Altíð er hugaligt at práta við fyrikomandi og positiv fólk um hondbólt. Eg havi hitt Sunrid í Gong nýggju forkvinnuna í ÍA á Argjum. Hetta kappingarárið eru tey í ÍA í eini undantaksstøðu, tí meðan fimleikahallirnar vera víðkaðar til heila hondbóltshøll, eru venjingarumstøðurnar hjá felagnum ikki nøktandi. – Eingin grenjar, tí vit vita, at arbeiðið verður liðugt komandi vár, og næsta ár spæla liðini hjá ÍA heimadystirnar í høllini á Hamaranum, sigur Sunrid. Men, hví gjørdist Sunrid nú forkvinna í ÍA?
– Eg búgvi á Heygnum Mikla, men eg gekk í skúla á Argjum og havi tí nært samband við Argir. Tá børnini so fóru at spæla hondbólt í ÍA, vaks áhugin fyri virkseminum í felagnum. Kristian Martin Skála, Martin Mørk og Michael Viderø hava slóðað fyri nýggja hondbóltsfelagnum, og nú hildu teir, at nýggjar kreftir máttu koma í felagsskapin. Arbeiðið var vorðið ov strevið, har teir gjørdu tað mesta sjálvir, og nú mátti felagið royna okkurt nýtt. Kristian Martin vendi sær til mín, og eg helt, at uppgávan ljóðaði spennandi, og eg tók av. Læs resten









