Geitarkjøt smakkar væl bæði feskt, ræst og allarbest turt (e)

Geitir eru vøkur og áhugaverd kríatúr. (Mynd Vagnur)

 

Kann minnast sum smádrongur, at vit sóu hissini geitir ymsastaðni. Tey høvdu tá geitir á Hvítanesi, og úti á bygd var forkunnugt at síggja geitarlomb um várið. Við Villingardalsvegin í Havn býr Andrias Reinert, sum hevur fleiri geitir og hesa tíðina eisini smárlomb. Skilt verður ímillum at hava geitir við kjøti sum úrtøku og mjólkigeitir.  Hesar geitirnar stava úr Suður Afrika, sigur Andrias.

Kom fram við hjá Andriasi Reinert við Villingardalsvegin, har boð míni vóru at taka myndir av geitum, sum eg hevði sæð á trøðni hjá Andriasi. Hann var í túninum, og gamaní, vit fóru oman um vegin í geitarfjósið. Havi sjálvur havt seyð, men eg má siga, at geitirnar skikka sær øðrvísi enn seyður. Geitirnar er nógv spakari.

Andrias er uppvaksin við nógvum flogfenaði og kríatúrum. (Mynd Vagnur)

– Geitir tola nógv minni kulda enn seyður, tær eru ikki eins ullaðar og seyður og tí krillutar og eru nógv meira inni enn føroyski seyðurin. Hesar geitir fekk eg fyri fimm árum síðani. Tær komu fyrst á Rásini í Eysturoynni og  komu síðani til mín. Annars stavar hetta slagið úr Suður Afrika, kjøtið smakkar ótrúliga væl bæði feskt, ræst, og mær dámar turra kjøtið betri enn tað føroyska. Tað eru tey sum siga, at geitarskjøt smakkar einastaðni millum seyðakjøt og kálvakjøt.

– Geitirnar lemba tvey trý lomb, og ein geit hevur tvey lomb. Geitarbukkarnir mugu geldast, annars kanst tú ikki hava teir inni. Teir alt ov villir og eru ikki at hava við at gera. Tað stuttligt at hava geitir, tí tær eru at kalla fitt og friðarlig húsdjór. Her sært tú tveir geitarbukkar, sum verða flettir í heyst, sigur Andrias at enda.

Tað er okkurt við geitum, sum er dragandi. Kanska stavar hetta frá ævintýrunum, har geitin hevur serligan leiklut. Og so er tað útsjóndin, hesi langu oyrini og serligu hornini. Geitarbukkurin sýnist so hábærsligur á at sjá. Eg takkaði fyri meg uppí hjá Andriasi. Umframt geitir vóru tíggjutals gæs og hønur. Tey høvdu í løtuni tíggju gásapør við ungum.

Geitarbukkarnir mugu geldast. (Mynd Vagnur)

Einaferð leitaðu havnarfólk niðan á Villingardalsvegin at hyggja at øll flogfenaðinum og kríatúrunum hjá Jensi Reinert pápa Andrias Reinert. Hetta var tá uttan fyri Havnina, men nú verður virksemið umgyrt av sethúsum, og um ikki so langa tíð kemur ringvegur beint omanfyri hjá Andriasi. (Vagnur)

Geitirnar eru nógv inni. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Geitarkjøt smakkar væl bæði feskt, ræst og allarbest turt (e)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *