
Tey fjúrtan systkini og foreldrini. Ovast frá vinstru: Elinborg, Wolfang, Sigtór, Ingolf og Tórhallur. Miðjan frá vinstru: Solveig, Bergtóra, foreldrini Andreas og Anna Tórunn (Tóta), Thorvald og Kaysten. Frermst f.v: Rasmina, Tordis, Borghild, Alfred og Hjalgrim. (Familjumynd)
Tá eg herfyri skrivaði grein um skiparan Thorvald Andreasen og línubátarnar Norðstjørnuna og Nornagest, royndi eg at fáa fatur í nøvnunum á teimum trettan systkjunum hjá Thorvaldi. Ein felagsmynd var eisini kærkomin, men eg roknaði ikki við, at tað fór at eydnast, tí ein beiggi Thorvald doyði ellivu ára gamal, og aldursmunurin var stórur á systkjunum. Nú havi eg fingið fatur á Hall Andreasen bróðurson Thorvald og son Tórhall Andreasen. Frá honum havi eg fingið myndina omanfyri og nøvnini á øllum systkjunum hjá Thorvaldi. Tvey systrar eru á lívi.
Andreas Andreasen pápi Thorvald var ættaður av Eiði. Hann var motorpassari og fiskimaður. Sum ungur fór hann til Seyðisfjarðar í Ìslandi at rógva út, og har hitti hann seytjan ára gomlu íslendsku gentuna Annu Tórunn Jónsdóttir. Anna var uppvoksin á Éiðum eitt pláss norðanfyri Egilstaðir. Tey gjørdust góð, og Anna kom sum seytjan ára gomul við Andeasi til Føroya. Ì 1909 bygdu tey sær hús á Oyrabakka. Anna Tórunn var rópt Tóta sum fleiri av eftirkomarunum eita eftir. .
Tóta var arbeiðssom kona, og hon hevði serliga drívmegi at leggja niður í børnini. Dreingirnir gjørdust skiparar uttan Hjalgrim og Alfred. Alfred var motorpasseri, og Hjalgrim, sum flutti til Klaksvíkar, var eisini motorpassari á ungum árum. Seinni fekk hann sær motorbát, sum hann róði út við. Tá børnini gjørdust vaksin, fóru tey i allar ættar. Ja, ein systir Thorvald endaði í New Zealandi. Tórhallur hevur givið mær nakrar upplýsingar um tey fjúrtan systkini:
Borghild Andreasen giftist Óla Rasmussen ættaður av Kirkju. Tey búðu í Keypmannahavn og fingu trý børn. Tordis Andreasen var ógift, hon fekk eitt barn og búði í Keypmannahavn. Alfred Andreasen var ógiftur og búði heima á Oyrabakka. Hjalgrím Andreasen giftust Thurid Samuelsen ættað úr Klaksvík. Tey settu búgv í Klaksvík og fingu tíggju børn. Thorvald Andreasen giftist Petrinu Müller ættað úr Porkeri. Tey keyptu sær hús í Havn í 1944 og fingu fýra børn. Solveig Andreasen giftist Erik Meinertz ættaður úr Danmark. Tey búðu í Keypmannahavn og fingu eingi børn. Rasmina Andreasen giftist Alfred Dam ættaður frá Norðskála. Tey fingu fimm børn og búðu við Norðskála.
Kaysten Andreasen giftist Sólveig Olsen ættað úr Steymnesi. Tey fingu seks børn og búðu í Havn. Wolfang Andreasen giftist Annu Petersen ættað úr Rituvik. Tey búsettu seg á Argjum og fingu tvey børn. Bergtóra Andreasen var gift Antoni Olsen ættaður úr Rituvík. Tey búðu í Keypmannahavn og fingu trý børn. Tórhallur Andresen giftist Rigmor Dam ættað frá Norðskála. Tey bygdu hús á Argjum og fingu fýra børn. Ingolvur Andreasen giftist Siggu Djurhuus ættað frá Norðskála. Tey búðu við Norðskála og fingu sjey børn. Sigtór Andreasen doyði ellivu ára gamal, og Elinborg Andreasen giftist Sven Bukholt ættaður úr Danmark. Tey búsettust í New Zealandi og fingu fýra børn. .
Hallur Andreasen sonur Tórhall Andreasen sigur mær, at tey fjúrtan systkini fingu 49 børn. Familjan í Íslandi er stór, og triðja hvørt ár skipar familjan fyri ættarmóti. Hallur og tey hava gott samand við ættina í Ìslandi, og hevur hann bæði verið til ættarmót í Íslandi og í Føroyum. Tey vóru, sum áður sagt, fjúrtan systkin, og tvær systrar eru á lívi. Tær eru Elinborg, sum býr í New Zealandi, og Bergtóra, sum nú býr á Toftum. Mamman Anna Tórunn (Tóta) doyði ung bert 58 ára gomul, og pápin Andreas bleiv 67 ár. Tey eru grivin í kirkjugarðinum við Norðskála. (Vagnur)


