Úr myndasavninum – Søguligir kassar á bryggjuni í Vágsbotni

Minnist væl hesar kassar standa á bryggjuni í Vágsbotni. Fyri teym leggja mjólkabátarnir Tróndur og Reynir og við bryggju Sigmundur. (Mynd Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Tá eg við sorgblídnu síggi myndina omanfyri, sveima tankarnir um tvær stórar fyritøkur í Havn, tá eg var ungur. Kassarnir á bryggjuni boða frá serligari handilssøgu. Við sorgblídni, tí spell var, at Restoffs Bryggjarí mátti snara lykilin, og sjálvt SISU flutti til Klaksvíkar. Hesar trækassar kenni eg væl, tí eg arbeiddi sum ungur á bryggjarínum. 50 fløskur vóru í hvørjum kassa, fløskurnar lógu vatnrættar, og kassarnir illtungir at bera. Vit síggja merkiseðilin á endunum, og tá kassar við øli ella sodavatni skuldu á bygd við mjólkabátunum, vóru tvær fjalar negldar ovast, so fløskur ikki duttu úr kassanum. Ølkassarnir vóru nakað breiðari enn sodavatnskassarnir, tí ølfløskurnar vóru eitt sindur hægri.

Nógv spor høvdu vit ungu á bryggjarínum. Á hinum kassunum stendur Frants Restoff einaferð størsta bakarí í Havn. Síggi fyri mær Egil Restoff og konuna Michelu, sum seldi okkum breyð og køkur. Hvørkin av hesum fyritøkum eru til longur. Við bryggju liggur postbáturin Sigmundur, og fyri teym mjólkabátarnir Tróndur og Reynir. Myndin tikin seinast í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árunum. Tá lógu nógv skip og bátar fyri teym í Havn, tí Molin var ikki longdur, og tí mangan nógvur uppgangur í Vágsbotni. Var uppgangur høvdu skipini trupulleikar at liggja við bryggju, tí nógvur súgur var, og endarnir á skipunum kundu slitna. Tá var betur at liggja fyri teym. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Brandmenn í 1966 á brandskeiði í Hoydølum

Mynd frá 1966 uppi í Hoydølum. Frá vinstru Andrias Højggaard, stjóri, siðani brandmenninir Kaj Christiansen, Petur Hans Poulsen, Suni Thomsen, Kristian Samuelsen, Andre Andresen, Karl Johan Hansen, Nikael Thomsen, Bjarki Christiansen og Símun Poulsen. Myndaeigari: Henry Christiansen

Tá talan er um eldri myndir ræður tilvildin mangan. Kom eitt kvøldið oman ovarlaga á Tinghúsvegnum, tá eg hitti Henry, son Kaj Christiansen, sála, sum arbeiddi á Telegrafstøðini og á yngri árum var brandmaður. Henry fæst við at umvæla barnaheimið, sum hann eigur. Í gongini sá eg áhugaverda mynd av monnum, sum eg allar kendist við. Á baksíðuni á myndini, sum eg lándi, vóru ritað nøvnini á monnunum. Myndin er frá 1966 og er sambandi við brandvenjing í Hoydølum.

Andrias Højgaard var stutt skifti stjóri á Studentarskúlanum til Arnbjørn Mortensen tók við sum rektari. Á myndini undirvísir Andrias Højgaard brandmonnum, hvussu vandamikil eldfimur lútur kann vera. Søgan um Tórshavnar sløkkilið, sum var stovnað í 1934, er í stuttum, at brandmenninir byrjaðu á sinni við spannum úr áum og úr sjónum at stoyta í pumpur drivnar við handamegin, fyri síðani at fáa motordrivnar pumpur. Sløkkiliðið fekk fyrsta brandbilin í 1948, og eg minnist, tá sløkkiðið í 1964 fór at halda til í bygninginum, har Reinhaldið nú heldur við Varðavegin nær Nonnuskúlanum. Nú er alt virksemið hjá sløkkiliðnum uppi í grótbrótinum við Oyggjarvegin.

Kaj Christiansen (1926-2018) róptur Kaj hjá klokkaranum, sum átti myndina, kendu vit væl í grannalagnum, har hann á ellisárum hvønn morgun spákaði við hundinum her á leiðini. Hann gjørdist 92 ára gamal og búðu seinastu tíðina á Tjarnargarði. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Mads Andreas Winther fyrsti borgarstjóri

Ómetaliga góð og hugnalig mynd. Tinghúsvegurin um aldarmótið. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá ið eg gangi av Vaglinum og til húsa eftir Tinghúsvegnum, hugsi eg mangan, hvussu ótmetaliga lítið er hugsað, tá ið byggiloyvini eru givið til nógvu betongkassarnar har á leiðini. Ljótasti bygningur í Havn er betongkassin hjá Losjuni. Ringast av øllum er, at nógvir av losjumonnunum vóru býráðslimir ella arbeiddi í Tórshavnar kommunu. Hvat hava menn hugsað? Myndin oman fyri er ómetaliga vøkur og hugnalig. Øll húsini hava mest sum somu stødd og sama skap. Grundirnar laðaðar, og húsini hava flagtak. Læs resten

Hvat vita vit um spidalskahospitalið á Argjum

Argir fyri hundrað árum síðani. Oljumálningin málaði J. Waagstein. Ogn: M. Arge.

Longu frá barnaárum vistu vit, at eitt hospital, sum hýsti spidølskum sjúklingum hevði verið á Argjum. Eisini kendu vit til stóra ráhøgda minnisvarðan til minnis um hvalbingin Andrass Mortansson, sum keypti Argir 9. mai 1828 og legði lunnar undir staðið, sum í dag er fjórð størsta bygd/býur  í Føroyum. Á Argjum búgva umleið 2100 fólk. Eg havi hugt eitt sindur at upprunanum hjá Argjum, sum er áhugaverdur lesnaður. (Skrivað í 2015) Læs resten

Einar Mikkelsen slapp ikki heim undir seinna heimsbardaga

Fyritøkan Einar Mikkelsen í 1967. Standandi f.v: Fríðálvur Danielsen, Birgir Vang, Eyðun Hansen, Eyðun Bærentsen, Páll Hansen, Páll (av Húsum), Johan Mc Donald, Richard Mouristen, Jóhannes Djurhuus, Elin Midjord, Óli Joensen, Torbein Rein, Brynjer Gregoriussen, Kári við Stein, Einar Mikkelsen og Høgni Mikkelsen. Fremst fr.v: Brynjálvur Mikkelsen, Annfinn Petersen og Kristian Martin Hansen (Myndaeigari: Fríði Gregoriussen)

Frálíku myndina omanfyri fekk eg frá Fríða soni Brynjer Gregoriussen. Brynjer andaðist 16. juli í ár. Hann var føddur 6. juni 1932 og var kent navn bæði sum fótbóltsspælari í HB, elektrikari í býnum og húsavørður í Tórshavnar kommunuskúla. Brynjer, sum er á myndini, lærdi til elektrikara hjá Einari Mikkelsen, har hann arbeiddi í nógv ár. Hann var eisini linjumaður hjá SEV og arbeiddi á deildini gøtuljós hjá Tórshavnar kommunu. Men hvør var so hesin Einar Mikkelsen, sum 18. mai 1949 stovnaði kendu el-fyritøkuna í Havn, og sum skúlaði so nógvar ungar menn til frálíkar elektrikarar. (Skrivað í 2016) Læs resten

Tók sína tíð at fáa Tórshavnar kommunu at vakna

Haldi, at Kollafjørður kom gjalda høgan kostna at leggja saman við Tórshavnar kommunu. (Mynd Vagnur)

Okkurt ruggar ikki rætt á havnarskrivstovuni í Havn, tá vit ferð eftir ferð hoyra um gamlar russiskar dangur, sum umskipa fisk millum hús í Tórshavnar kommunu. Er tað ikki við nýggju útbygdu havnina í Havn, so er tað á Sundi og nú aftur í Kollafirði. Endaliga hevur kommunan steðga og bannað hesum russisku skipum at umskipa fisk á Oyrareingjum. Tað skuldi bara mangla, tí kommunurnar serliga í Havn, Runavík og Klaksvík hava í ár runnið undan afturvendandi trupulleikunum. Rørandi at lesa lesarabræv á Vágaportalinum frá konu á Signabø, har hon kærur sín neyð. Eitt væl skiljandi neyðarróp.

Tórshavnar kommuna skal syrgja fyri, at allir borgarar í kommununi fáa náttarsvøvn, sum er treyt, at tú kanst liva og virka í gerandisdegnum. Stuðlið 100% Heimafriði, so kunnu summi fólk rópa okkum greinj. Tók í fjør heyst myndina omanfyri av russiskari dangu við bryggju á Oyrareingjum. Tá gjørdi mær endaliga greitt, hvussu illa hesi skip larma. Hoyrdist um alla bygdina sum strekkir seg av Signabø, Oyrareingjum og norður um Sjógv. Hetta djúpa tunga motoróljóðið, sum fer gjøgnum merg og bein. Borgarstjórin í Vestmanna gjørdi skjótt av og bannaði  hesum skipum atgongd til havnini í bygdini, og nú hava vit tí betur fingið nýggja býráðssamgongu í Havn, sum vit hava álit á fer av álvara til verka. Livst so spyrt. (Vagnur)

Landið má ikki lata Tórshavnar kommunu fara við Hoydølum

Hugaligt at spáka oman í Hoydalar. Serligur friður kemur á teg, og tankar reika, tá tú nærkast gomlu sanatoriuhúsunum. (Mynd Vagnur)

Herfyri spákaðu vit okkum niðan í Hoydalar. Settu bilin uppi við Hvítanesvegin, og so til gongu, har vit endaðu á Boðanesi. Frálíkur túrur, nógvir tankar og fleiri hugskot um Hoydalar.

Ávegis hittu vit eldri mann og konu, sum búgva í Vesturbýnum. Spurdi, hví tey vóru komin her á leiðina, og maðurin var skjótur at svara: – Hoyrn mín er vánalig, og mær dámar ikki at spáka á gongubreytunum, har vit búgva, tí høvd mítt og tað sindri av hoyrnini tolir ikki larmandi bilarnar. Læs resten

Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen

Jónhard í 40 ára føðingardegi hjá Birgiri Sondum.

Mong vóru vit, sum hvukku við, tá vit hoyrdu, at Jónhard á Hvítubrúgv Haraldsen fríggjadagin 30. apríl var farin 56 ára gamal. Tað var sum, at alt steðgaði í hugaheiminum eina løtu, og tankarnir fóru at reika um henda fitta, lívsglaða og arbeiðssama mannin, sum vit kendu á fleiri mótum. Var Jónhard nú vorðin so sjúkur, at hann alt ov ungur hevði lagt árarnir inn fyri seinastu ferð.

Her nøkur minni um Jónhard, sum tú serliga komst at kenna væl í Álakeri og í Høllini á Hálsi.

Jónhard var føddur 13. juli 1964 og búði fyrstu trý árini í Miðvági. Mamman Gunnvá er úr Miðvági, og pápin Axel sáli (1946-2005) var úr Sørvági. Systkini eru Sonja og Jákup.

Barnaheimið hjá mær er nærmasti granni hjá Skúlanum á Trøðni, og meg minnist nógvar næmingar og eisini Jónhard ganga í skúlanum, uttan tú tá komst á tal við teir. Axel, pápi Jónhard, arbeiddi eisini í skúlanum á Trøðni.

Hondbóltsfelagið Neistin skipaði árini 1988 til og við 2007 fyri tiltakinum Aftur í 60-árini í Høllini á Hálsi, og tá kom eg veruliga at kenna Jónhard. Eg var ein av høvuðsfyrireikarunum, og meg minnist fyrstu ferð, eg sá Jónhard við eldhuga bera stólar og borð, tá vit gjørdu klárt til tiltakið til bæði fríggja- og leygarkvøld. Læs resten

Grønlands Johan setti upp fyrsta hvalakjaftin í Rættará

Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggja. Og ein ryggjageilsi hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)

Leggið merki til spíran, sum Mynde gjørdi nýggjan. Ein ryggjageisli hongur í kjaftinum. (Mynd Vagnur)

Amalia Joensen, kallað frú Joensen, hevði seinast í 1920-árunum og í 1930-árunum skúla í Christines Minde, og Amalia, sum var dóttir navnframa sýslumannin H.C. Müller, og maðurin, Johan Carl Joensen, áttu Christines Minde í 1930-árunum. Tá var katólska kirkjan niðurtikin. Hvat vita vit um Grøndlands Johan, eisini kallaður hvalastingarin, og hvat vita vit um teir tríggar hvalakjaftarnar, sum hava staðið og standa við Rættará? Eg havi tosað við Solveig Isfeldt, konu Gudmund, sála, eisini kallaður Mynde, sum var sonur Gudmund K. Isfeldt, sum keypti Christines Minde í 1944. (Skrivað í 2015) Læs resten

Úr myndasavninum – So gita vit árstal á áhugaverdari eldri mynd

Vit síggja fimm 10-mannafør fyri umleið trýss árum síðani. I summar fara uttan iva bara trý 10-mannafar at rógva kapp um meistaraheitið. 

Nógvar eru myndirnar, sum á ymsan hátt eru komnar í myndagoymsluna. Viðhvørt veitst tú ikki, hvør hevur tikið myndirnar, tí árini eru so mong, síðani eg savnaði eldri myndir. Mær dámar væl at fáa tíðarfest myndirnar, og besta reiðrið er at spyrja á bólkinum Gamlar myndir úr Havn. Nøkur sekund ganga, so eru fólk klár við viðmerkingum. Áhugaverd mynd omanfyri, sum nokk er tikin fyrst í 1960-árunum. Sigi hetta, tí verkstaðið hjá Vilhelmi Neilsen kemur undan, men niðari verkstaðurin er ikki á myndini. Kom har í læru sum bilsmiðjur í 1967, og tá var uppíbygningurin bygdur. Teir rógva kapp inn í Vágsbotn, og hetta fekk ein enda, tá Molin kom út í fulla longd í 1974.

Síðan er tað VBV bygningurin, sum ikki er har longur, og við Eystaru bryggju liggur vaktarskipið Ternan, sum einaferð sigldi við farmi og ferðafólki kring oyggjarnar. Rókur hjá Skipafelagnum liggur fyri teym, Ritan liggur við bryggju, og so er tað Útvarpsbáturin, sum fylgir kappróðrinum. Stuttligt at síggja, hvussu nógvir bátar hava fylgt kappróðrarbátunum frá Argjalandi inn í Vágsbotn. Eisini hugaligt at síggja pakkhúsini hjá Skipafelagnum, Baldslev, Timburhandlinum og Kartni Winther og teimum. (Vagnur)