Birita Wardum spælt sín seinasta dyst í bestu deildini

Birita og sonurin Baldur  eftir seinna FM-finaludystin. (Mynd Vagnur)

Birita og sonurin Baldur eftir seinna FM-finaludystin. (Mynd Vagnur)

Eftir FM-finaludystirnar boðaði Birita Wardum frá, at hon gavst á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Birita er uppvaksin í Neistanum og er ein av teimum fáu, sum fara uttanlands í lestrarørdinum og koma heim at spæla aftur í bestu deildini. Birita er ein av bestu verjuspælarum í landinum, og hon er eisini óførur linjuspælari. Og Birita hoyrist, har hon er og torir at siga sína meining. Birita er ein “vinnari” og sigur soleiðis.

– Nú er nokk. Maður mín er sjómaður. Eg arbeiði fulla tíð og mangan meira enn fulla tíð, og so havi eg eisini ein son at taka mær av. Eg gjørdi faktiskt av seinasta ár, at tað var síðsta árið hjá mær í bestu deildini, men so fingu tey lokkað meg til eitt ár afturat. Men tað fer ikki at ganga einaferð afturat – hesuferð er avgerðin bindandi.

– Eg elski hondbólt, men eg vil geva soninum Balduri eitt sindur av mær eisini, sigur Birita í stuttari viðmerking.

Eg fann í myndasavninum ein áhugaverda mynd av smágentum, sum spældu í Neistanum fyri nú nógvum árum síðani. Um tit hyggja nærri at myndini, so eru nøkur kend hondbóltsnøvn at síggja. Millum annað ovast Susan Brockie, Katrin á Neystabø og Annika Thomsen. Birta situr niðast nummar tvey frá høgru. Onkur av tykkum kann senda mær øll nøvnini. Vagnur@olivant.fo

Fittar neistagentur. Birita situr fremst næst uttast til høgru. (Mynd Vagnur)

Neistin gentur 10 ár kappinarárið 1990/1991. Aftast f.v: Anna Louisa,, Súsanna, Susan, Katrin, Annika, Birita og Gulli. Miðjan f.v: Vanja, Rannvá, Katrin, Gunnleyg, Ulla, Beinta og Anita. Fremst f.v: Sighild, Hanne, Margretha, Fríða, Birita og Birgit. (Mynd Vagnur)

Nú kenni eg væl Biritu, tí eg var eisini lærari hjá henni í føroyskum í framhaldsdeildini. Birita var tá ein genta, sum vildi nakað, og hon er framvegis ein kvinnu, sum vil nakað. Hevur júst fingið álitisstarv í Tórshavnar kommmunu. Góða Birita, tú hevur verið ófør í Neistanum. Tú hoyrist, og tú sigur tína meining, har hon skal sigast, og tú stríðist á vøllinum. Nú vanst tú eitt FM-heitið aftrat. Eitt strevið FM-heitið at fáa í hús, har tú fekst leikbann í tríggjar dystir. Men hvat ger tað, tá tú stríðist sum altíð og vinnur at enda FM-heitið. Góðan byr víðari á lívsleiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *