Býráðsvalið komandi í Havn verður serligt, tí nú skal borgarstjórin í Havn veruliga til próvtøku. Vit kunnu sláa fast, at borgarstjórin er arbeiðssamur maður. Hann er “spontanur” persónur, handlar skjótt og fer eftir skjótum loysnum. Hetta er góður eginleiki at hava, men kann eisini gerast ein forðing. Borgarstjórin hevur góð kort á hondini, tí skattakrónurnar í Havn eru nógvar arbeiða við. Borgarstjórin fekk seinast heilar 2900 persónligar atkvøður, og Javnaðarflokkur fekk meirluta í býráðnum. Tað fær Javnaðarflokkurin ikki á valinum komandi. Serliga við býráðsvalinum komandi er, at tveir fyrrverandi borgarstjórar stilla upp, at og enn fleiri løgtingsfólk vilja sleppa í býráðið í Havn. Hetta er ógvuliga óheppið. Mítt einasta ynski á býráðsvalinum komandi er, at borgarar í Havn gera eitt slag av uppreistri og ikki velja løgtingsfólk í býráðið. At løgtingsfólk sita í býráðnum skeiklar demokratiið.
Eingin persónur í Føroya søgu hevur havt so nógva makt í landinum sum borgarstjórin í Havn. Hann er borgarstjóri í størstu kommununi við 20.000 borgaranum, og so situr hann í eini lyklastøðu í løgtinginum. Vit sóu tað í málinum um tey samkyndu, og vit síggja tað í málinum at hita upp nýggja skúladepilin í Marknagili. Samgongan hevur jú tepran meiriluta, tí er borgarstjórin í eini lyklastøðu. Tá eg hoyrdi, at skúladepilin nú skal hitast upp bæði við fjarhita og jarðhita, so vóru tankarnir, at so fæst eisini atkvøðan hjá borgarstjóranum í Havn fyri ætlanini.
Eg haldi, at fólk í Havn skulu gerast eitt slag av uppreistri á býráðsvalinum komandi. Fólk skulu ikki velja fólk í býráðið, sum sita í løgtinginum. Hetta skeiklar eftir mín hugsan demokratiið. Og hetta snýr seg ikki bara um landspolitikkar í Havn men eisini kring landið. Sá á portali borgarstjóran í Vestmanna siga, at tað letur seg væl gera at sita í løgtinginum og eisini vera borgarstjóri í Vestmanna. Helt meg síggja, hann siga, at talan er jú bara um einar hálvhundrað tingfundir um árið.
Eg vil venda tí við og siga, at borgarstjórastarvið í Vestmanna skal ikki vera fulltíðarstarv, tá borgarstjórin kann sita í løgtinginum, tí løgtingsarbeiði er annað enn bara løgtingsfundirnir. Tað sama kunnu vit siga um borgarstjóran á Tvøroyri. Einasta rætta gjørdi býráðið í Klaksvík sum ikki góðtók, at teirra borgarstjóri kann sita suðuri í Havn, tá hann skal vera til arbeiðis sum borgarstjóri í Klaksvík. Ein regla átti at sagt, at borgarstjórar kunnu ikki bæði sita á løgtingi og hava fulltíðarstarv sum borgarstjórar.
Spennandi býráðsval komandi í Havn, tí tveir fyrrverandi borgarstjórar stilla upp. Leivur Hansen og Jan Christiansen. Løgtingsfólkini Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen stilla uppaftur. Síðani er løgtingskvinnan Anita á Friðriksmørk komin á lista, og nú stóð at lesa á portali, at Kaj Leo Johannessen løgtingsmaður kanska ætlar sær í býráðið í Havn, og um so er, fer hann eftir borgarstjórasessinum. Nógv fólk, eg kenni, siga, at tey atkvøða ikki fyri persóni, sum æltar sær bæði at sita á løgtingi og í býráðnum. Tað sama geri eg. (Vagnur)
