Úr myndasavninum – Tá tosaði eingin um kviksilvur ella PCB

Minnirík mynd á eysturvág. Ikki er longur loyvt at brúka hvalvákn.

Minnirík mynd á Eysturvág. Ikki er longur loyvt at brúka hvalvákn.

Tá ið eg sá omanfyri myndina á Facebook, sveimaði tankarnir beinanvegin, og eg ímyndaði mær grindadrápinum, sum vóru á Eysturvág, tá ið eg var unglingi í Havn. Tá kundi grindin ikki fara upp á turt uttan nakrir fáir hvalir inni á sandinum við áarmunnan. Hvalirnir vórðu stungnir við hvalvákni, sum eru bannað fyri nú nógvum árum síðani. Nakrir hvalir vórðu eisini høgdir við sóknarongli og hálaðir upp á turt, har teir vórðu skornir á háls. Hátíðardagar vóru í Havn, tá ið grind legði beinini. Næmingarnir fingu frí úr skúla, og sannur veitslurómur var í býnum. Læs resten

Úr myndasavninum – ÍSF heldur stórt 25 ára hátíðarhald í 1964

Kvinnuliðið hja Kyndli á 25 hátíðardegnum. F.v: Elsa Poulsen, Olga Fredriksen, Sanna W. Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Halgerð Djurhuus og Sissan Mortensen. (Mynd Bergtóra)

Kvinnuliðið hja Kyndli á 25 ára hátíðardegnum. F.v: Elsa Poulsen, Olga Fredriksen, Sanna W. Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Halgerð Djurhuus og Sissan Mortensen. (Mynd Bergtóra)

Í apríl mánað 1964 skipar ÍSF fyri stórum hátíðarhaldi í sambandi við, at ÍSF fyllir 25 ár. Hátíðarhaldið byrjaði við stórari skrúðgongu flaggdagin, har Havnar Hornorkestur spældi.

Fleiri enn tvey túsund fólk vóru á Vaglinum henda dagin, og umframt skrúðgonguna varð fimleikaframsýning fram við Tinghúsvøllinum, har ÍSF formaðurin Ólavur Lambaa og Hákun Djurhuus løgmaður hildu røðu.

Tað vóru fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, sum vístu fimleikakynstur í reiðsskapsfimleiki  á Vaglinum. Læs resten

Forkvinnan í ÍA á Argjum hevur ongantíð sjálv spælt hondbólt

Sunrid í Gong

Sunrid í Gong kom í nevndina í ÍA fyri tveimum árum síðani, og seinasta árið verið forkvinna.

Altíð er hugaligt at práta við fyrikomandi og positiv fólk um hondbólt. Eg havi hitt Sunrid í Gong nýggju forkvinnuna í ÍA á Argjum. Hetta kappingarárið eru tey í ÍA í eini undantaksstøðu, tí meðan fimleikahallirnar vera víðkaðar til heila hondbóltshøll, eru venjingarumstøðurnar hjá felagnum ikki nøktandi. – Eingin grenjar, tí vit vita, at arbeiðið verður liðugt komandi vár, og næsta ár spæla liðini hjá ÍA heimadystirnar í høllini á Hamaranum, sigur Sunrid. Men, hví gjørdist Sunrid nú forkvinna í ÍA?

– Eg búgvi á Heygnum Mikla, men eg gekk í skúla á Argjum og havi tí nært samband við Argir. Tá børnini so fóru at spæla hondbólt í ÍA, vaks áhugin fyri virkseminum í felagnum. Kristian Martin Skála, Martin Mørk og Michael Viderø hava slóðað fyri nýggja hondbóltsfelagnum, og nú hildu teir, at nýggjar kreftir máttu koma í felagsskapin. Arbeiðið var vorðið ov strevið, har teir gjørdu tað mesta sjálvir, og nú mátti felagið royna okkurt nýtt. Kristian Martin vendi sær til mín, og eg helt, at uppgávan ljóðaði spennandi, og eg tók av. Læs resten

Tórur bað Zlatan um troyggjuna og ikki um buksurnar (e)

Svensku fjølmiðlarnir gjørdu serliga nógv burturúr hesari hendingini. (Mynd Aftonbladet)

Fýra ár síðani hesa hending á Tórsvølli. Svensku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr, at svenska heimsstjørnan beint eftir landsdystin lat seg úr buksunum og gav fegna 12 ára gamla Tóra Rasmussen tær. Tíðindini standa eisini í donskum fjølmiðlum. “Zlatan misskilti meg, tí eg bað um troyggjuna og ikki um buksurnar”, sigur Tórur.  Aftonbladet  skrivar soleiðis um hendingina eftir landsdystin.  Læs resten

Veðrasteypið, sum herfyri kom undan kavi, er frá 1928 (e)

Hetta er veðrasteypið frá 1928. Lokið er ikki til. Hvar mann so seinna veðrasteypið vera? (Mynd Vagnur)

Hetta er veðrasteypið frá 1928. Lokið er ikki til. Hvar mann so seinna veðrasteypið vera? (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at leita í gomlum kappróðrartilfari. Herfyri høvdu tey ruddingardag í neystinum hjá Havnar róðrarfelag, og úr gomsluni komu nógv steyp, sum ungar gentur skuldu pussa. Steypini nú á døgum er so stór, at tey mangan eru mest sum húsaskot og passa ikki í nakað skáp. Knappliga kom er fram á steyp gjørt úr veðrahorni, har alt tað blanka var úr silvuri. Steypið er givið av monnum í Havn í 1928 til gomul 10-mannafør at kappast um. Eg fór at kanna søguna um vakra steypið. Læs resten

Úr myndasavninum – Kappríðing var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku

Seks Lützen systkin avmyndað úti á Krossinum í 1960. Frá vinstru Ellen, Astrid, Gertrud, Øyvind, Randi og Lütje. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Seks Lützen systkin avmyndað úti á Krossinum í 1960. Frá vinstru Ellen, Astrid, Gertrud, Øyvind, Randi og Lütje úr Norðadali. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki, leita tankarnir til nógvu kappríðingarnar, sum vit ungu sóu úti á Velbastaðvegnum. Kappríðing var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum á ólavsøku. Og tá rossini fóru av Vaglinum og framvið hjá okkum við Landavegin, var tíð at leita sær út á Velbastaðvegin ella rættari sagt út á Krossin, sum vit róptu staðið. Vit ungu hildu, at tað var langt at ganga so langt út um Havnina at hyggja at kappríðing. Tey riðu fyri seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum í 1970, og síðani var ríðingarbreyt gjørd í Marknagili, har tey framvegis ríða kapp. Myndin omanfyri er av teim seks Lützen systkjunum úr Norðadali tikin úti á Krossinum á ólavsøku 1960. Minnist øll systkini ríða kapp, og tá í tíðini var tað Poul Mohr við sínum skemtingarsama hátti, sum segði frá kappingini. Tá tosaðu vit um rossafamiljur, tí tað vóru ávísar familjur, sum høvdu ross og riðu kapp. Tó so, eg síggi á listanum frá 1960, at reyðfólk komu til Havnar at ríða kapp úr Kirkjubø, Velbastað, Hvalvík, Norðadali, Kollafirði, Streymnesi og Kalbak. 34 ross vóru við í kappríðingi á ólavsøku í 1960. (Vagnur)

Gerandisdagurin hjá Brynju Høj er arbeiði og hondbóltur

Brynja Høj er vorðin ein av lyklaspælarunum á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

Brynja Høj er vorðin ein av lyklaspælarunum á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

20 ára gamla neistakvinnan Brynja Høj hevur veruliga víst í landskappingini, at hon er av allar bestu linjuspælarum og verjuspælarum í landinum. Brynja er serlig í hondbóltshøpi, tí hon fór úr Føroyum í skúla á Ouri á Fjóni at ganga í 10. flokki, har hon valdi ítrótt sum linjulestur. Henni dámdi so mikið væl í Danmark, at hon fór á HF skúla í Viborg og kom at venja hondbólt í felagnum Viborg, sum er eitt at toppliðunum í Danmark. At Brynja í tvey ár vandi hondbólt mest sum hvønn dag og spældi nógvar dystir í U18 deildini, hevur uttan iva ført til, at hon nú er vorðin ein 20 ára gamal hondbóltsspælari, sum setir sína fingrmerki á føroysku kappingina. Eg havi hitt Brynju. sum skuldi gera ógvuliga áhugavert hondbóltsprát. Læs resten

Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um orrustuna í Havn

Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)

Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)

Áðrenn eg skrivi hesa reglur, skal eg siga, at eg ongantíð havi valt Fólkaflokkin. Nú havi eg á míni lívsleið upplivað so nógv bæði í býarpolitikki og landspolikki, at eg eri ikki ein av teimum, sum kundi funnið uppá at blakað “runu” eftir Anniku Olsen. Eg kenni alt hetta taktistka spælið í politikki, sum til tíðir kann vera bæði skitið og órættvíst. Jú, Annika hevur gjørt nógv býtt, serliga um tað mundið, tá hon fór úr Folkaflokkinum og endaði aftur í flokkinum, men her er talan um eina vælútbúna kvinnu við nógum politiskum royndum. Fari eina løtu at hugleiða um politisku støðuna í Havn. Læs resten

Áhugavert at síggja forarbeiðið til Eysturoyartunnilin

Løgið at hugsa sær, at ferðslan ska fyrst fara ímóti Brennistøðini fyri síðani at fara undir um Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Løgið at hugsa sær, at ferðslan fyrst fer í rættning ímóti Brennistøðini fyri síðani at snara og fara undir  Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Heilt løgin kensla at standa á breiða vegnum við Hvítanes og hyggja at breiða atkomuvegnum til Eysturoyartunnilin, sum gongur oman til tunnilsmunnan. Allar maskinurnar eru farnar av økinum, tí fyrireikingarnar eru lidnar, og nú bíða fólk eftir, at fyrsta skotið smellir. Havi ongantíð sæð so breiðar vegir, men her skulu vera tvær koyribreytir pluss uttan iva súkklubreytir. Ì mínu amatørverð vendir tunnilsmunnin skeivt, tí hann peikar mest sum vestureftir árakað Brennistøðini. Men so skal vera, tí fyrst ferð tunnilsvegurin tann vegin fyri síðani at snara og halda leiðina um Tangafjørð. Læs resten

Nakrar hugleiðingar um reytt og blátt kort og harvið leikbann

Her hevur ein útlendskur dómari bláa kortið á lofti.

Her hevur útlendskur dómari bláa kortið á lofti.

Nógvir hondbóltsspælarar, venjarar og áskoðarar eru ørg inn á nýggju hondbóltsreglurnar, sum komu í gildið í hesum kappingarárinum. Sumt er so ógreitt í reglunum, at sjálvt dómararnir hava torført at fylgja við. Nú er so eitt blátt kort komið upp í leikin, tá spælari verður vístur av vølli, men hava fólk veruliga skilt, hvat hetta kortið inniber? Men fyrst til tvær áhugaverdar hendingar, sum fóru fram í kvinnudystunum millum Neistan og VÍF og StÍF og VÍF, har spælari órættvíst fær reytt kort fyri síðani leikbann ein dyst, tí spælari skal hava skotið bóltin í andlitið á verjuspælara og málverja. Læs resten