Einar Mikkelsen slapp ikki heim undir seinna heimsbardaga

Fyritøkan Einar Mikkelsen í 1967. Standandi f.v: Fríðálvur Danielsen, Birgir Vang, Eyðun Hansen, Eyðun Bærentsen, Páll Hansen, Páll (av Húsum), Johan Mc Donald, Richard Mouristen, Jóhannes Djurhuus, Elin Midjord, Óli Joensen, Torbein Rein, Brynjer Gregoriussen, Kári við Stein, Einar Mikkelsen og Høgni Mikkelsen. Fremst fr.v: Brynjálvur Mikkelsen, Annfinn Petersen og Kristian Martin Hansen (Myndaeigari: Fríði Gregoriussen)

Frálíku myndina omanfyri fekk eg frá Fríða soni Brynjer Gregoriussen. Brynjer andaðist 16. juli í ár. Hann var føddur 6. juni 1932 og var kent navn bæði sum fótbóltsspælari í HB, elektrikari í býnum og húsavørður í Tórshavnar kommunuskúla. Brynjer, sum er á myndini, lærdi til elektrikara hjá Einari Mikkelsen, har hann arbeiddi í nógv ár. Hann var eisini linjumaður hjá SEV og arbeiddi á deildini gøtuljós hjá Tórshavnar kommunu. Men hvør var so hesin Einar Mikkelsen, sum 18. mai 1949 stovnaði kendu el-fyritøkuna í Havn, og sum skúlaði so nógvar ungar menn til frálíkar elektrikarar. (Skrivað í 2016)

Einar Mikkelsen (1917-1999)
Einar Mikkelsen (1917-1999) (Havnin – fólk og yrki)

Einar Mikkelsen var føddur 11. mars 1917 sonur Jens og Ellu Súsannu í Dávastovu. Barndómsheimið var við Landavegin, húsini beint yvir av Restorffs bryggjarí. Einar og tey vóru tólv systkin. Átta dreingir og fýra gentur. Dreingirnir vóru Ásmund, Hilmar, Einar, Tórur, Steingrím, Johan, Tønnes og Eyðolfur. Genturnar vóru Lona, Rebakka, Lillan og Herdis.

Unglingar, sum vuksu upp við Landavegin, vóru róptir “Landavegsfressar”´. Í barnaárunum, og serliga tá børnini høvdu frí, var mangan trongt í húsunum, tí var Einar mangan sendur til Langasands, har pápin arbeiddi á hvalastøðini á Gjánoyri. Einar hevði seinni summarhús á Langasandi, sum hann brúkti rættiliga nógv í mong ár.

Eftir loknan barnaskúla arbeiddi Einar í handilinum hjá Restorff við Landavegin sum ørindadrongur, men so fór hann í elektrikaralæru sum fyrsti lærningur hjá Leif Mohr sum el-innleggjari. Síggi í einum teksti Einar siga frá, hvussu mangan hann eftir loknan arbeiðsdag skuldi eftir rossunum hjá Leif, sum stóðu uttan fyri hagaportrið við Mattalág og skuldi leiða rossini heim.

Tá Einar var útlærdur sum elekrikari hjá Leif Mohr, mátti hann til Danmark at fáa sveinabrævið frá Kemp & Lauritsen, tí ikki kundi hann tá fáa sveinabrævið í Føroyum. Vegna seinna heimsbardaga, slapp Einar ikki heim til Føroya, og arbeiðssamur, sum Einar var, nýtti hann høvi at nema sær útbúgvin sum el-innleggjari í háspenningi sum hjálærugrein í maskinskúlanum í Keypmannahavn og Helsingør. Einar arbeiddi eisini sum elektikari hjá A.J. Jørgensen sum statsaut.el-innleggjari í Keypmannahavn frá 1941 til 1944.

Í 1955 læt Einar upp handil, har hann umframt at selja el-lutir eisini seldi lampur o.a. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Í 1955 læt Einar upp handil, har hann umframt at selja el-lutir eisini seldi lampur o.a. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Einar fann sær konu í Danmark, og í 1949 flutti Einar og konan Sofie Dorthe Bendix rópte Bente til Føroya. Einar byrjað sítt el-virkið í 1949, og nøkur av teimum fyrstu stóru arbeiðunum vóru Kommunuskúlin í Tróndargøtu, Snikkaravirkið í J. Patursonargøtu, Landssjúkrahúsið, Marinustøðin við Hoyvíksvegin, El-verkið í Gundadali og nógv onnur stórarbeiði. í 1955 læt Einar upp fyrsta handil í Føroyum, sum burtur av seldi lampur. Einar var virkin maður millum annað í Havnar Handverkmeistarafelag, og hann var fyrsti lærarin í Føroyum innan el-fakið.

Barnaheimið hjá Einari og teimum var ljósa nú umvældu húsini. Húsini er bygd fyrst í 1900-talinum. (Mynd Vagnur)
Barnaheimið hjá Einari nærmast høgrumegin. Húsini, sum eru nýumvæld, eru bygd fyrst í 1900-talinum. (Mynd Vagnur)

Einar andaðist 21. januar 1999 og konan Bente andaðist 2. januar 1986. Tey áttu børnini Høgna og Idu. Í 1980 fór fram ættarskiftið í fyritøkuni, og sonurin Høgni B. Mikkelsen tók við sum stjóri og rekur í dag el-virkið saman við konuni Sonju. Høgni, sum eisini er á myndini omanfyri, fór í læru hjá pápanum og var útlærdur í 1969, tá hann fór til Keypmannahavnar á el-innleggjaraskúlan, har hann fekk prógv í 1973.

Eg síggi í einum 60 ára minnisriti hjá fyritøkuni, at síðani 1949 til 2009 hava 80 lærlingar tikið sína el-úbúgving hjá Einari Mikkelsen. Og tá virksemið var uppá tað mesta, vóru 22-25 fólk í starvi. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply