Havi bara eitt høvuðsynski um komandi býráðsval í Havn

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni, men eingin veit, hvat bygningurin skal brúkast til. (Mynd Vagnur)

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni fyri fleiri enn 100 milliónir krónur. Tá tú spyrt, so veit eingin, hvat bygningurin skal brúkast til. Tá so er, má Tórshavnar Havn eiga nógvar milliónir á bók. (Mynd Vagnur)

Fyri meg er líkamikið um borgarstjórin í Havn eitur Heðin Mortensen ella okkurt annað. Borgarstjórin er skjótur á fótum og hevur longu hongt nógvar stórar og ógvusligar myndir av sær sjálvum nógvastaðni í høvuðsstaðnum. Hann er farin við øllum teimum bestu plássunum, so torført verður hjá hinum valevnunum at finna sær líkinda lýsingapláss. Stóru lýsingarnar kosta heilt nógv, ja, so nógv, at onnur valevni hava ikki ráð til slíka lýsingaherferð. Stórur lýsingaupphæddirnar, sum borgarstjórin nú brúkar, eru til onga nyttu og spill av peningi. Tær geva ikki eina atkvøðu meira til borgarstjóran, tí øll kenna Heðin, og hvat hann stendur fyri. Hann fekk jú 2900 atkvøður fyri fýra árum síðani. Mítt einasta ynski á býráðsvalinum komandi er, at Javnaðarflokkurin ikki kann skipa samgongu einamallur, tí hetta er bæði keðiligt og óheppið fyri demokratiið. At so borgarstjórin eisini er løgtingslimur og har tungan á vektskálini, er ikki gott fyri demokratiið. Borgarstjórin situr einsamallur á trónini, sum stóru lýsingarnar í býnum sýna. At Fólkaflokkurin er í samgongu og Sambandsflokkurin við, hevur ongan týdning. Borgarstjórin hálar eisini so mikið nógv fólk við sær í býráðið, at tey skulu bara skikka sær væl og gera, sum borgarstjórin sigur. Soleiðis uppfati eg og nógv við mær frá síðulinjuni støðuna á Vaglinum.. Pengarnir fossa í kommunukassan, og tey vit ikki rættiliga, hvat stóru upphæddirnar skulu brúkast til. Saltsølan er bara eitt dømi av nógvum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *