Myndin omanfyri er frá á ólavsøku 1951. Áhugaverd mynd. Fimleikararnir fremstir eru frá vinstru Jákup Andreas Arge og Magnus Jacobsen. Minnist ikki rættiliga hesar báðar sum fimleikarar, men í øðrum samanhangi, tí eg var bara tvey ára gamal í 1951. Men fimleikabúnan minnist eg heilt væl, tí vit ungu vóru til hvørja fimleikaframsýing í fimleikahøllini í Tórshavnar kommunuskúla. Tá var fimleikabúnin hin sami sum á myndini. Løgreglumaðurin eitur Mourits Rubeksen (1915-1989), sum var løgreglumaður í Havn frá 1949 til 1980. Havnar Hornorkestur er altíð til dystin fús, og trý andlit kennist eg við. Høgrumegin Jákup Andreas gongur Ludvig Breckmann síðani Árni ella beiggin Johan Isholm og Frants Restorff. Altíð áhugaverd at síggja klædnamótan á eldri myndum. Konan høgrumegin løgreglumannin í góðum sunnudagsfrakka, sum tá í tíðini kostaði nógvan pening. So nakrir menn í longum frakka, sum menn eisini gingu í í teimum “glade” 80-árunum. Hesir frakkar eru ikki nógvir at síggja í 2016, men teir koma nokk aftur. Gamli kommunuskúlin stendur so vakar har. skúin, sum var vígdur sunnudagin 4. august 1895. Tað var kongurin Christian IX, sum legði grundarsteinin 18. desember 1893. Til høgru kemur Meiningheitshúsið undan, sum í 1951 var meiningheitshús og ikki býráðssalur. Í 1951 vóru vegirnir grúsvegir. (Vagnur)
