Skúladepilin við Marknagil er vakur og fyllir nógv í landslagnum

Skúladepilin er stórur og vakur bygning. (Mynd Vagnur)

Skúladepilin er stórur og vakur bygningur. Á myndini síggja vit eisini handilsskúlan, skúlaheimið og barakkirnar við Velbastaðvegin. Lonurnar út frá runda bygninginum rigga heilt væl. (Mynd Vagnur)

Skúladepilin við Marknagil er ein vakur bygningur at sjá, nú stóru kranarnir eru farnir av økinum, og økið um skúlan verður slættað. Skúlin er um at vera innilokaður. Koyrir tú niðan á Oyggjarvegin og hyggur út í Marknagil, so fyllir skúladepilin nógv í landslagnum. Handilsskúlin og fyribilsbarakkirnar við Velbastaðvegin, sum handverkslærlingarnir halda til, eru sum skúrar afturímóti stóra bygninginum. Eg koyri nógv har á leiðini, og ein dagin, eg kom oman Landavegin, skein vesturskinið á skúlan, og alt glasið glitraði sum ein gullkúla. Vøkur sjón. Tá kom eg at hugsað, hvussu verður innandura hjá næmingunum, tá sólin stendur á stóru glasflaturnar. 1300 næmingar skulu húsast í skúlanum, sum er 19.500 fermetrar til støddar. Upprunaliga skuldi skúlin kosta 515 milliónir krónur, men nú nýggj ætlan skal gerast, og aðrir byggifyritøkur skulu taka um endan, so gerist eg ikki bilsin, um endaliga talið fer at nærkast 700 milliónir. Næmingarnir skuldu sleppa í skúlan við skúlaársbyrjan í 2016, sum nú er útsett til august mánað 2017. Arbeiðast skal skjótt, um tíðarætlanin skal halda, tí einki er enn gjørt innan. Guð viti, hvussu tey ætla at skipa ferðsluna har á leiðini, tá tveir so stórir skúlar skulu húsast á økinum. (Vagnur)

Havi bara eitt høvuðsynski um komandi býráðsval í Havn

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni, men eingin veit, hvat bygningurin skal brúkast til. (Mynd Vagnur)

Teir arbeiða av livsins kreftum í Saltsøluni fyri fleiri enn 100 milliónir krónur. Tá tú spyrt, so veit eingin, hvat bygningurin skal brúkast til. Tá so er, má Tórshavnar Havn eiga nógvar milliónir á bók. (Mynd Vagnur)

Fyri meg er líkamikið um borgarstjórin í Havn eitur Heðin Mortensen ella okkurt annað. Borgarstjórin er skjótur á fótum og hevur longu hongt nógvar stórar og ógvusligar myndir av sær sjálvum nógvastaðni í høvuðsstaðnum. Hann er farin við øllum teimum bestu plássunum, so torført verður hjá hinum valevnunum at finna sær líkinda lýsingapláss. Stóru lýsingarnar kosta heilt nógv, ja, so nógv, at onnur valevni hava ikki ráð til slíka lýsingaherferð. Stórur lýsingaupphæddirnar, sum borgarstjórin nú brúkar, eru til onga nyttu og spill av peningi. Tær geva ikki eina atkvøðu meira til borgarstjóran, tí øll kenna Heðin, og hvat hann stendur fyri. Hann fekk jú 2900 atkvøður fyri fýra árum síðani. Mítt einasta ynski á býráðsvalinum komandi er, at Javnaðarflokkurin ikki kann skipa samgongu einamallur, tí hetta er bæði keðiligt og óheppið fyri demokratiið. At so borgarstjórin eisini er løgtingslimur og har tungan á vektskálini, er ikki gott fyri demokratiið. Borgarstjórin situr einsamallur á trónini, sum stóru lýsingarnar í býnum sýna. At Fólkaflokkurin er í samgongu og Sambandsflokkurin við, hevur ongan týdning. Borgarstjórin hálar eisini so mikið nógv fólk við sær í býráðið, at tey skulu bara skikka sær væl og gera, sum borgarstjórin sigur. Soleiðis uppfati eg og nógv við mær frá síðulinjuni støðuna á Vaglinum.. Pengarnir fossa í kommunukassan, og tey vit ikki rættiliga, hvat stóru upphæddirnar skulu brúkast til. Saltsølan er bara eitt dømi av nógvum. (Vagnur)

29 ára gamal í fongsul í Mjørkadali – men hvat so við unga manninum?

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.f0)

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.fo)

Hvørja ferð eg hoyri um hendingar sum hana í svimjihøllini herfyri, leita tankarnir til unga mannin, sum framdi gerðina. Hugsi, hvat gongur fyri seg í høvdinum á manninum, tá hann ger slíkt. Er hann ávirkaður av rúsdrekka, manglar hann pening til rúsevni, ella er hann illur inn á seg sjálvan og samfelagið. Okkurt er spinnandi galið. Kundi hugsað mær at sæð niður á botn í sálargongina á hesum manni. Hvussu var uppvøksturin, skúlaárini, og hvat fæst maðurin við í gerandisdegnum. Og hvussu hjálpa vit manninum á føtur aftur. Fongsulsrevsing uttan sálarliga og aðra hjálp bøtir ikki um støðuna hjá manninum. Í fjølmiðlunum hoyra vit bara, at málið er uppklárað, og maðurin fyribils fongslaður í fýra vikur. Vit hoyra ongantíð, hvussu samfelagið hjálpir slíkum manni, og um maðurin vil ella kann hjálpast. Hetta hevur mín áhuga, tí eg kenni fleiri dømi frá ungdómsárunum, at ungfólk traðkaðu við síðuna av og eru fongslað fyri síðani seinni at komu væl fyri í lívinum. Alt í svimjihøllini er umvælt, men í Mjørkadali situr ungu maður hvørs sál ikki er umvæld. Í hvørfall ikki enn, og tað gongur rúm tíð, til maðurin er leysur aftur. Vónandi fær kønur sálarfrøðingur hendurnar í mannin, so hann kann fáa hjálp og á føtur aftur. Uppiskoyti. Útvarpið boðaði mikudagin frá,at ein átjan ára gomul genta eisini var við í fleiri innbrotum. Hvat fær gentuna at gera slíkt, og hvussu bjargar samfelagið hesi gentu. Fongsulsrevsing, og hvat so? (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tretivu ár síðani Preben Elkjær vitjaði í Føroyum

Fólk flokkaðust um Preben Elkjær bæði undan og eftir dystin. Preben er í HB troyggju.

Í 1986 spældi kendi danski framherjin Preben Elkjær í ítalska felagnum Verona. Preben var um hetta mundið umhildin landsliðsspælari í Danmark, var kendur í Italia, men so sanniliga eisini kendur í Føroyum. Og hetta var dyggiliga sligið fast, tá ið tað eydnaðist Havnar Bóltfelag at fáa kenda framherjan til Føroya á sumri 1986. 4000 áskoðarar vóru komnir í Gundadal til tess at síggja og heilsa uppá Preben Elkjær.  Læs resten

Ókent amboð frá snikkaravirkinum hjá Hartvig Hansen

Kennist nakar við hesi amboð, sum snikkaravirkið hjá Hartvig uttan iva brúkt í samban

Kennist nakar við hesi amboð, sum snikkaravirkið hjá Hartvig Hansen uttan iva brúkti í sambandi við framleiðsluna av dygdarmøblunum. (Mynd Vagnur)

Leygardagin var eg inni á gólvinum hjá bátasmiðinum Terja Reinert Jacobsen á Kjalnesi. Hann hevði júst strekt kjølin til nýtt 5-mannafar til Havnar róðrarfelag. Tá vit høvdu prátað eina løtu um leyst og fast, vísti hann mær eitt skrín við serligum amboði, sum hann ikki visti, hvat tað einaferð var brúkt til. Hann hevði fingið amboðið frá soni Hartvig Hansen snikkara, sum hevði snikkaravirkið í Vørðsluni, har Einars prent einaferð eisini helt til. Eg gjørdist forvitin, tí eg minnist væl snikkaravirkið í Vørðsluni, og eg kenni familjuna hjá Hartvig Hansen, men hvør var Hartvig? Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd ólavsøkumynd frá 1951

Myndin tikin á ólavsøku 1951. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin tikin á ólavsøku 1951. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er frá á ólavsøku 1951. Áhugaverd mynd. Fimleikararnir fremstir eru frá vinstru Jákup Andreas Arge og Magnus Jacobsen. Minnist ikki rættiliga hesar báðar sum fimleikarar, men í øðrum samanhangi, tí eg var bara tvey ára gamal í 1951. Men fimleikabúnan minnist eg heilt væl, tí vit ungu vóru til hvørja fimleikaframsýing í fimleikahøllini í Tórshavnar kommunuskúla. Tá var fimleikabúnin hin sami sum á myndini. Løgreglumaðurin eitur Mourits Rubeksen (1915-1989), sum var løgreglumaður í Havn frá 1949 til 1980. Havnar Hornorkestur er altíð til dystin fús, og trý andlit kennist eg við. Høgrumegin Jákup Andreas gongur Ludvig Breckmann síðani Árni ella beiggin Johan Isholm og Frants Restorff. Altíð áhugaverd at síggja klædnamótan á eldri myndum. Konan høgrumegin løgreglumannin í góðum sunnudagsfrakka, sum tá í tíðini kostaði nógvan pening. So nakrir menn í longum frakka, sum menn eisini gingu í í teimum “glade” 80-árunum. Hesir frakkar eru ikki nógvir at síggja í 2016, men teir koma nokk aftur. Gamli kommunuskúlin stendur so vakar har. skúin, sum var vígdur sunnudagin 4. august 1895. Tað var kongurin Christian IX, sum legði grundarsteinin 18. desember 1893. Til høgru kemur Meiningheitshúsið undan, sum í 1951 var meiningheitshús og ikki býráðssalur. Í 1951 vóru vegirnir grúsvegir. (Vagnur)

Stórhvalaveiðan kring Føroyar endaði miðskeiðis í 1980-árunum

jkjkjkj

Til høgru á myndini síggja vit hvalabátin Hvitaklett, sum í fleiri ár gjørdi royndir fyri Fiskirannsóknarstovuna. Hugaligt at síggja royk úr skorsteininum. (Mynd: familjumynd)

Nakrar myndir við Áir eru komnar undan kavi í myndabók í familjuni. Myndirnar, sum er rokni við eru frá miðskeiðis í 1970-árunum, eru av nøkrum av seinastu stórhvalunum, sum drignir eru upp á land við Áir. Eg havi hvalabátin Hvítaklett og bilarnar at meta meg eftir. Søgan um stórhvalaveiðuna kring Føroyar er rúgvusmikil, og Helgi Jacobsen hevur skrivað bók  Eg havi leitað eitt sindur eftir tilfari hjá Søvn landsins til tess at leggja nakað av teksti aftrat myndunum. Hin fyrsta av sjey hvalastøðum í Føroyum var bygd í 1894 á Gjánoyri norðan fyri Streymin, og tann seinasta bygd í 1905 við Áir. Tað vóru norðmenn, sum slóðaðu fyri stórhvalaveiðu kring Føroyar. Stórhvalavirksemið við Áir endaði med alla í 1984. Læs resten

Sjey ímóti seks reglan fer at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið

Thomas Kristensen stóð fyri frálíka prátinum um sjey ímóti seks regluni.

Thomas Kristensen stóð fyri frálíka prátinum um sjey ímóti seks regluna.

Herfyri sá eg áhugaverda sending á TV-sport, har gestirnir vóru venjararnir Erik Veje Rasmussen frá Århus håndbold, Nicolaj Jacabsen frá týska felagnum Reine Necker Løwen og Niels Agesen, sum venur besta kvinnuliðið hjá Nykøbing Falster. Sjey ímóti seks reglan kom í gildi næstaseinasta kappingarár, men 1. juli í ár broytti altjóða hondbóltssambandið regluna soleiðis viðvíkjandi sjey ímóti seks spælinum, at nú skuldi innskifti spælarin fyri málverjan ikki vera í serligari troyggju. Bæði venjarar, spælarar og áskoðarar kring allan hondbóltsheim eru hart ímóti nýggja sjey ímóti seks spælinum, tí tað kemur at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið, og spælið gerst við tíðini eitt stillstandandi spæl við ongum spælihugflogið. Og teir tríggir venjararnir siga víðari: Læs resten

Geitarkjøt smakkar væl bæði feskt, ræst og allarbest turt (e)

Geitir eru vøkur og áhugaverd kríatúr. (Mynd Vagnur)

 

Kann minnast sum smádrongur, at vit sóu hissini geitir ymsastaðni. Tey høvdu tá geitir á Hvítanesi, og úti á bygd var forkunnugt at síggja geitarlomb um várið. Við Villingardalsvegin í Havn býr Andrias Reinert, sum hevur fleiri geitir og hesa tíðina eisini smárlomb. Skilt verður ímillum at hava geitir við kjøti sum úrtøku og mjólkigeitir.  Hesar geitirnar stava úr Suður Afrika, sigur Andrias.

Kom fram við hjá Andriasi Reinert við Villingardalsvegin, har boð míni vóru at taka myndir av geitum, sum eg hevði sæð á trøðni hjá Andriasi. Hann var í túninum, og gamaní, vit fóru oman um vegin í geitarfjósið. Havi sjálvur havt seyð, men eg má siga, at geitirnar skikka sær øðrvísi enn seyður. Geitirnar er nógv spakari. Læs resten

Tey hava varðveitt vakra og søguliga brandbilin frá 1948

Vakur og væl varðveittur brandbilur frá 1948. (Mynd Vagnur)

Vakur og væl varðveittur brandbilur frá 1948. (Mynd Vagnur)

Á menturnarnáttini í 2014 var stórur áhuga hjá serliga børnum at síggja allar brandbilarnar á Bursatanga. Og serliga ein Bedford brandbilur hevði mín áhuga, tí hetta er fyrsti brandbilur, sum kom til Føroya í 1948, og sum tey á Brandstøðini hava varðveitt. Bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin. Læs resten