Sjálvandi skal Sankta Frans skúli hava framhaldsdeild

Sankt Frans skúle er vælhildin skúli, sum hevur góður umstøður til framhaldsdeild. (Mynd Vagnur)

Sankta Frans skúli er vælhildin skúli, sum hevur góður umstøður til framhaldsdeild. (Mynd Vagnur)

Eg haldi, at tað er heilt langt úti av forkvinnuni í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu at nokta Sankta Frans skúla at hava framhaldsdeild. Skúlin stendur í veðurgóðum umhvørvi, har stutt er inn í Plantasjuna og niðan í Gundadal til vallir, hallir og svimjihyl. Umstøðurnar “perfektar”.  Nú var eg lærari í mansaldur, og eg dugi ikki at síggja, hví næmingar í 7. flokki í Sankta Frans skúla ikki sleppa at ganga í 8. og 9. flokki eisini í Sankta Frans skúla. Í míni skúlaverð er 8. og 9. flokkur bara framhald av 7. flokki. Tá næmingar skulu í 10. flokk,  kunnu tey fara yvir í Eysturskúlan, har allir 10. flokkarnir eru savnaðir. Slíkur skúlapolitikkur, sum býráðslimurin borðreiður við, er betongpolitikkur. Tit skulu gera, sum eg sigi. Annað er eisini, hví býurin skal tømast fyri skúlaungdóm og allur flytast út á Fløtur, har veðrið mangan er harðbalt, tí eingin ætt lívir. Mær hevur ongantíð dámað heilt stórar skúlaeindir, tí nógvir næmingar og serliga teir veika hava her størri møguleika at gerast eftirbátur ella rættari sagt detta niðurímillum. So mín áheita til forkvinnuna í mentarnarnevndini er: – Broyt meining og læt Sankta Frans skúla fáa framhaldsdeild, sum foreldur, lærarar og næmingar ynskja. Kanska loysir málið seg sjálvt eftir býráðsvalið. Hvør veit? (Vagnur)

 

41% av samlaða fólkatalinum býr í Tórshavnar kommunu

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

Í faldaranum “Kommunan í tølum”, sum Tórshavnar kommunu gav út í 2013, eru nógv áhugaverd hagtøl. Millum annað sæst, hvussu nógv fólkatalið er vaksið í Tórshavnar kommuni heilt aftur til 1801, og hvussu nógv fólkatalið er vaksið í %-um av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Vit fingu altíð at vita sum ung, at í ár 1901 búði 10% av samlaða fólkatalinum í Føroyum í høvuðsstaðnum, men hesi %-ini er fleirfaldað. Størsta tilflytingin til høvuðsstaðin fór fram frá 1950 til 1975, tá ið fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaks frá 17,6% til 28% av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Læs resten →

Havnarløgini á Sundi og í Kollafirði eru ikki nøkur prýði (e)

Havnarlagið í Kollafirði er ikki nakað prýði fyri umhvørvið har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Havnarlagið í Kollafirði er ikki nakað prýði fyri umhvørvið har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Seinasta summar koyrdi eg ein túr norðeftir, og myndatólið var eisini í bilinum. Tá eg kom fram við havnarlagnum á Sundi, reikaðu tankarnar aftur til árini 1988/1989, tá eg sá í sjónvarpinum bóndakonuna á Sundi siga, at hon fór ongan veg, sjálvt um teir boraðu og sprongdu í túninum fyri nýggjum havnarlagi. Bóndakonan er farin, og havnarlagið, sum tá kostaði hálvthundrað milliónir krónur, kundi ongantíð brúkast. Nú liggur tað í órøkt meira ella minni. Í Kollafirði er sama skili. Eitt fjall av bingjum havnarøkinum, sum er ljótt og órudduligt. Lív ella deyð fyri Havnina, um nýggja havnarlagið í Havn ikki verður útbygt, sigur borgarstjórin.  Læs resten →

Teir grava, bora, spreingja og smíða so langt eyguni síggja.

kjkjj

Skúlin á Hamaranum fær ítróttahøll, og tey byggja fleiri randarhús har á leiðini. Nærmast grava og spreingja teir í Álakeri út fyri nýggjum sjúkrahúsbygningi. (Mynd Vagnur)

Tá eg fyrrapartin var í Àlakeri, stóð eg eina løtu og eygleiddi alt arbeiðið, sum fer fram eystan fyri Landssjúkrahúsið oman ímóti sjónum, og alt arbeiðið, sum fer fram uppi á Hamaranum og vestureftir. Eisini leitaðu tankarnir út í Marknagil til stóra miðnámsskúlan, har kommunan eisini skal byggja stóran fólkaskúla og musikkskúla á Fløtum. Taka vit eisini við útbyggingina av Tórshavnar havn og onnur stór og minni arbeiði í býnum, so er talan um fleiri milliardir krónur. Fara vit so niðan á Hvítanes, har gjørt verður klárt til nýggjan Eysturoyartunnil, so gerast upphæddirnar uppaftur størri. Tú kanst spyrja, hvør fíggjar øll hesi arbeiði, og eru tíðirnar so mikið góðar, at øll hesi arbeiði kunnu setast í verk og gjaldast. Løgið at hugsa sær, at aldi laksurin, uppisjóvarvinnan og skipini í Barentshavinum og onnur fiskiskip við kunnu fíggja alt virksemið upp á landi í Føroyum. Landshúsarhaldið líkist vanligum húsarhaldi bara tølini eru størri hjá landinum. Samsvar má vera millum inntøkur og útreiðslur, og útreiðslurnar mugu ikki í longri tíð vera størri enn inntøkurnar. Danskir fjølmiðlar rópa varskó, meðan vit í Føroyum halda væl til standa. Hvørjum skulu vit trúgva, tí í 1980 – árunum hildu fólk eisini standa væl til, men sannleikin var ein heilt annar. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Saltsølan bygd í 1956 og útbygd í 1961

Saltsølan avmyndað í 1961. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Saltsølan avmyndað í 1961. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Nógv umrødda Saltsølan, sum nú er partur av valstríðnum í Havn, hevur sína søgu. Ì 1950-árunum øktist virksemið so mikið nógv á Vestaru bryggju, at neyðugt var við útbyggingum. Fiskasentralurin, Bacalao, Skipasmiðjan og Saltsølan húsaðu fleiri hundrað arbeiðsplássum. Hetta var alt í okkara barna – og ungdómsárum. Saltsølan, sum var verulig saltsøla við stórum krana á bryggjuni, var bygd miðskeiðis í 1950-árunum, og myndin omanfyri er frá 1961, tá tey víðkaðu um virksemið í Saltsøluni. Í fyrsta bygninginum var eisini tunnuvirkið, men eftirspurningurin var so mikið stórur eftir sildatunnum, at víðkast mátti um húsið vestureftir. Tú undrast uttan iva, hví so nógv fólk eru við Saltsøluna henda dagin í 1961. Orsøkin er, at eldur kom í Saltsøluna, og tá brandlúðurin tá hoyrdist um alla Havnina, tysjaðu fólk avstað at hyggja at eldinum. Soleiðis er ikki longur, tí nú fáa brandfólk boðini á fartelefonina. Tá eg síggi slíkar myndir sum hana omanfyri, undrist eg á, hvussu órudduligt er nógvastaðni. Nú er hesin hugburður tíbetur broyttur til tað nógv betra. Ja, og so nógv umrødda Saltsøla? Tórshavnar Havn umvælir ein bygning fyri fleiri enn 100 milliónir krónur, sum upprunaliga skuldi brúkast til fiskivinnuna millum annað gransking. Men, nú vil eingin kennast við nýggju hølini. Meðan umvælingin er farin fram, skuldi bæði býráðið, hotellvirksemi og lestraríbúðir húsast í bygninginum. Spennandi, hvussu alt hetta spælir av. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Trýss ár eru millum myndirnar frá Skinnaraskeri og inn í Vágsbotn

Áhugaverda myndin tikin miðskeiðis í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Áhugaverda myndin tikin miðskeiðis í 1950-árunum. (Mynd Christian Holm Jacobsens myndasavn)

Tá eg seinnapartin leygardagin stóð á Skinnaraskeri Úti í Bakka í Havn, kom eg at hugsa um mynd, sum Christian Holm Jacobsen, sáli, tók miðskeiðis í 1950-árunum. Christian hevði sum oftast myndatólið við sær og hevur tikið nógvar frálíkar myndir. Leygardagin og nú trýss ár seinni hevði eg eisini myndatólið við mær. Áhugavert kundi verið sammett báðar myndirnar. Nógv er ikki broytt hesi trýss árini, tó so, tíðirnar eru broyttar heilt nógv, sæst á myndunum. Í 1950-árunum vóru tíðirnar ikki góðar í Føroyum, men tað eru tíðirnar so sanniliga í 2016.   Læs resten →

Úr myndasavninum – Nógv er broytt á vestaru bryggju

Myndin sigur mær ótrúliga nógv. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin sigur mær ómetaliga nógv. Nærmast sæst Esso Søldafjørð. (Mynd Fornminnissavnið)

Nú ein dagin kom eg fram á myndina omanfyri, sum sigur mær ómetaliga nógv, tí vit frá barnaárum komu so nógv oman til sjóvarmálan. Eg minnist væl, tá ið Saltsølan varð bygd í 1956, og minnist eisini, tá ið menn gjørdu høgar betongkistur at søkka á botnin, tá ið bryggjurnar vórðu gjørdar. Og so síggi eg fyri mær stjóran í Saltsøluni Hans Paula Johannesen, sum hoyrdist, hvar hann gekk á bryggjuni. Læs resten →

Gjald skal leggja á bilførarar, sum koyra við píkadekkum

Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.

Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.

Herfyri hoyrdu vit í fjølmiðlunum, at Landsverk hevði ikki pening at viðlíkahalda vegirnar kring landið. Nógvastaðni eru vegirnir so illa farnir, at vandi er fyri trygdini. Til tess at fáa meira pening til viðlíkahald, var nevnt at hækka vegskattin. Eg haldi, at áðrenn alt hetta verður gjørt, skal kikarin allar fyrst vendast ímóti píkadekkunum, sum er stóri syndarin. Ì Havn síggja vit longu fyrsta dagin, loyvt er at koyra við píkum, hvussu skitnir bilarnir gerast. Hví? Tí píkarnir skava ovasta lagi av asfaltinum av vegunum, sum blandað við vatni fer allastaðni. Er turt í veðrinum, sæst asfaltstøvið í luftini, sum fólk anda í seg. Vegjaðararnir eru svartir av asfaltstøvi. Í Havn er í hvørfall ikki neyðugt at koyra við píkum. Og tá bussarnir ikki koyra við píkum, hví skulu so persónbilar gera tað. Eg havi ongantið nú í 48 ár koyrt við píkum, og eg koyri hvønn einasta dag í árinum bæði við abbabørnum niðan á Hamaran og út í Havnardal. Skilji ikki, at Tórshavnar kommuna einaferð med alla ikki slær nevan í borðið og sigur: Eingin píkur innanfyri bøgarðarnar í Havn. Tá er nógv vunnið bæði fyri spardar umvælingar av vegum og heilsuna hjá borgarunum. Tað minsta vit kunnu krevja kring landið er, at tey sum koyra við píkum, skulu gjalda eitt píkagjald, sum kann fara í pengakassan, sum skal umvæla slitnu vegirnar. Nú finnast so mikið góð vetrardekk uttan píkar, at eingin umbering er at koyra við píkadekkum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – fimleikarar úr HF á noregsferð í 1970 (e)

HF fimleikarar ávegis til Noregs í 1970. Fremst frá vinstru: Nicolina Sørensen, Bergljót Debes Hentze, Hjørdis Mortensen, Matha Johannesen , Johanna Poulsen, Elisabeth Mikkelsen, venjari og Durit Reinert. Aftast frá vinstu: Frígerð Hansen, Marna Skylv Hansen, Johanna Maria Ludvig og Marjun Hanusardóttir.

HF-fimleikarar ávegis til Noregs í 1970. Fremst frá vinstru: Nicolina Sørensen, Bergljót Debes Hentze, Hjørdis Mortensen, Martha Johannesen, Jóhanna Poulsen, Elisabeth Mikkelsen, venjari, og Durid Reinert. Aftast frá vinstru: Frígerð Hansen, Marna Skylv Hansen, Johanna Maria Hansen og Marjun Hanusardóttir. (Myndaeigari Martha)

Fyri nøkrum vikum síðani spákaði eg inni í Kommunuskúlagarðinum, og sjálvandi reikaði tankarnir um tíðina, tá eg gekk í skúla har. Steindeyður garður, illa farin skúli og eingir næmingar. Knappliga kom eg at hugsa um eina mynd av fimleikarum, sum eg hevði sæð í bókini ÍSF 50 ár, sum kom út í 1989. Heimkomin fann eg myndina av ungum og vøkrum fimleikagentum avmynaðar í trappuni millum garðarnar. Sjálvt um eingi nøvn vóru undir myndini, so kendi eg mest sum allar ungu kvinnurnar, sum eru javngamlar við meg. Læs resten →

Kvinnurnar stýra hondbóltsfeløgunum í Suðurstreymoy

jkjkjk

Eg havi ikki angrað avgerðina at taka við forkvinnustarvinum í Kyndli, sigur Maibritt. (Mynd Vagnur)

Uttan iva geva fólk sær ikki far um, at forkvinnurnar í Kyndli, Neistanum, H71 og ÍA eru kvinnur. Eisini er forkvinnan í Hondbóltssambandinum kvinna. Sig so tað. Í Kyndli eitur forkvinnan Maibritt Johannessen, sum ikki sjálv hevur spælt hondbólt, men sum eigur trý børn, sum spæla í Kyndli. Bárður maður Maibritt kenna vit sum málmann í HB og sum spælara og venjara í Kyndli. Hvat fær eina 44 ára gamla konu at taka av ábyrgdarfullum starvi sum forkvinna í stórum hondbóltsfelag? Maibritt er nýggj í nevndini í Kyndli. Hetta hava eg tosað við Maibritt um, sum millum annað sigur, at tað er áhugin og forvitni um felagsarbeiði, sum fekk hana at taka við avbjóðingini. Læs resten →