Mánadagin fóru málverjin Maky Lucky og útispælarin Milica Rankovic aftur til Serbia. Málverjin fekk skaða í annað knæið og hevur ikki spælt í seinnu hálvu. Milica var eisini skadd nakrar dystir, men var klár at spæla FM-finalurnar. Maky hevur áður verið í Føroyum, meðan Milica kom fyrstu ferð til landið eftir ólavsøku í fjør. Trupulleikin frá byrjan var, at Milica dugdi ikki enskt og sjálvandi ikki føroyskt. Tí var trupulleiki at samskifta við hana. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Birita Wardum spælt sín seinasta dyst í bestu deildini
Eftir FM-finaludystirnar boðaði Birita Wardum frá, at hon gavst á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Birita er uppvaksin í Neistanum og er ein av teimum fáu, sum fara uttanlands í lestrarørdinum og koma heim at spæla aftur í bestu deildini. Birita er ein av bestu verjuspælarum í landinum, og hon er eisini óførur linjuspælari. Og Birita hoyrist, har hon er og torir at siga sína meining. Birita er ein “vinnari” og sigur soleiðis.
– Nú er nokk. Maður mín er sjómaður. Eg arbeiði fulla tíð og mangan meira enn fulla tíð, og so havi eg eisini ein son at taka mær av. Eg gjørdi faktiskt av seinasta ár, at tað var síðsta árið hjá mær í bestu deildini, men so fingu tey lokkað meg til eitt ár afturat. Men tað fer ikki at ganga einaferð afturat – hesuferð er avgerðin bindandi. Læs resten
VÍF vann FM-heitið við besta spælarahópinum í deildini

VÌF føroyameistarar 2015. Aftast frá vinstru: Michael Ericsson hjálparvenjari, Heini Hanusarson, Agnar Joensen, Sjúrður Nielsen, Teis Horn Rasmussen, Sámal Joensen, Hanus Christophersen, Filip Jojic, Jóngerð Nielsen liðleiðari, Dejan Lacok málmansvenjari, Jákup Durhuus liðleiðari.
Fremst fv: Ingi Olsen venjari, Tóki Seloy, Jón Muller, Sjúrður Olsen, Mads Eriksen, Eli Muller, Julian Olsen, Niklas Simonsen, Áki Egilsnes, Andreas Eriksen.
Tíðliga í fyrri helvt av kappingini skrivaði eg VÍF sum annað liðið í FM-finalunum. Á øllum mótum varð sagt, at VÍF hevði bestu manningina, og so var royndi venjarin Ingi Olsen komin heim úr Grønlandi. VÍF tapti fyrsta dystin fyri StÍF á Skála, men so vísti pílurin beint uppeftir, og stigini raplaðu í stigaposan. Eftir nýggjár vóru bara Kyndil og H71 í kappingini um seinna finaluplássið. Men í februar mánað minkaði málskjótingin hjá VÌF liðnum, og liðið mistu nøkur stig. Kári Horn hevur sæð nógvar av dystunum hjá VÍF. Eg havi spurt hann, hví júst VÌF og H71 endaðu í FM-finalunum. Læs resten
Orsøkin er einfald, hví finaludystirnir eru so málfátækir

Neistin føroyameistari 2015. St.f.v: Marjun Danberg, Milica Rankovic, Marijana Lucic, Helena Dam, Eir Berg, Birita Jakobsen, Fríða Petersen, Birita Wardum, Zelko Jotic, málmansvenjari, Flemming Raben, venjari og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Húkandi f.v. Annika Thomsen, Bára Hansen, Elisabeth Vang, Lilja Mohr, Súsanna Nólsoy, Nicoleta Hansen, Jacklin Durhuus, Unnur Danielsen, Sigrun Mikkelsen, venjari og Palli Joensen, venjari. (Mynd Vagnur)
Neistakvinnur vunnu FM-heitið 2015 til lukku við heitinum. Mítt íkast til hondbóltin í vetur er ikki sum áskoðari, men heldur sum hagtals áskoðari, har eg havi fragd at hyggja í stigatalvurnar og í dómaraseðlarnar. Og so práti eg við nógv fólk kring landið, sum síggja nógvar dystir. Geri mær á henda hátt eina heildarmynd av hondbóltinum í Føroyum. Ikki trívist eg longur í høllini, tí eg orki ikki henda harða einki sigandi tónleikin, sum eg haldi styggir nógvar áskoðarar burtur. Nógv fólk siga tað sama sum eg. Læs resten
Palli Joensen var ikki uppsagdur, hann fór sjálvur

Frá vinstru: Zelko Jotic, málmansvenjari, Flemming Raben, venjari, Eirikur Magnussen, liðleiðari, Palli Joensen, venjari og Sigrun Mikkelsen, venjari: (Mynd Vagnur)
Gongur minni gott hjá liði, má okkurt gerast. Neistakvinnur komu av ymsum orsøkum í aldurdal fyri FM-finalurnar, har liðið fyrst tapti fyri Kyndli, tær vunnu bara við einum máli á heimavølli á VB og síðani tapti fyri StÍF á Skála. Knappliga hoyrdist, at Palli Joensen var givin sum neistavenjari. Nógvar gitingar, hví høvuðsvenjarin hjá neistakvinnum var farin til hús. Frá Neistanum hevur mest sum verið tøgn um málið, og Palli sjálvur segði, at hann kom við viðmerking eftir FM-finalurnar. Eg kendi orsøkinia frá fyrsta degi, men havi einki skrivað. Helt, at málið var so mikið lítið, og at tað bara órógvaði FM-finalurnar, og at fólk fóru at vevja í málinum. Málið um venjaran Palla Joensen er ógvuliga einfalt. Læs resten
Barnaróðurin hevur nú tólv ár á baki
Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Leygardagin í Hvalvík róðu fýra dreingjamanningar og níggju gentumanningar. Barnamanningar kappast ikki um FM-heitið, men gerast stevnuvinnarar. Læs resten
Gamal bóndagarður á Sundi umgyrdur av elverki, asfaltvirki og russarum (e)

Tað er grasgrógvið á havnarlagnum á Sundi. Havnarlagið bíðar eftir oljuni, verður sagt? (Mynd Vagnur)
Tá ið tú koyrir framvið elverkinum Sundi, hugsar tú mangan, hvussu man vera at búgva í gamla bóndagarðinum. Kann minnast myndir í sjónvarpinum frá 1989, tá arbeiðsmenninir boraðu beint undir vindeyganum hjá bóndahjúnunum. “Teir kunnu bora og larma sum teir vilja, men eg fari ongan veg”, segði bóndakonan við sjónvarpsmannin. Tórhavnar kommuna kom ongantíð at hava brúka havnarlagið á Sundi, tí tað kann ikki brúkast vegna ov nógvan súgur sjónum. Læs resten
Dannebrog og føroyska merkið veittra lið um lið
Vit í grannalagnum eru nærmasti granni til MRCC Tórshavn, Brunaeftirlitið og “Artisk kommando, Færøerne. Stovnarnir halda til í Telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Virksemið hjá Færøernes komando í Føroyum er tódnað burtur í næstan einki. Eingin Natostøð í Mjørkadali og Marinustøðin við Hoyvíksvegin bleiv til Tjarnagarð. Verjuskipið er tó enn í Føroyum, og tað er stovnurin við Tinghúsvegin, sum umsitir Verjuskipið. Eg síggi báðar flaggstengurnar hvønn dag. Onkuntíð veittrar bara Dannebrog, onkuntíð bara føroyska merkið, og sum skírishósdag veittraðu bæði fløggini. Ikki so nógv ár síðani, at Dannebrog veitraði ymsastaðni í býnum ávísar dagar. Millum annað í bispagarðinum, hjá ríkisumboðnum, á Marinustøðin og í húsum yviri við Strond, sum Færøerner kommando átti. Nær Dannebrog veittrar fyri seinastu ferð í Føroyum á donskum stovnum, er torført at spáa um. (Vagnur) Læs resten
Kyndil vantaði júst stigini, sum liðið misti í Klaksvík
Grundspælið er av í bestu mansdeild, og úrslitið gjørdist júst tað, sum vit roknaðu við frá byrjan. VÍF, H71 ella Kyndil komu at spæla FM-finalurnar, skrivaði eg longu tíðliga í kappingini. Niðast er støðan tann frá 21. desember 2014, og her síggja vit, at mest sum einki er broytt í toppinum síðani tá. Tað var dysturin millum Kyndil og H71 á Hálsi herfyri, sum H71 vann, og sum gjørdi av, um Kyndil ella H71 spældu ímóti VÍF í FM-finalunum. Læs resten
Skriviborðstigini spøkja framvegis í bestu deildunum
Tá eg 1. februar hugdi í stigatalvuna og fann út av, hvørjir dystir vóru eftir at spæla í grundspælinum, gitti eg, at skriviborðstigini komu at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar, og hvørji lið vunnu grundspælið. Og tað vísir seg nú, at metingin er næstan røtt . Grundspælið endar leygardagin, og vóru skriviborðstigini ikki komin fyri, so kundi alt endað øðrvísi. Farið er farið verður sagt, men í eini eftirmeting skal alt við. Læs resten





