Skeivt at flyta skúlanæmingar úr miðbýnum út á Fløtir

Hevði áhugavert prát við eldri lærara um skúlapolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Hevði áhugavert prát við eldri lærara um skúlapolitikkin í Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Herfyri kom eg at tosa við eldri lærara, sum arbeiðir í Sankta Frants skúla. Vit stóðu báðir og hugdu oman á Tórshavnar kommunuskúka, sum í løtuni verður umbygdur til lestraríbúðir. Tá eg segði læraranum, at eg helt, at tað er heilt burturvið at flyta allar næmingarnar úr býnum og út á Fløtir, so yppaði lærarin øksl og gjørdist eitt sindur illur og segði: – Býráðspolitikarnir í Havn gera dáragerð at flyta børnini úr býnum, tí Sankta Frans skúli, Tórshavnar kommunuskúli og barnaskúlin niðri við Grasagarð standa á veðurbesta staðnum í Havn og heldur fram:

– Nærmasti granni er Plantasjan, eitt hanagleiv er niðan í Gundadal og Svimjihøllina, og so er eisini skjótt niðan í ítróttahallirnar. Her er allastaðni veðurgott. Hvat hugsa fólk? Tú fert úr veðurgóðum plássi, har børnini eru útibørn út á Fløtir, har ikki lívir á nakrari ætt. Børnini fara tí frá at vera útibørn til innibørn úti á Fløtum, har altíð er vindur. Eg dugi heldur ikki at síggja meiningina, hvat fólk vinna at gera so stórar eindir. Aðrastaðni er mann farin burtur frá stórum eindunum, og eg eri vísir í, at nógv børn smokka niður ímillum í stóru skúlaeindunum, segði viðkomandi og helt fram.

– Tey í Tórshavnar kommunu hava misskilt at føra skilagóðan skúlapolitik, og tað sýnist, sum bara meiningin hjá forkvinnuni í mentanarnevndini vinnur frama. Hetta sóu vit, at Sankta Frants skúli yngsti framhaldsdeild. Sankta Frans skúlin er ein perla, og tað sama Tórshavnar kommunuskúli, sum skuldi verið umvældur aftur til fólkaskúla. Og so skuldu vit varðveitt gula barnaskúlin við Grasagarð. Tú kanst bara fara oman har sjálvur at hyggja. Hanagleiv oman á spæliplássið í Grasagarði, og so hevði Tórshavnar kommunuskúla Føroya besta skúlagarð. Eg skilji einki av hesum, segði lærarin at enda.

Eg helt leiðina oman Villumsgøtu, meðan eg hugsaði um tað, hesin eldri lærarin segði, og sum skjótt gevst vegna aldur. Min meining hevur altíð verið, at vit skulu ikki miðsavnað fólkaskúlan í kommununi. Tað tænir ongum endamáli at byggja fólkaskúla til túsund næmingar úti á Fløtum og tøma miðbýin fær glaðan ungdóm. Og serlig, nú so nógvar  røddir eru frammi um at fáa meira lív í miðbýin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *