Neistakvinnur fara til Serbia í brúdleyp hjá Milicu Rankovic

Milica Rankovic og Maky Luccy við FM-heiðursmerkum. (Mynd Vagnur)

Milica Rankovic og Maky Lucky vóru fegnar um FM-heitið. (Mynd Vagnur)

Mánadagin fóru málverjin Maky Lucky og útispælarin Milica Rankovic aftur til Serbia. Málverjin fekk skaða í annað knæið og hevur ikki spælt í seinnu hálvu. Milica var eisini skadd nakrar dystir, men var klár at spæla FM-finalurnar. Maky hevur áður verið í Føroyum, meðan Milica kom fyrstu ferð til landið eftir ólavsøku í fjør. Trupulleikin frá byrjan var, at Milica dugdi ikki enskt og sjálvandi ikki føroyskt. Tí var trupulleiki at samskifta við hana.

Men sum tíðin leið, gekk betur, og eingin ivi er um, at Milica gjørd stóran mun, at neistakvinnur vunnu FM-heitið. Milica kann ikki sammetast við Barbaru Brauer, sum var eldri vinstrahentur royndur yrkisspælari. Milica er ein annar spælari. Eg tosaði við tær báðar eftir seinna FM-finaludystin, og samskiftið gongur soleiðis, at málverjin Maky er tolkur. Maky dugur nakað av enskum, og hjá mær gongur so sum so at samskifta á enskum. Men tað gekk.

Parið, sum skal giftast 23. mai.

Parið, sum skal giftast 23. mai. Milan Anic og Milica Rankovic.

Milica segð mær, at tá hon hoyrdi um Barbaru og tey trý FM-heitini, so gjørdu Maky og hon av ávegis til Føroya, at sjálvandi skulu vit geva okkara góða íkast, so Neistin vinnur FM-heitið. Tær vóru sera fegnar um, at hetta eydnaðist. Ja, so fekk Milica heiðurin at taka ímóti stóra FM-steypinum sum takk fyri tíðina í Føroyum og sjálvandi eisini FM-heitið. Hetta kann mann finna seg í.  23. mai skal Milica giftast, og 400 fólk eru boðin í brúdleyp eisini neistakvinnur. Sum eg skilti á lagnum, fara einar fimm seks neistakvinnur í brúdleyp.

Tá talan er um útlendskar spælarar, er týdningarmikið, at teir fáa góð upplivilsir í Føroyum. Teir skulu búgva væl, og vit skulu geva teimum eins góðar umstøður, og vit geva okkum sjálvum í gerandisdegnum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *