Úr myndasavninum – Sambandsflokkurin vann inniróður í 2005

Fólk vóru samband um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimasknu. (Mynd Christopher)

Fólk vóru samd um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimaskinu, tí har var hann í serflokki.  (Mynd Christopher)

Løgtingsval verður í heyst og spennandi verður, hvussu leikur fer. Um heystið í 2005 skipaði Róðrarfelagið Knørrur fyri inniróðri í SMS, har umboð úr øllum politisku flokkum róðu hvør ímóti øðrum. Og gongst løgtingsvalið í heyst eins og inniróðurin í SMS fyri tíggju árum síðani, so vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið. Men tað ger flokkurin uttan iva ikki. Nógv fólk sóu inniróðurin í SMS. Soleiðis varð skrivað á heimasíðuni www.drekin.fo Læs resten

Sílakvinnur mistu í “dramatikki” FM-heitið á stokkinum í 2004

Ein vónbrotin Hildigunn Niclasen eftir ólavsøkuróðurin í 2004. (Mynd Vagnur)

Ein vónbrotin Hildigunn Niclasen eftir ólavsøkuróðurin í 2004. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkurróðrarnir eru altíð serligir, tí tá endar róðrarárið, og nógvir áskoðarar síggja róðrarnar. Manningar, sum kanska ikki hava fingið nøktandi úrslit í róðrarárinum, síggja sær møguleikan at enda róðrarárið væl. Og so eru tað manningar, sum hava vunnið FM-heitið fyri ólavsøkuróðurin ella liggja væl fyri í stigum, sum alt verðini ikki vilja tapa á ólavsøku. Eitt dømi, har alt kann ganga av skriðuni júst á ólavsøku, er Sílið kvinnur í 2004. Sílið hevði 33 stig og Blikur 29 stig fyri ólavsøkuróðurin í 2004, men Blikur vann FM-heitið, tí Sílið fór aftur á fimta plássið í sera tøttum róðri. Eg skrivaði niðanfyri grein 1. august 2004. Lesið, hvat sílakvinnan Hildigunn Niclasen segði við undirritaða eftir ólavsøkuróðurin. Læs resten

Ørvur kannaði sær bitan ov tíðliga á ólavsøku í 2003

Kvívíkingur, Ørvur, Argjabáturin, Knørrur, Teistin og Toftabáturin róðu á ólavsøku í 2003. Kvívíkingur vinnur her trygt á Ørvi á ólavsøku í 2003. (Mynd Vagnu)

Kvívíkingur, Ørvur, Argjabáturin, Knørrur, Teistin og Toftabáturin róðu á ólavsøku í 2003. Kvívíkingur vinnur á Ørvi á ólavsøku í 2003. (Mynd Vagnur)

Í 2003 róði ein heilt góð manning við 8-mannafarinum Ørvi. Halgir Dahl Olesen mannaði Ørv við hoyvíkingum, og tað gekk strálandi fyrstu seks stevnurnar. Ørvur vann trygt allar róðrarnar, nú var bara ólavsøkuróðurin eftir, og so skuldu hoyvíkingarnir fyrst heiðrast á Kongabrúnni við ólavsøkusteypinum og síðani við FM-steypinum. Manningin boðaðu frá veitslu í Hoyvík, men Ørvur kannaði seg ov tíðliga bitan á ólavsøku, tí Kvívíkingur vildi nakað annað og hevði lagt snilda ætlan á ólavsøku. Størsta vónbrotið í mínum ítróttalívi, segði Halgir eftir róðurin. Læs resten

Úr myndasavninum – 29 ár seinni sótu teir aftur á lærinum

Blikadreingir í 1987. Standandi f.v: Fróði Torkilshøj, Ragnar Joensen, Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen, Fróði Magnussen, Niels Nielsen og Hans Haraldsen.

Blikadreingir í 1987. Standandi f.v: Fróði Torkilshøj, Ragnar Joensen, Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen, Fróði Magnussen, Niels Nielsen og Hans Haraldsen.

Óteljandi kappróðrarsøgur eru at fara eftir, men lættast er at skriva søgur úr nærumhvørvinum. Í morgun fekk eg sendandi myndina omanfyri frá Fróða Ólason Olsen av Argjum, hvørs hjarta brennur fyri kappróðri og serliga reyðu bátunum á Argjum. Myndin omanfyri er manningin á Bliki frá 1987. Tríggir fyri mær kendir dreingir eru á myndini, sum framvegis brenna fyri kappróðri. Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen. Teitur og Fróði tóku stig til ódnartøkini og snarróðrarnar, og Ingi og Fróði sótu á lærinum umborð á Hvessingini á vestanstevnu. Læs resten

Heiðabáturin og Argjabáturin vinna aðru hvørja ferð

Argjabátur er leysur av Heiðabátinum, tá hann fer um málið í Sandavági. (Mynd Hans Højgaard)

Argjabátur er leysur av Heiðabátinum, tá hann fer um málið í Sandavági. (Mynd Hans Højgaard)

Spell, at 8-mannaførini bara eru tvey, tí talan er um áhugaverda bátastødd. Tað var tann tíð, tá tólv 8-mannafør róðu á ólavsøku, og hjá fleiri feløgunum var 8-mannafarið flaggskipið og harvið stoltleikin. Eg havi hugt eitt sindur í hagtølini, men fyrst til 8-mannaførini í 2015. Gleðilig tíðindi í vár, at vágbingar komu við 8-mannafarinum Tofta Regini, men báturin var bara við fáar stevnur. Upprunaligi róðrarteinurin hjá 8-mannaførunum var 1500 metrar. Í summar kappast tvey 8-mannafør um FM-heitið, og fyri ólavsøkuróðurin eru bátarnir javnir í stigum. Læs resten

Tíverri er Hvessingur ikki at síggja á ólavsøku

Hvessingur fer fyrstur um málið á vestanstevnu í Sandavági. (Mynd Høgni Hansen)

Hvessingur fer fyrstur um málið á vestanstevnu í Sandavági. (Mynd Hans Højgaard)

Manningin umborð á Hvessingi, sum vann í vestanstevnu, er heilt serlig manning. Hetta eru rógvarar, sum elska at rógva og vera við, men ikki hava stundir at venja í báti meira enn tvær ferðir um vikuna. Miðalaldurin umborð er 41,2 ár, og teir fýra Ingi á Tórgarði, Jógvan Clementsen, Fróði Magnussen og Olaf Vesturgarð eru allir farnir um tey fjøruti árini. Olaf fyllir 50 ár seinni í ár. Hinir báðir eita Kristian Djurhuus og Uni Johannessen, og róðurskvinnan eitur Lív í Ólastovu. Jógvan kom ikki umborð fyrr enn seinasta hóskvøld. Hvessingur verður nú lagdur, tí Fróði, Ingi og Jógvan skulu rógva úr Skotlandi til Føroya. Læs resten

Manningarnar dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

Higartil í summar hevur ikki verið so stórur munur í 10-mannafarsróðrinum. (Mynd Bjarti Mohr)

Higartil í summar hevur ikki verið so stórur munur í 10-mannafarsróðrinum. (Mynd Bjarti Mohr)

Áhugavert at síggja kappróðurin í Sandavági, tí fyrstu ferð í ár skuldu manningarnar rógva í rennisjógvi. Eitt er, at hann er undan í ættini, annað er, tá rennisjógvurin er so stórur partur í róðrunum. Hetta førdi til í Sandavági, at stórur munur gjørdist á bátinum, tí summar manningar dugdu betri enn aðrar at gera sær dælt av, tá báturin var uppi á alduni. Mest óvæntaða úrslitið var, at Klaksvíkingur vann so tryggan róður, og at Hvessingur vann 6-manafarsróðurin við monnum. Læs resten

Klaksvíkingur vann uppibornan sigur í Fuglafirði

Klaksvíkingur hevði tak á støðuni í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Klaksvíkingur hevði tak á støðuni í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Tá eg hyggi aftur eftir FM-róðrunum í Fuglafirði , er mangt áhugavert at síggja. Tí tað kann tykjast løgið, at bátar sum Heiðabáturin og Klaksvíkingur knappliga eru so stinnir eftir at hava tapt fyri viku síðuna. Klárt er at síggja á myndunum, at hevur tú tapt ein róður, skal leggjast á annan bógv á næstu stevnu. Serliga sóu vit hetta leygardagin umborð á Heiðabátinum og Klaksvíkingi. Læs resten

Føroyskur kappróður hevur mist stóran part av stoltleikanum

Her rógva 10-mannaførini 1500 metrar í Klaksvík í 2012. Spenandi róður.  (Mynd Hvannrók)

Her rógva 10-mannaførini 1500 metrar í Klaksvík í 2012. Spennandi róður. (Mynd Hvannrók)

Eg var ein av teimum, sum ikki var fegin um, at Róðrarsambandið í eini royndartíð sleptu 1500 og 2000 metrar teinarnar. Nú skuldu allar FM-manningar rógva 1000 metrar. Orsøkin til stóru broytingarnar vóru, at tað tók ov langa tíð at avgreiða róðrarnar, tí startir skuldu flytast, og Kringvarpið vísti á, at ikki bar til at útvarpa kappróður eftir klokkan kl. 18, tá tíðindasendingin var á skránni. Ì staðin fyri at leggja á annan bógv at fyrireika FM-róðrarnar, valdi feløgini við teprum meiriluta bara at rógva 1000 metrar. Nøkur feløg kastaðu handklæðið í ringin og lupu upp um garðin, har hann er lægstur. Spell, haldi eg. Læs resten

Nýggja brúgvin um Sandá fyllir nógv í landslagnum

jjkjkj

Høgt eru úr ánni og upp á brúnna. (Mynd Vagnur)

Brúgvin um Sandá skuldi eftir ætlan vera liðug á ólavsøku, men tað verður brúgvin ikki. Fyrst í mai mánað segði verkfrøðingur mær, at vit uttan iva nærkast jólum, áðrenn fyrsti bilurin sleppur um brúnna. Rundkoyringarnar báðum megin brúnna eru lidnar, og nú er komið so langt, at teir leggja dekkið, sum myndirnar vísa. Vegurin til brúnna úr Havn er mest sum liðugur, men framvegis stoypa teir seinastu styttuna, so brúgvin kann bindast í Argir. Læs resten