Dannebrog og føroyska merkið veittra lið um lið

Dannabrog og føroyska merkið lið um lið skírishósdag. (Mynd Vagnur)

Dannabrog og føroyska merkið lið um lið skírishósdag. (Mynd Vagnur)

Vit í grannalagnum eru nærmasti granni til MRCC Tórshavn, Brunaeftirlitið og “Artisk kommando, Færøerne. Stovnarnir halda til í Telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Virksemið hjá Færøernes komando í Føroyum er tódnað burtur í næstan einki. Eingin Natostøð í Mjørkadali og Marinustøðin við Hoyvíksvegin bleiv til Tjarnagarð. Verjuskipið er tó enn í Føroyum, og tað er stovnurin við Tinghúsvegin, sum umsitir Verjuskipið. Eg síggi báðar flaggstengurnar hvønn dag. Onkuntíð veittrar bara Dannebrog, onkuntíð bara føroyska merkið, og sum skírishósdag veittraðu bæði fløggini. Ikki so nógv ár síðani, at Dannebrog veitraði ymsastaðni í býnum ávísar dagar. Millum annað í bispagarðinum, hjá ríkisumboðnum, á Marinustøðin og í húsum yviri við Strond, sum Færøerner kommando átti. Nær Dannebrog veittrar fyri seinastu ferð í Føroyum á donskum stovnum, er torført at spáa um. (Vagnur)Vørn

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *