H71, VÍF og Kyndil koma at kappast um FM-finaluplássini, heldur Claus

Ætlar Kyndil sær í FM-finalurnar, so má Hørður stýra verjuspælinum, heldur Claus.

Ætlar Kyndil sær í FM-finalurnar, so má Hørður stýra verjuspælinum, heldur Claus.

Hyggja vit í stigatalvuna hjá bestu mansliðum í hondbólti, síggja vit sjáldsama stigatalvu, sum vit ikki hava sæð áður. Liðini spæla fýra umfør í grundspælinum, og longu í fyrsta umfari hava øll liðini misti fýra ella fleiri stig. Fimm lið við átta stigum boðar frá javnari og spennandi kapping um at náa FM-finalurnar. Claus Rasmussen, sum eigur son í bestu deildini, sær heilt nógvar mansdystir, og hann havi eg biðið sett mær nøkur orð á fyrsta umfar. – Tað vera H71, VÍF og Kyndil, sum koma at manna ovastu plássini, og serliga haldi eg, at Kyndil kemur longri upp á tindin, men so má mangan skaddi Hørður stýra verjuspælinum, sigur Claus og heldur fram. Ovara stigatalvan er talvan nú, og niðara talvan somu tíð í fjør. .  Læs resten

Kvinnukappingin higartil í bestu deildini líkist henni somu tíð í fjør

Alt talar fyri í løtuni, at Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár. Men nú fáa vit at síggja.

Alt talar fyri í løtuni, at Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár. Men nú fáa vit at síggja.

Ikki er at taka munnin ov fullan og siga, at kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum er favorittar at vinna sær FM-finaluplássini í apríl mánað næsta ár. Ùrslitini seinastu seks árini siga frá hesum, tí Neistin hevur vunnu fimm av seks meistaraheitum og Kyndil vann í 2014. Og einki bendir á, at annað lið enn Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár, tí nú fyrsta umfar í grundspælinum er um at vera spælt, liggja Neistin og Kyndil á odda. Einki lið hevur fult stigatal. Nøkur áhugaverd úrslit eru, sum vit eiga at hyggja nærri at. Eg havi tosað við hondbóltsvin, sum hevur sæð nakrar av kvinnudystinum, og hann sigur: Læs resten

Úr myndasavninum – Góðu róðrarminnini úr Álakeri eru so nógv

jkjkj

Myndir, troyggjan, knívur, húgva, keppur og ikki minst glasbáturin, eg fekk frá kvinnumanning. Partur av eini ár er seinasta leivdin av Gongurólvi, sum fór í knús í nógvum vindi og endaði á Brennustøðini. Nógv góð minni úr Álakeri. Knívin hevur ein av manningini á Havnarbátinum gjørt. (Mynd Vagnur)

Í mínum frítíðarrúmi í kjallarnum, har teldan stendur á borði, og fløguspælarin og guitarin eru nær við, havi eg eisini ein krók, har nógv ógloymandi minni úr Álakeri hanga og standa. Eg hjúkli um hesi minni. Í ár eru tjúgu ár liðin, síðani eg av tilvild kom at gerast eitt slag av hjálparmanni í Havnar róðrarfelag. Stýrdi 5-mannafarinum Sílinum sum trettan og fjúrtan ára gamal og eitt ár seinni 8-mannafarinum Ørvi, men so gjørdist mítt ítróttalív hondbóltur burturav. Læs resten

Úr myndasavninum – Myndin er frá miðskeiðis í 1960-árunum

Myndin er so stór, at hon passar ikki í skannaran. (Mynd Vagnur)

Myndin er so stór á bróstinum, at hon passar ikki í skannaran. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri hongur í eini stovuni hjá okkum, og eg minnist júst hesa tíðina á Kongabrúnni. Nógv er broytt, síðani myndin var tikin seinast í 1960-árunum. Hotel Føroyar er har, og tað sama málingahandilin hjá Poul í Geil. Grøni bygningur hjá C.C. Johansen, sum nú er burtur, er har. Vinstrumegin síggjast húsini hjá frú Müller og Sjóvinnubankin kemur undan. Grøni handilin hjá C.C.Johansen, har íslendski sendiharrin nú heldur til, Hotel Djurhuus og klædnahandilin hjá Essaba, har Cafe Natúr heldur til, standa har enn. Bilarnir siga mær, at myndin er tikin í einaferð í 1960-árunum. Guli lastbilurin hjá Valdemar Lützen vinstrumegin er eitt TK model, sum sá dagsins ljós í 1960. Vilhelm Nielsen, har eg lærdi til bilsmið, seldi hesar bilar, og er kenni mest sum hvønn lut í hesum bilum. Hatta VW rugbreyðið, sum vit síggja við áarósan koyrdi eisini í Havnargøtum í 1960-árunum. Bátarnir siga eisini frá eini tið, tá glastrevjabátarnir ikki vóru komnir til Føroya. Tryggingarfelagið Føroyar bygdi við árunum út bæði norðureftir og suðureftir, men nú frættist, at samtakið skal flyta av Kongabrúnnu og byggja stóran nýggjan bygning aðrastaðni í Havn. Soleiðis broytist alt. (Vagnur)

Striltið er at fáa fólk at landa bátarnar við Vestaru bryggju

Tey

Vesturtúgva var um at vera liðugur at landa. Fulla last og góður túrur. (Mynd Vagnur)

Í morgun hitti eg formannin á landingarmiðstøðini á Vestaru bryggju í Havn. Fyrikomandi maður av Argjum, sum er prátingarsamur maður og altíð í góðum lag. Tá eg spurdi hann, hvussu gekst at fáa fólk at landa bátarnar, so yppaði hann øksl og segði, at tað gekk stak illa. Tað koma fólk send frá Als oman á bryggjuna at arbeiða, men tey gevast skjótt. Tey tíma ella orka ikki at arbeiða. Nú eru vit komin hartil, at vit mugu senda boð eftir nøkrum rumenum, skulu vit fáa bátarnar landaðar. Kemur fyri, at stjórin og arbeiðsformaðurin mugu sjálvir í í lastina, skal fiskurin koma í land, sigur arbeiðsformaðurin. Tankarnir hjá mær reikaðu aftur í 1980-árini, tá eg var í farloyvi og arbeiddi eitt ár á Bacalao. Arbeiddi á frystigoymsluni, har vit millum annað avskipaðu vøru hvønn fríggjamorgun. Tá var sama skili sum nú, tí á parkeringsøkinum vestanfyri Bacalao stóðu tá nógvir húsvognar. Har búðu nógvir polakkar og aðrir útlendingar, sum arbeiddu á flakavirkinum og landaðu bátarnar. Tíðin í Føroyum í 2016 líkist nógv tíðini seinast í 1980-árunum. (Vagnur)

Skúladepilin við Marknagil er vakur og fyllir nógv í landslagnum

Skúladepilin er stórur og vakur bygning. (Mynd Vagnur)

Skúladepilin er stórur og vakur bygningur. Á myndini síggja vit eisini handilsskúlan, skúlaheimið og barakkirnar við Velbastaðvegin. Lonurnar út frá runda bygninginum rigga heilt væl. (Mynd Vagnur)

Skúladepilin við Marknagil er ein vakur bygningur at sjá, nú stóru kranarnir eru farnir av økinum, og økið um skúlan verður slættað. Skúlin er um at vera innilokaður. Koyrir tú niðan á Oyggjarvegin og hyggur út í Marknagil, so fyllir skúladepilin nógv í landslagnum. Handilsskúlin og fyribilsbarakkirnar við Velbastaðvegin, sum handverkslærlingarnir halda til, eru sum skúrar afturímóti stóra bygninginum. Eg koyri nógv har á leiðini, og ein dagin, eg kom oman Landavegin, skein vesturskinið á skúlan, og alt glasið glitraði sum ein gullkúla. Vøkur sjón. Tá kom eg at hugsað, hvussu verður innandura hjá næmingunum, tá sólin stendur á stóru glasflaturnar. 1300 næmingar skulu húsast í skúlanum, sum er 19.500 fermetrar til støddar. Upprunaliga skuldi skúlin kosta 515 milliónir krónur, men nú nýggj ætlan skal gerast, og aðrir byggifyritøkur skulu taka um endan, so gerist eg ikki bilsin, um endaliga talið fer at nærkast 700 milliónir. Næmingarnir skuldu sleppa í skúlan við skúlaársbyrjan í 2016, sum nú er útsett til august mánað 2017. Arbeiðast skal skjótt, um tíðarætlanin skal halda, tí einki er enn gjørt innan. Guð viti, hvussu tey ætla at skipa ferðsluna har á leiðini, tá tveir so stórir skúlar skulu húsast á økinum. (Vagnur)

Havi bara eitt høvuðsynski um komandi býráðsval í Havn

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni, men eingin veit, hvat bygningurin skal brúkast til. (Mynd Vagnur)

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni fyri fleiri enn 100 milliónir krónur. Tá tú spyrt, so veit eingin, hvat bygningurin skal brúkast til. Tá so er, má Tórshavnar Havn eiga nógvar milliónir á bók. (Mynd Vagnur)

Fyri meg er líkamikið um borgarstjórin í Havn eitur Heðin Mortensen ella okkurt annað. Borgarstjórin er skjótur á fótum og hevur longu hongt nógvar stórar og ógvusligar myndir av sær sjálvum nógvastaðni í høvuðsstaðnum. Hann er farin við øllum teimum bestu plássunum, so torført verður hjá hinum valevnunum at finna sær líkinda lýsingapláss. Stóru lýsingarnar kosta heilt nógv, ja, so nógv, at onnur valevni hava ikki ráð til slíka lýsingaherferð. Stórur lýsingaupphæddirnar, sum borgarstjórin nú brúkar, eru til onga nyttu og spill av peningi. Tær geva ikki eina atkvøðu meira til borgarstjóran, tí øll kenna Heðin, og hvat hann stendur fyri. Hann fekk jú 2900 atkvøður fyri fýra árum síðani. Mítt einasta ynski á býráðsvalinum komandi er, at Javnaðarflokkurin ikki kann skipa samgongu einamallur, tí hetta er bæði keðiligt og óheppið fyri demokratiið. At so borgarstjórin eisini er løgtingslimur og har tungan á vektskálini, er ikki gott fyri demokratiið. Borgarstjórin situr einsamallur á trónini, sum stóru lýsingarnar í býnum sýna. At Fólkaflokkurin er í samgongu og Sambandsflokkurin við, hevur ongan týdning. Borgarstjórin hálar eisini so mikið nógv fólk við sær í býráðið, at tey skulu bara skikka sær væl og gera, sum borgarstjórin sigur. Soleiðis uppfati eg og nógv við mær frá síðulinjuni støðuna á Vaglinum.. Pengarnir fossa í kommunukassan, og tey vit ikki rættiliga, hvat stóru upphæddirnar skulu brúkast til. Saltsølan er bara eitt dømi av nógvum. (Vagnur)

29 ára gamal í fongsul í Mjørkadali – men hvat so við unga manninum?

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.f0)

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.fo)

Hvørja ferð eg hoyri um hendingar sum hana í svimjihøllini herfyri, leita tankarnir til unga mannin, sum framdi gerðina. Hugsi, hvat gongur fyri seg í høvdinum á manninum, tá hann ger slíkt. Er hann ávirkaður av rúsdrekka, manglar hann pening til rúsevni, ella er hann illur inn á seg sjálvan og samfelagið. Okkurt er spinnandi galið. Kundi hugsað mær at sæð niður á botn í sálargongina á hesum manni. Hvussu var uppvøksturin, skúlaárini, og hvat fæst maðurin við í gerandisdegnum. Og hvussu hjálpa vit manninum á føtur aftur. Fongsulsrevsing uttan sálarliga og aðra hjálp bøtir ikki um støðuna hjá manninum. Í fjølmiðlunum hoyra vit bara, at málið er uppklárað, og maðurin fyribils fongslaður í fýra vikur. Vit hoyra ongantíð, hvussu samfelagið hjálpir slíkum manni, og um maðurin vil ella kann hjálpast. Hetta hevur mín áhuga, tí eg kenni fleiri dømi frá ungdómsárunum, at ungfólk traðkaðu við síðuna av og eru fongslað fyri síðani seinni at komu væl fyri í lívinum. Alt í svimjihøllini er umvælt, men í Mjørkadali situr ungu maður hvørs sál ikki er umvæld. Í hvørfall ikki enn, og tað gongur rúm tíð, til maðurin er leysur aftur. Vónandi fær kønur sálarfrøðingur hendurnar í mannin, so hann kann fáa hjálp og á føtur aftur. Uppiskoyti. Útvarpið boðaði mikudagin frá,at ein átjan ára gomul genta eisini var við í fleiri innbrotum. Hvat fær gentuna at gera slíkt, og hvussu bjargar samfelagið hesi gentu. Fongsulsrevsing, og hvat so? (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tretivu ár síðani Preben Elkjær vitjaði í Føroyum

Fólk flokkaðust um Preben Elkjær bæði undan og eftir dystin. Preben er í HB troyggju.

Í 1986 spældi kendi danski framherjin Preben Elkjær í ítalska felagnum Verona. Preben var um hetta mundið umhildin landsliðsspælari í Danmark, var kendur í Italia, men so sanniliga eisini kendur í Føroyum. Og hetta var dyggiliga sligið fast, tá ið tað eydnaðist Havnar Bóltfelag at fáa kenda framherjan til Føroya á sumri 1986. 4000 áskoðarar vóru komnir í Gundadal til tess at síggja og heilsa uppá Preben Elkjær.  Læs resten

Ókent amboð frá snikkaravirkinum hjá Hartvig Hansen

Kennist nakar við hesi amboð, sum snikkaravirkið hjá Hartvig uttan iva brúkt í samban

Kennist nakar við hesi amboð, sum snikkaravirkið hjá Hartvig Hansen uttan iva brúkti í sambandi við framleiðsluna av dygdarmøblunum. (Mynd Vagnur)

Leygardagin var eg inni á gólvinum hjá bátasmiðinum Terja Reinert Jacobsen á Kjalnesi. Hann hevði júst strekt kjølin til nýtt 5-mannafar til Havnar róðrarfelag. Tá vit høvdu prátað eina løtu um leyst og fast, vísti hann mær eitt skrín við serligum amboði, sum hann ikki visti, hvat tað einaferð var brúkt til. Hann hevði fingið amboðið frá soni Hartvig Hansen snikkara, sum hevði snikkaravirkið í Vørðsluni, har Einars prent einaferð eisini helt til. Eg gjørdist forvitin, tí eg minnist væl snikkaravirkið í Vørðsluni, og eg kenni familjuna hjá Hartvig Hansen, men hvør var Hartvig? Læs resten