
Myndir, troyggjan, knívur, húgva, keppur og ikki minst glasbáturin, eg fekk frá kvinnumanning. Partur av eini ár er seinasta leivdin av Gongurólvi, sum fór í knús í nógvum vindi og endaði á Brennustøðini. Nógv góð minni úr Álakeri. Knívin hevur ein av manningini á Havnarbátinum gjørt. (Mynd Vagnur)
Í mínum frítíðarrúmi í kjallarnum, har teldan stendur á borði, og fløguspælarin og guitarin eru nær við, havi eg eisini ein krók, har nógv ógloymandi minni úr Álakeri hanga og standa. Eg hjúkli um hesi minni. Í ár eru tjúgu ár liðin, síðani eg av tilvild kom at gerast eitt slag av hjálparmanni í Havnar róðrarfelag. Stýrdi 5-mannafarinum Sílinum sum trettan og fjúrtan ára gamal og eitt ár seinni 8-mannafarinum Ørvi, men so gjørdist mítt ítróttalív hondbóltur burturav.
Kappróður hevur altíð havt mín stóra áhuga, og vit ungu gingu nógv í Álakeri árini, tá Havnar róðrarfelag helt til í gamla neystinum. Tríggir vóru bátarnir. 10-mannafarið Havnarbáturin, 8-mannafarið Ørvur og 5-mannafarið Sílið. Ongar rógvumaskinur, eingi skiftingarrúm og brúsur.

Um summarið vóru vit ungu dagliga niðri í gamla neystinum. Rógvararnir vóru okkara stjørnur. (Mynd Vagnur)
Menn, dreingir og gentur róðu í hvítari skjúrtu við uppbrotnum ermum og í cowboybuksum ella terlenbuksum. Fýra vóru stevnurnar. Norðoystevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøka. Frá 1963 var eisini róð á eystanstevnu.
Nú hjálpir mann ikki í ítróttafelag til tess at fáa samsýningar ella gávur. Áhugin drívur verkið. Í ár eru tjúgu ár liðin síðani eg kom aftur í Havnar róðrarfelag. Hetta var alt av tilvild, tí eitt kvøldið, eg var á floti og kom sunnanífrá siglandi framvið Havnarbátinum, róptu teir á meg, so eg kundi stima við teimum inn í Vágsbotn.
Hetta førdi til, at eg koma at stima við Havnarbátinum mestsum hvørt kvøld fram til ólavsøku. Eg gjørdist tá aftur bitin av kappróðri og føldi meg sum part av manningini. Føldi, at eg gjørdi mun. At vit so vunnu á ólavsøku hetta árið og harvið vunnu meistaraheiti var bara so fantastiskt. Næstu ár árini stimaði eg eisini við Havnarbátinum, har vit vunnu meistaraheitið í 2001 og 2004 og vunnu eisini aðrar róðrar.

Fyrsta neystið hjá Havnar róðrarfelag. Tað var gamla Hornaneystið, sum róðrarfelagið tók uppá seg at byggja uppaftur. Hetta var í 1943. (Mynd bókin Drekin)
Síðani minkaði stimingin, men tó so, eg sigli við fólki og ymsum bátum, har mynd vóru tiknar av áralagi og ferð. Eg visti næstan uppá meturin, hvussu fór at gangast í FM-róðrunum. Snaringarnar á motorinum í bátinum søgdu frá hesum. Hetta vistu manningarnar, sum kendu ljóðið á motorinum. Síðani miðskeiðis i 1980 árunum havi eg skrivað meira og minni um kappróður.
Nógv er broytt í føroyskum kappróðri síðani tá. Róð verður nú tíverri bara túsund metrar, bátarnir hava ferðmátara, og tey venja í rógvumaskinum um veturin.

Systkinabarni mítt Vilhjálmur Christiansen stýrdi Ørvi í 1962. Manningin úr rongini vóru: Vilhjálmur Christiansen, Hanus Clementsen, Rógvi Holm, Sjúrður Mikkelsen, Sverrri Køtlum, Andreas Klein, Bjartur Ludvig og á toftubekki Reimar Dam og Verning Thomsen. (Mynd bókin Drekin)
Myndir og lutirnir á myndini omanfyri havi eg fingið frá ymsum manningum. Tann fyrsta var serlig, tí eg var ikki vanur at fáa gávur frá nøkrum í Neistanum, sjálvt um eg var spælari, venjari, formaður í fleiri ár og gjørdi nógv annað.
Tvey døgn fyri ólavsøkuróðurin í 1996 lá ein pakki á køksborðinum hjá okkum. Vøkur reyð morreyð troyggja og nakrir pengaseðlar fyri olju stóð skrivað í vøkrum korti. Gáva frá manningini á Havnarbátinum. Eg gjørdist heilt rørdur, tí ólavsøkuróðurin var ikki rógvin. Serlig hetta gloymi eg ongantíð. Ikki vildi eg brúka troyggjuna fyrstu árini, tí hon skuldi varðveitast leingi og væl. Nú er ikki nógv eftir av hesi troyggju, men nógvu góðu minnini úr Álakeri koma altíð at vera har. Niðanfyri sæst, nær fyrsta drekastevnið var at síggja á Havnarbátinum.
Vit skriva nú 2016, og onkur spyr uttan iva, hvussu støðan er hjá føroyskum kappróðri. Fyri nøkrum árum síðani var ein aldudalur, men róðrarárið 2016 royndist væl. Nógvar barnamanningar og ungdómsmanningar, so hetta boðar frá góðum. Ódnartøkini eru eisini vorðin partur í kappróðrinum. Stóra avbjóðingin er at fáa mannað enn fleiri 6-mannafør við kvinnum og monnum, 8-mannafør og 10-mannafør. (Vagnur)

Her er søgan, sum sigur frá, nær fyrsta drekahøvdið koma á bátarnar hjá Havnar róðrarfelag. (Mynd bókin Drekin)