Longu miðskeiðis í februar mánað varð greitt, at kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Kvinnukappingin hevur ikki verið spennandi í vetur, tí tey seks lið kunnu skiftast í tveir bólkar. Kyndil og VÍF eru betri lið enn Neistin og VB, og Neistin og VB eru betri lið enn StÍF og Stjørnan. Hyggur tú í hagtølini, so er mest áhugavert at síggja, at bæði VÍF, Neistin og VB higartil hava skotið fleiri mál enn Kyndil, men er talan um tapt mál, er Kyndil klárt á odda. Ì kyndilsmálið eru bara farin 18,3 mál í miðal pr.dyst. Eg havi spurt Kára Horn, sum kennir øll liðini væl, hví júst kyndilskvinnur eru ovast á stigatalvuni.
– Fara vit fyrst til tey seks liðini og byrja við Stjørnuni, so byrjaði Stjørnan kappingarárið frá “null” má sigast. Liðið fekk tveir útlendingar, men spælarar vóru slett ikki í dystarvenjing í fjør heyst. Fyrst nýtt lið við nógvum ungum óroyndum spælarum pluss tveir nýggjar útlendingar. Spælarar vóru ikki í venjing, tí røkkur Stjørnan ikki upp á tindin. Tá ið tað er sagt, so eru nógvir evnaríkir spælarar á liðnum, og her mugu vit nevna Minu Sirdal, sum hevur spælt ómetaliga væl í vetur. Læs resten









