru kemur Meiningheitshúsið undan, sum í 1951 var meiningheitshús og ikki býráðssalur. Í 1951 vóru vegirnir grúsvegir. (Vagnur)
Forfatterarkiv: vagnur
Stórhvalaveiðan kring Føroyar endaði miðskeiðis í 1980-árunum

Til høgru á myndini síggja vit hvalabátin Hvitaklett, sum í fleiri ár gjørdi royndir fyri Fiskirannsóknarstovuna. Hugaligt at síggja royk úr skorsteininum. (Mynd: familjumynd)
Nakrar myndir við Áir eru komnar undan kavi í myndabók í familjuni. Myndirnar, sum er rokni við eru frá miðskeiðis í 1970-árunum, eru av nøkrum av seinastu stórhvalunum, sum drignir eru upp á land við Áir. Eg havi hvalabátin Hvítaklett og bilarnar at meta meg eftir. Søgan um stórhvalaveiðuna kring Føroyar er rúgvusmikil, og Helgi Jacobsen hevur skrivað bók Eg havi leitað eitt sindur eftir tilfari hjá Søvn landsins til tess at leggja nakað av teksti aftrat myndunum. Hin fyrsta av sjey hvalastøðum í Føroyum var bygd í 1894 á Gjánoyri norðan fyri Streymin, og tann seinasta bygd í 1905 við Áir. Tað vóru norðmenn, sum slóðaðu fyri stórhvalaveiðu kring Føroyar. Stórhvalavirksemið við Áir endaði med alla í 1984. Læs resten
Sjey ímóti seks reglan fer at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið
Herfyri sá eg áhugaverda sending á TV-sport, har gestirnir vóru venjararnir Erik Veje Rasmussen frá Århus håndbold, Nicolaj Jacabsen frá týska felagnum Reine Necker Løwen og Niels Agesen, sum venur besta kvinnuliðið hjá Nykøbing Falster. Sjey ímóti seks reglan kom í gildi næstaseinasta kappingarár, men 1. juli í ár broytti altjóða hondbóltssambandið regluna soleiðis viðvíkjandi sjey ímóti seks spælinum, at nú skuldi innskifti spælarin fyri málverjan ikki vera í serligari troyggju. Bæði venjarar, spælarar og áskoðarar kring allan hondbóltsheim eru hart ímóti nýggja sjey ímóti seks spælinum, tí tað kemur at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið, og spælið gerst við tíðini eitt stillstandandi spæl við ongum spælihugflogið. Og teir tríggir venjararnir siga víðari: Læs resten
Geitarkjøt smakkar væl bæði feskt, ræst og allarbest turt (e)
Kann minnast sum smádrongur, at vit sóu hissini geitir ymsastaðni. Tey høvdu tá geitir á Hvítanesi, og úti á bygd var forkunnugt at síggja geitarlomb um várið. Við Villingardalsvegin í Havn býr Andrias Reinert, sum hevur fleiri geitir og hesa tíðina eisini smárlomb. Skilt verður ímillum at hava geitir við kjøti sum úrtøku og mjólkigeitir. Hesar geitirnar stava úr Suður Afrika, sigur Andrias.
Kom fram við hjá Andriasi Reinert við Villingardalsvegin, har boð míni vóru at taka myndir av geitum, sum eg hevði sæð á trøðni hjá Andriasi. Hann var í túninum, og gamaní, vit fóru oman um vegin í geitarfjósið. Havi sjálvur havt seyð, men eg má siga, at geitirnar skikka sær øðrvísi enn seyður. Geitirnar er nógv spakari. Læs resten
Tey hava varðveitt vakra og søguliga brandbilin frá 1948
Á menturnarnáttini í 2014 var stórur áhuga hjá serliga børnum at síggja allar brandbilarnar á Bursatanga. Og serliga ein Bedford brandbilur hevði mín áhuga, tí hetta er fyrsti brandbilur, sum kom til Føroya í 1948, og sum tey á Brandstøðini hava varðveitt. Bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin. Læs resten
Borgarstjórar skulu velja løgtingið ella borgarstjórastarvið
Býráðsvalið komandi í Havn verður serligt, tí nú skal borgarstjórin í Havn veruliga til próvtøku. Vit kunnu sláa fast, at borgarstjórin er arbeiðssamur maður. Hann er “spontanur” persónur, handlar skjótt og fer eftir skjótum loysnum. Hetta er góður eginleiki at hava, men kann eisini gerast ein forðing. Borgarstjórin hevur góð kort á hondini, tí skattakrónurnar í Havn eru nógvar arbeiða við. Borgarstjórin fekk seinast heilar 2900 persónligar atkvøður, og Javnaðarflokkur fekk meirluta í býráðnum. Tað fær Javnaðarflokkurin ikki á valinum komandi. Serliga við býráðsvalinum komandi er, at tveir fyrrverandi borgarstjórar stilla upp, at og enn fleiri løgtingsfólk vilja sleppa í býráðið í Havn. Hetta er ógvuliga óheppið. Mítt einasta ynski á býráðsvalinum komandi er, at borgarar í Havn gera eitt slag av uppreistri og ikki velja løgtingsfólk í býráðið. At løgtingsfólk sita í býráðnum skeiklar demokratiið. Læs resten
Rokktónleikurin fekk fastatøkur í okkum ungu í 60-árunum
Tá ið eg hoyri í útvarpi rokktónleik frá 1960-árunum, reika tankarnir mangan, hvønn tónleik vit ungu lurtaðu eftir í 60-árunum. Inni hjá grannanum áttu tey plátur við millum annað Elvis Presley og Cliff Richard. Mær dámdi væl Cliff Richard, men við árunum fór mær at dáma betur tónleikabólkar sum Rolling Stones, Betleas og Kings. Orsøkin var óivað, at ein vinmaður keypti allar plátur, sum Rolling Stones og Kings góvu út, meðan eg sjálvur keypti Beatles plátur. Læs resten
Foreldrini og systkini hjá Thorvaldi Andreasen á felags mynd

Tey fjúrtan systkini og foreldrini. Ovast frá vinstru: Elinborg, Wolfang, Sigtór, Ingolf og Tórhallur. Miðjan frá vinstru: Solveig, Bergtóra, foreldrini Andreas og Anna Tórunn (Tóta), Thorvald og Kaysten. Frermst f.v: Rasmina, Tordis, Borghild, Alfred og Hjalgrim. (Familjumynd)
Tá eg herfyri skrivaði grein um skiparan Thorvald Andreasen og línubátarnar Norðstjørnuna og Nornagest, royndi eg at fáa fatur í nøvnunum á teimum trettan systkjunum hjá Thorvaldi. Ein felagsmynd var eisini kærkomin, men eg roknaði ikki við, at tað fór at eydnast, tí ein beiggi Thorvald doyði ellivu ára gamal, og aldursmunurin var stórur á systkjunum. Nú havi eg fingið fatur á Hall Andreasen bróðurson Thorvald og son Tórhall Andreasen. Frá honum havi eg fingið myndina omanfyri og nøvnini á øllum systkjunum hjá Thorvaldi. Tvey systrar eru á lívi. Læs resten
Gott var hjá okkum ungu at eiga skyldfólk í Danmark
Vit eru óivað nógv, ið minnast, hvussu einsamallan man kundi kenna seg, tá man sum ungur kom til Danmarkar. Alt kendist fremmant og øðrvísi. Málið var ringt at skilja, serliga tá fólk tosaðu skjótt, og mangan longdist man illa heim. Tá var gott at eiga góð skyldfólk har í landinum. Síðst í 1950´árunum og fyrst 60´árunum fóru nógv ung niður at arbeiða ella fáa sær útbúgving, og tað fór eg eisini. Men fyrst realeksamiu, so eitt ár á kontórinum í Timburhandlinum og síðan niður. Nógvar vinkonur ætlaðu sær á sjúkrasystraskúla, og sjálvt um tað ikki rættiliga var tað, eg hevði bestan hug til, fylgdi eg við. (Skrivað greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate) Læs resten
Í Sumba hava tey varðveitt gamla Sunnbingin frá 1957
Í døgunum 15. til 18. mai í 2014 skipaðu tey fyri mentanardøgum í Sumba, har kappróður og kappróðrarbátar eru eitt av evnunum. Tá ið eg hoyri navnið á 10. mannafarið “Sunnbingurin” leita tankarnir til barnaárini, tá ið Sunnbingurin róði inn í Vágsbotn og var klárt á odda á ólavsøku. Tað var altíð nakað serligt við 10-mannafarinum Sunnbinginum, sunnbingum og kappróðri. Læs resten







