Barnaróðurin hevur nú tólv ár á baki

Her er Jallurin fremstur, men tað var Beinta úr Miðvági, sum vann barnaróðurin við gentum.

Her er Jallurin fremstur, men tað var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann barnaróðurin við gentum.

Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Leygardagin í Hvalvík róðu fýra dreingjamanningar og níggju gentumanningar. Barnamanningar kappast ikki um FM-heitið, men gerast stevnuvinnarar. Høvuðsreglurnar í barnaróðri eru, at róð verður 500 metrar, og at rógvari skal vera fyltir ella fylla tólv ár í róðrarárinum, og at hann ikki má fylla fimtan ár í róðrarárinum. Barnaróður er sostatt fyri tey 12, 13 og 14 ára gomlu. Annar týdningarmikil regul er, at róðursmaðurin ella róðurskvinnan skal vera átjan ár ella eldri. Her hugsar man um trygdina á sjónum.

Ikki tann heilt góða myndin, men Fípan Fagra vann barnaróðurin við dreingjum.

Ikki tann heilt góða myndin, men Beinta úr Miðvági vann barnaróðurin við dreingjum.

Á stevnunum kann vera stórur munur í barnaróðrinum, tí ein tólv ára gamal rógvari kann hava trupulleikar at standa seg ímóti fjúrtan ára gomlum rógvara. Umráðandi er fyrst og fremst at hava tað stuttligt, tí ein tólv ára gamal rógvari gerst eisini seinni ein fjúrtan ára gamal rógvari. Tað røddir sum halda, at byrjaði rógvarar ov tíðliga at rógva, so tíma tey ikki, tá ið tey hava aldur til gentu- og dreingjabátarnar. Hugsa vit um aðrar ítróttagreinar, byrja børnini á ungum árum, og hví so ikki eisini í kappróðri.

Eg haldi, at tað var skeivt, tá ið barnaróðurin varð gjørdur til FM-róðrar, tí tá veik man frá upprunanum, tá ið fólk slóðaðu fyri barnaróðri. Eg kenni lítið til ársaðalfundir hjá Róðrarsambandinum, men eg fanst hvassliga at, tá ið samtykt varð, at børnini skuldu rógva 1000 metrar. Tíbetur varð hetta broytt aftur, og eisini varð broytt, at barnamanningar ikki skulu rógva um FM-heitið. Við hesum varð vent aftur til upprunan við barnaróðrinum.

Í Hvalvík vann Beinta úr Miðvági dreinjaróðurin, Jomfrúgvin úr Vestmanna varð nummar tvey og Junkarin úr Kvívík nummar trý. Fípan Fagra úr Klaksvík vann genturóðurin, nummar tvey var Spógvin úr Runavík og nummar trý Jallurin úr Havn. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *